leygardagur 27. oktober 1984síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 126 — 27. oktober 1984
tíðindablaðið
Sjóvar kirkja fekk altartalvu í 1904. Omanfyri er tann gylti krossurin
Krossurin
Sjóvar kirkja keypir »et
forgyldt kors< frá Havnar
kirkju í 1834-35.
Petur Martin Rasmus-
sen skrivar um henda
kross í Kirkjutíðindi nr. 1
1975 og sigur m.a.: >Ég
hevði satt at siga ongantíð
hugsað annað enn at
krossurin úr Havnar
kirkju, var tann, sum nú
stendur á gólvinum í kór-
inum í Nólsoyar kirkju.
og reisir spurningin: „nær
og hvussu er hann so kom-
in úr Sjóvar kirkju til
Nølsoyar ?«
Havnar kirkja fær
nyggja altartalvu 1830, og
til hesa altartalvu hoyrir
ein krossur. ;v: å. teir hava
væl havt ein kross framm-
an undan, og honum hava
teir ikki bruk fyri nu, og
verður hann ti seldur inn á
Strendur. Tå teir seta alt-
artalvuna upp i Havnar
kirkju, verdur ikki plåss
fyri hesum nyggja kross-
inum, helst aftan å um
byggingina i 60-unum, og
hann fer út til Nólsoyar í
1863-64
Tað er tí ikki talan um,
at tann gylti krossurin
fyrst fer inn á Strendur og
síðan til Nólsoyar, men ein
inn á Strendur og ein út til
Nólsoyar. Hetta eru tó
bert gitingar, men eg haldi
tað vera órímiligt, at Sjóv-
ar kirkja skal keypa ein
fínan gyltan kross úr
Havn, lata hann avstað
aftur, og síðan keypa ein
annan gyltan kross, sum
ikki er so fínur. Fyri alt
tað, so eru eingi skjal, sum
vísa á keyp og selu av
tveimum krossum.
Í 1904 fær Sjóvar kirkja
altartalvu, og tann gylti
krossurin kemur at hanga
omanfyri. Har er nakað
trongt, tí altartalvan
hongur útyvir tann nið-
asta partin av krossinum.
Bygt verður upp í
kirkjuna
Fyri umleið 10 árum síð-
ani fóru fólk at tosa um, at
okkurt mátti gerast við
kirkjuna, tí hon varð hild
in at vera ov lítil. Tað
hava altíð gingið nog
fólk í kirkju á Strondum
og soleiðis er tað fran
vegis
Tað vóru tí tvinnir kost
ir í at velja, antin mátti
kirkjan vaksast, ella mátti
byggjast ein nýggj. og tað
var ymiskt, sum fólk sóu
upp á tað.
Meinigheitsráðið samd
ist um at leingja kirkjuna
vestureftir við útbygningi
suðureftir til forkirkju
Hetta, hildu summi, fór
at geva kirkjuni eitt annað
snið og misprýða hana,
men so væl hepnaðist
henda bygging, at fólk
flest halda Sjóvar kirkju
framvegis vera eina ta
vakrastu í landinum.
Tann, sum teknaði var
Kristoffer Kristoffersen
úr Havn, og Carl Andreas-
sen á Strondum stóð fyri
arbeiðnum.
Í mai mánaða 1979 varð
farið undir útgrevsturin,
og fyri jól sama ár var
arbeiðið liðugt, og vóru
tað bert tveir menn, Carl á
Flatutrød og Edmund i
Króki, ið gjerdu hetta ar-
beiði.
So væl var hetta ar-
beiði lagt til rættis, at tað
var eingin sunnudagur,
har eingin gudstænasta
var, og tað var ongan
sunnudag, at ikki klokkan
ringdi, hóast nýtt torn eis-
ini varð gjørt
Kirkjan varð vaksin so-
leiðis, at hon varð longd 3
1 vestureftir við útbygn
suðuryvir upp á 5x6
n im nú er forkirkja
Kirkjan hevði 12 stólar
ifólkamegin og
KOMI
stólar mannfólkamegin
Nú hevur hon ávíkavist 19
og 17 stólar. Haraftrat er
loftið vaksið munandi, so
leiðis at kirkjan nú rúmar
millum triding og helvt
meiri av fólki
Kirkjan hevði, sum allar
tær gomlu, flagtak, men
hevði seinni fingið asbest
ålagt. Asbesttakið varð
nú tikið avaftur, tróðrið
neglt av nýggjum, og fekk
kirkjan nú aftur flagtak.
Fløgini vórðu skorin,
fingin til kirkjuna og legd
Framhald á síðu 15
Síða 13