Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-01-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. januar 1985síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Prát við Ingrid Hestoy, rithovunda: Ferðaleiðari í skuggalandi At tora at kaga niður á botn og koma á fotur aftur, — tað gevur styrki, sigur Ingrid Hestov. rithøvundur, í samrødu við Sosialin. Í løtuni er hon í jólafrí i Føroyum. Prátið snýr seg um stuttsogusavnið >Piprandi Hjarta«, sum Ingrid saman við beiggjanum Heina Hestoy, hevur givið út. Av tí at Heini Hestoy í lotuni er uttanlands í arbeiði, snýr prátið seg bert um tann partin, sum Ingrid hevur skrivað Fyri tann, sum fekk stutt- segusavnið »Piprandi Hjarta« i jolagåvu, ella sum hevur verid i boka- búðini og ognað sær bók- ina, var tað ikki vanligur jólalesnaður, sum lesarin her fekk innlit í. Systkini Heini og Ing- rid Hestoy hava í felag skrivað bókina, sum eru hugtakandi kensluligar lýsingar, harðrendar, ber- segnar og skakandi um- steður hjá menniskjum í ómenniskjansligum um- hvørvi o.s. fr. Stutt sagt, — neyvan hevur slikt stuttsøgusavn verið skrivað á føroyskum máli áður, — av feroysk- um rithevundum. Ingrid Hestoy er ættað av Tveroyri. Hon er 36 ára gomul og gongur í letuni á Journalistháskúlanum í Árhus. Hon var bert 16 ára gomul, tá hon á fyrsta sinni fór til Danmarkar, har hon hevur gingið í skúla og havt ymiskt fyri- fallandi arbeiði. Kvinnukúgan Í stuttsegusavninum er Ingridar partur í innihaldi um kvinnu, sum kallast Hanna Joensen. Vit hitta hana, tá hon er niður- undirkomin av tablett- og rúsdrekkamisnýtslu, og verður innlegd á psykiatr- iska deild. Orsekin til hetta er, at maður Honnu gjøgnum fleiri ár hevur kúgað og bukað hana. Nú er hon so oydiløgd, at ver- pápin krevur, at Hanna skal undir viðgerð. Tær hugsanir, sum Hanna Joensen ger sær, áðrenn og aftaná hon verður innlegd, sýna, at hon bæði er glogg og dugir at eygleiða umheimin. Kort- ini letur hon sær bjóða slíka harðrenda og ómenn- iskjansliga viðferð. Hóast skilagóð, hvussu ber tað til, at hon letur seg buka og kúga, uttan at gera nakað fyri at sleppa til rímingar? Tað er so logið, men menniskju kunnu lata seg kúga so langt um alt kensluligt mark, uttan at viðurkenna veruleikan, sigur Ingrid. Tey hava mist sjálvsvirðingina og halda ikki, at tey eiga kærleika til góðar. Tá eg gav hesum persóni navnið Hanna, so var tað eisini fyri at mynda kynsleiklut henn- ara. Hanna stendur fyri tí maskulina i kvinnuni, meðan a'ið stendur fyri ti feminina. Um tú ikki við- urkennir tann leiklut, sum tær verður tillutað, koma trupulleikarnir. Maðurin eigur eftir rottum fyriskriftum at vera djarvur og ikki visa kenslur. um alt ikki gong ur honum til vildar. Er slíkur maður veikur, so kann hann eitt nú hevna seg inn á konuna, fyri at kenna seg við yvirlutan. Tað er ikki óvanligt, at slíkir menn buka og kúga konurnar, ti tær eru nærmast at taka ímóti. Kjøtmarknadurin Ikki soleidis at skilja, menn kunnu eisini hug- takast av kvinnum, sum tora at visa styrki, men samstundis verða teir 0- tryggir, tí leikpartarnir mynda seg øvugt. Ingrid brosar og sigur: — Tó verða kjansirnir á kjet- marknaðinum eisini minni! — Viðvíkjandi Honnu, so kemur hon inn í slíka tvístoðu í persónligu um- stoðum sínum, at hon at enda noyðist at fáa psyk- iatriska viðgerð. Hví ger hon ikki upp- reistur móti órættinum og harðrendu viðferðini? Hon er t.d. ein lýsing av teimum ungu gent- unum í 50-unum og 60-un- um, sum fóru blaðungar til Danmarkar at arbeiða. — Ég plagi at taka til, at stersta útflutningsvera í Føroyum í hesum tíðar- skeiði vóru konufólk. Um tú kannar tað, so vóru flestu av hesum gentum í arbeiði á gistingarhúsum í Keypmannahavn. Tær Nr. 2 — 5. januar 1985 um heim- kendu ikki nogv til hvørvid uttanfyri bygdina, og ti ókendar við donsk viðurskifti. Hittu tær síðan ein dana, sum líktist foroyingum, tað vil siga heldur rokutar menn, sumliktust teimum dreingjum, tær kendu heimanífrá, so kendi tær seg væl. Bert vistu hesar gentur ikki, at verumátin millum danir er ødrvisi, og at hesi garpar kanska ikki sótu so væl til tað sam- felagið, sum teir búleikað- ust í. Hanna Joensen fekk slíkan mann, sum bukar hana likamliga og sålar- liga, til hon at enda missir veruleikan burtur og ikki kennir seg hava innivist nakrastaðni. Hon verður virðisleys í egnum eygum, og tí sleppur hon sær ikki til rymingar. Hennara leiklutur verdur at vera manninum til vildar, tó at tað kortini ikki betir um støduna. Roynir hon at seta seg upp móti harð- skapinum hjá manninum við at svara aftur og ger- ast ónd, so bukar hann hana. Roynir hon har- afturimóti at látast sum einki, so øsir tað eisini mannin. Hann bukar hana kortini. — Samstundis roynir maðurin at ræða hana við at hann skal hevna seg, um hon grettir nakað fyri eðrum um teirra samlív. Niðurundirkomin, sum hon er, góðtekur hon, at Ingrid Hestoy, rithøv- undi: — Hevur tú kag- að á botn og er komin undan kavi aftur, er tað ein styrki í sjálvum sær. At verða ferðaleiðari í skúggalandi er tí ein av- bjóðing, sum tú noyðist at taka av. ;