leygardagur 27. oktober 1984síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Friðurin er vegurin
tiðindablaðið
Yvir 400 fólk á kvøldsetu fyri friði
Tað ber til hjá fólki við
ymiskum politiskum og
hugsjónarligum áskoðan-
um at arbeiða saman. Og
slíkt samarbeiði kann
geva gott úrslit. Tað var
kvøldsetan i Norðurlanda-
húsinum, sum friðarfólk
skipaðu fyri ST-dagin,
eitt gott progv um
Yvir 400 fólk vøru á
kveldsetuni, og tað var
nógvar ferðir meira, enn
nakar hevði væntað. Tað
vísir. hvussu stóra undir-
tøku fridarrørslan fær
Fleiri og fleiri verða greið
yvir, at okkurt má gerast
fyri at varðveita heims-
friðin.
Heimsstødan er hættis-
lig. Møguleikin fyri einum
atomkriggi er sterri enn
nakrantíð. Summi fólk
fella í fátt eisini millum
teirra, ið skriva.
Men kveldsetan í Norð-
urlandahúsinum var ikki
depur. Hýrurin var góður
á fólki, sum fegnaðist um
framførslurnar hjá kend-
um og minni kendum ton-
leikarum og sjónleikarum,
yrkjarum, fólki, sum las
upp. og eðrum, sum hver
á sín hátt arbeiða fyri
friði. Tey flestu fóru eisini
heimaftur væl hýrd við
vón um. at alt ger mun.
At lyfta eitt hav
Kvøldsetan byrjaði við, at
Kjartan Mørkøre beyð
vælkomin og sammetti
vápnini við eitt hav, ið
trupult er at lyfta. Friðar-
rørslan býður sær til at
hjálpa til við at seta havið
niður aftur. Havið kann
flytast, men meirlutin av
fólkinum í Norðurlondum
tekur seg saman, trokar
seg fram at havinum og í
senn tekur á, segði
Kjartan Mørkøre.
Tað næsta á skránni var
felagssangurin >Til ung-
dómin< eftir Nordahl
Grieg, sum Árni Dahl
hevur tytt til føroyskt.
Nordahl Grieg gjerdi
orð undir krignum, sum
norðmenn kundu fløva seg
við og stimbrast av, segði
Steinbjorn B. Jacobsen.
— Orðini hjálptu teim-
um, og tey hjálpa okkum
eisini nú. Vit vilja frælsi
og lívið, tað vildi hann
eisini, segði Steinbjern,
áðrenn hann las yrking-
Friðarstuðlarnir sungu fleiri sangir. Tónleikararnir vóru annars. Heri Kragesteen, Pauli Hansen, Anna Sofía í
Brekkunum, Rigmor Restorf Rasmussen, Hanus Johansen, Ingun Simonsen, Arnbjern Sivertsen, Sunleif Rasmus-
sen, Kolbein Simonsen og Jónleif Jensen
Tann stóri salurin i Norðurlandahúsinum var upptikin, men restina av húsinum fyltu friðarfólkini
Nr. 126
27. oktober 144
kalmar fot