Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 124 — 23. oktober 1984 Síða 4 Hevuðsvinningarnir heilir fýra — eru: Ferð til Hetlands eina viku fyri tvey við egnum bili. Harumframt egin hús, nærum hvar í oyggjunum, vinn- arin ynskir. Ferð til Danmarkar eina viku fyri tvey við Norrønu í ferðalagi við Leif Nolsee. Allar útferðir og vistarhald Í gjárskveldið 22. oktober klokkan 19.30 byrjaði Havnar Bridgeskúli undirvísing í skúlanum við Fr. Petersensgetu. Endamálið við undirvísingini er at geva næmingum, ið ikki hava forkunnleikar, hyll- ing á bridgespælinum, soleiðis at hesir verða førir fyri at spæla í feløgunum ella luttaka í almennum kappingum. Havnar Bridgeskúli verður rikin av bridgefeløgunum í Havn í felag, soleiðis at hvert av feløgunum hevur ein lim í nevndini, ið hevur ábyrgdina fyri undirvísingini. Í ár eru hesir í nevndini: Birgir Mortensen fyri Bridgedeild Kaggans, Carl Mikkelsen fyri Havnar Bridgefelag, Jákup í Gerðinum fyri Nýggja Bridgefelagið. Birgir Mortensen upplýsir, at fleiri longu hava vent sær til hann og at hann roknar við góðari undirteku, serliga av ungfólki. Hatta má sigast at vera gleðiligt, tí sjálvt um fleiri ungólk eru í feløgunum, so er talið alt ov lítið. Vit sóu í NM-kappingunum, at umboðini fyri fleiri av londunum vóru fólk i 20-árunum, og ell eru á einum máli um, at fyri atblíva nóg góður til internationala luttøku er neyðugt, at ein byrjar so tíðliga, sum yvirhevur gjørligt — helst i 14-16 års aldrinum. Tað finnast undantøk sum kendi enski bridgespælarin Terence Reece, ið spældi bridge longu sum 6 ára gamal. Birgir undirstrikar, at undirvisingin er løgd soleiðis tilrættis, at ein enn ikki nýtist at kenna kleyvara frá spaðara fyri at kunna luttaka og at sjálvt um hann vónar at síggja ein hóp av ungfólki mánakveldið, so eru øll hjartaliga vælkomin. Undirvísingin, ið er bygt upp eftir enska ACOL systeminum yvir 20 kveld, er skipað soleiðis, at sjálvt um ein ikki kann luttaka fyrsta kveldið ella einstek kveld, skal ein ikki halda seg aftur av tí orsek. Kaggasteypið Úrslitini mánakveldið: HB1—BK2: 2-18, HB2—NB1: 10-10, NB2—BK1: 0-20 Stødan: Bridgedeild Kaggans 55 stig Havnar Bridgefelag 45 — Nýggja bridgefelagið 2 — Landsdysturin Danmark — Sveríki Danmark vann dystin 308—264 imp. Mortan goldið. Vikuskiftisvistarhald fyri familju á ståsiliga Hotel Føroyum. Ein av vælumtøktu Puch Cross- súkklunum frå Fa. John W. Thom- sen, Klaksvik. Um florar Harra blaðstjóri. Meðan bíðað verður eftir svari Atla upp á spurningar mínar 21. juni og 16. í h. fái eg vónandi innivist fyri við nekrum viðmerk- ingum til greinina >Frið hevur eingin longur enn grannin vil« í blaðnum 11. oktober. LAT meg leypa um slik- ar málblómur sum t.s. +loysingarabbin og lang- abbin«, »rekkjuvådin«, »harrabod úr Kirkjubø«, »dusa sær«, »mentunar- påvar« o.s.fr. Lat meg eisini leypa um orðini, at tað var Petur Mohr Dam, ið fekk okkum Norður- landahúsið ! >Flórin< komi eg til seinni. Slíkar málblómur og slíkt brong!, sum tað yður av í hesum langa lestri er kanska besta tekinið um, hvussu ósakligur »Javn- aðarmaðurin, ið minnist< er í skriving síni um tjóð- veldisflokkin í Sosialinum 11.íh. men, innan um hesar málblómur og hetta brongl finni eg kortini tvær atfinningar, sum eg fari at gera nakrar heilt stuttar viðmerkingar til. Brigdað verður tjóð- veldisflokkinum, at hann hevur ikki fingið hervaldið av landinum og at hann hevur ikki fingið skil á málspurninginum á studentaskúlanum í Hoy- delum. Púra beint, tað hevur ikki enn eydnast tjóðveld- isflokkinum at loysa hesi mál. Tekini eru tung at taka — eftir javnaðar- flokkin. Tí, et má spyrja: Var tað ikki júst javn- aðarflokkurin, sum lump- aði hervaldið inn á okk- um? Jú, vissuliga var tað javnaðarflokkurin. Og er tað ikki fyrst og fremst javnaðarflokkurin, ið má standa til svars fyri mál- óskilinum í Hoydølum? Jú, vissuliga, tí hesin skúli noyðist at liva undir teirri stjórnarskipan, heima- stýrislógini, ið javnaðar- flokkurin gav okkum — og sum hann er so stoltur av. Tann lógin sigur jú, at danskt mál hevur sama rætt sum okkara egna. Hví hevur hesin »Javn- adarmadur«, ið /sigist minnast so væl, mist minnið her? LAT meg so skoyta tvey orð upp í aft- ur at: »Javnadarmadurin« fegnast um »vidd, breidd og frælsisanda heima- stýrislógarinnar<. Og hetta skulu vit taka í álv- ara! Á jú, lítil er barnsins uggi. Men eg má spyrja henda javnaðarmann: Hvar er »viddin«, hvar er »breiddin« og hvar er »frælsisandin«, tá ið út- lendsk hervald kann troka seg inn í land okkara og tá ið útlendskt mál kann troka seg inn í skúlar okk- ara — so eg bert nevni hetta — alt móti fólksins vilja? JAVNAÐARMAÐUR- IN mælir tjóðveldisflokk- inum til at »såpa sin egna flør«. Tikið til eftirtektar ! Men, so fari eg eisini at heita á henda javnaðar- mann um at hjálpa okkum við at sópa tann flór, ið javnaðarflokkurin hevur komið okkum ellum niður í: hersteðirnar í Mjerka- dali, málkúganina í Hoy- delum — og annars heima- stýrislógina alla — hesa lóg, ið hverki hevur vídd, breidd og als ikki nakrar frælsisanda. Við tekk fyri innivist. Erlendur Patursson Síðani fyrst í septem- ber mánaða hava KFUM -skótarnir í Feroyum arbeitt við at seta á stovn KFUM- skótar í Hvalvíkar og Sunda kommunu. Fleiri fundir hava verið og leiðararnir hava luttikið á einum sokall- aðum grundskeiði. Gongd er nú komin á, og regluligir fundir verða nú hildnir, bæði fyri úlvar og skótar. Áhugin millum bern- ini er stórur. Á tí fyrsta fundinum teknaðu uml. 45 børn seg sum lim í Hvalvik og uml. 55 i Sunda kommunu. Bygdarrådid i Hval- vik hevur vist ta væl- vild at geva skótunum innivist í gamla skúl- anum og harafturat fingu skótarnir fíggjar- ligan stuðul frá komm- ununi. Bólkaleiðari hjá KFUM-skótunum í Hvalvíkar kommunu er Martin R. Jacobsen, prestur, og harafturat eru 6 aðrir leiðarar. Ætlanin er at hava for- eldrafund sunnudagin 28. oktober, á fundin- um verður greitt frá um skótaarbeiði og bólkaráð skal eisini veljast. Eitt bólkaráð verður samansett av umboðum fyri foreldr- ini og kirkjuna og har- afturat siga ábyrgdar- leidararnir eisini í bólkaráðnum. KFUM -skótar stovnaðir í Hvalvíkar og Sunda kommunu Skótarnir í Sunda kommunu halda til í kirkjuni á Norðskála. Síðsta sunnudag var foreldrafundur í kirkj- uni. Á fundinum varð m. a. upplýst um enda- mál og arbeiðsgrund- reglur hjá KFUM-skót- unum í Feroyum. Eis- ini varð greitt frá gongdini higartil og bólkaráð varð valt. Mourentsa M. Dam er bólkaleiðari hjá KFUM-skótunum í Sunda kommunu og afturat henni eru 8 aðr- ir leiðarar. Allir dreingir og allar gentur kunnu tekna seg sum lím hjá KFUM-skótunum. Úlvaaldurin er 2.-4. skúlaár og skótaaldur- in er 5.-7. skúlaár. Eisini ungfólk, sum hava áhuga fyri at ger- ast leiðarar, eru væl- komin at tekna seg sum lim á staðnum. KFUM-skótarnir í Feroyum hava nú ar- beiði á 13 plássum og er limatalið uml. 1.100. KFUM -skótarnir ar- beiða steðugt við at seta fleiri skótaarbeiði á stovn kring landið. Um onkur hevur áhuga fyri at stovna KFUM-skøtar í eini bygd, vilja vit fegin koma í samband við viðkomandi. Skótaráðgevarin er at hitta á tlf. 43 277.