Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Væl veit eg, at tú er onki sannleiksvitni, men at tú kundi vera so óargaligur og lágtríðandi, sum tú vart á fundinum í Vágum, hevði eg ikki væntað. Ein skomm fyri oyggj okkara at hatta fór í út- varpið. Tú visti, at Realkreditt- stovnurin ikki luttekur í almennum tjaki um tey lán, teir játta ella sýta, tí visti tú, at Atli Dam ikki kundi svara, so nú bar til at rógva framundir, at Atli Dam í sínum starvi ikki hevði viðgjert Festu- Nr. 131 — 7. november 1984 Til Svend Aage Ellefsen varða á sakligan hátt og tí syrgt fyri, at Festuvarði fekk minni lår enn onnur skip. Tú visti eisini, at Atli Dam ikki játtar lánini, hetta ger stjórnin, men við tað at hon heldur ikki svarar tær, kundi tú royna at hunddálka Atla Dam, tí tú trúði tú slapst ósnikk- aður. Men sum nevndarlimur í tí felag, sum eigur Festu- varða, kann eg upplýsa, at tað projekt, vit sendu inn var uppí 19,8 mill. kr., og fingu vit játtað 9,5 mill. tíðindablaðið kr. í láni, ella so gott sum 50% ella nágreiniliga 48 %. Tað er onki undantak, men heldur reglan, at stovnurin ikki rekkur full- um 50%'um, tí peninga- upphæddir stovnsins eru avmarkaðar og umsóknir- nar nógvar og roynt verður at stuðla sum mest. Annars havi eg skilt, at tað, at vit longu í mars fingu 2,9 mill.kr. útgoldn- ar sum forhondslán, ein heilt óvanlig vælvild, og harafturat var havi eg skilt, at tað er fyrsta og higartil einasta lán sum gongur yvir 12 ár ímóti 10 árum vanliga, so vit eru helst betur viðgjerdir enn aðrir, ella fult so væl sum stovnurin nú er ferur fyri. Eg trúgvi, at tað stýrið, sum situr har, er at sær komið og ger ikki manna- mun 5. november 1984 Johan Magnussen Síða 3 Harra Svend Aage | Ellefsen Krossferð tín ímóti javn- aðarmonnum avdúkar, at tú kennir teg trongdan, tí froysir tú, sum var tað sjálvur meistari tín Óli Breckmann, ið orðini átti. Hevdu vit viljað jarð- lagt virki, sum tú ert med- ognari av, kundu vit havt latið verið við at tikið undir í fíggjarnevndini fyri teim mongu projekt- um, sum eitt nú sjálvstýr- isflokkurin brikslar okk- um fyri at hava bjargað, tá hann ikki tók undir. Tú nevnir Vesturvón, hann er júst prógv um, at javnaðarflokkurin stuðlar tá tervur er, og tá útlit eru fyri bettum rakstri. Tað var javnadarstyrid frá 1970, sum legði lániviður- skifti Vesturvóns so til rættis, at skipið fekk meguleika at greiða sínar skyldur, sum tað so ruddi- liga hevur gjert síðani. Vit hava ongantíð lagt á eigararnar av Jatnakletti, men víst á ódámliga og ólegliga framferð, sum landsstýrið hevur gjert seg sekt í í hesum máli. Tú veitst at okkara poli- tikkur júst er at royna at varðveita skip og arbeiðs- pláss har sum tey eru komin. Demi eru Suður- fisk, Nónhamar og onnur. Tað var javnaðarflokk- urin, sum i 1970 fekk sett í samgonguskjalid, »at ar- beidsskapandi virki mugu ikki steðga, men um neyð- ugt rekast av tí almenna inntil haldgóð loysn kann finnast á staðnum“. So vítt eg minnist bleiv hetta standandi í skjel- unum í 1970, 1974 og 1978. Hinvegin eru undir hes- um stýri skip farin av knóranum og seld í aðra bygd av landsstýrinum, t.d. Sjúrðarklettur av Tveroyri sum fór til Havn- ar. Ósmæðin hevur tú verið í lutteku tíni í fíggjar- nevndini, har tú heldur enn at fara ay fundi, hevur mál, sum vidgjørt vidkoma tær sjålvum, t. d. nú um dagarnar í sam- band við kreppulán til Reynsatind, sum selur í- gjøgnum sølufelag tykk- ara. Heldur ikki er tað sørt, at ein partur av útlegg- inum og veitingunum uppá 17 mill. kr. til Gilja- nes beinleiðis er komin tær sjálvum til gagns. Tað eru sokallaðir »vinnulivsmenn« sum tú, ið koma vinnulívi okkara í ringt orð. Sum máa virdingina undan og gera álitið veik- ari fyri okkara vinnurek- andi, sum vit altíð hava havt virðing fyri. Vit hava hana enn, men tað er ikki tær fyri at takka. Atli P. Dam Lýsing Veljarar verða bidnir um — fyri at lætta mest meguligt um avgreiðsl- una — at hava valkortið við, tá teir koma til valborðið. Veljari, ið hevur ikki fingið valkort ella hevur mist valkortið burtur, fær nýtt valkort hjá fólkayvirlitinum, ið hevur fólk á valstaðnum. Valstýrið í Tórshavn, 2. november 1984 Jens Marius Poulsen form. Upplýsing til | Adolf V. Hansen Á valfundi, sum varð út- varpaður um alt landið, segði Adolf úr kristiliga flokkinum, at hansara flokkur er tann einasti, ið hevur familjupolitikk á skránni. Hetta er beinleið- is ósatt. Sum eg áður havi víst á, so forpliktar hesin nýggi hamurin ikki so lítið — í hvussu er skuldi ein kunn- að roknað við, at tað, sum sjálvur formaðurin bar fram, var satt. Kristiligi flokkurin hev ur kunngjørt, at politikk- ur kemur i aðru rød. Tad er hugstoytt at sannleikin eftir øllum at dema kemur í aðru rød ella aftari. Fyri javnaðarflokkin hevur familjupolitikkur al- tíð verið líka týðandi sum onnur samfelagsmál. Les virkisskrá javnaðar- floksins í Sosialinum 6. november. Gisleyg