leygardagur 5. januar 1985síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2 — 5. januar 1985
eingin loysn er á trupul-
leikunum
Ikki sinnisjúk
Hóast Hanna er niður-
undirkomin bæði likam-
liga og sálarliga, tá hon
verður innløgd, er hon
kortini ikki svartskygd.
Hon dugir at síggja um-
steðurnar hjá sær sjálvari
og hinum sjúklingunum á
deildini klárt og á skemti-
ligan hátt, sum als ikki er
veruleikafjart ella sum
sorgartilburðir?
— Tá Hanna kemur á
psykiatrisku deild, er hon
komin so langt, at hon
kagar niður á botn í
skuggalandið, har flest
fólk vanliga sleppa undan
at ferðast. Á deildini
kemur hon í samband við
onnur menniskju, sum
kenna til hennara trupul-
leikar og sum hava havt
somu royndir sum hon.
Hetta er ein styrki, tí
sjúklingar her tosa saman
og kunnu ugga hvenn
annan við at geva ráð og
vegleiðing um, hvat tey
halda vera best, fyri at
koma á fetur aftur. Hon
verður var við, at hon ikki
er einsamell við sínum
trupulleikum. Tað er tí
ikki við ringum tannabiti,
at Hanna er á psykiatr-
isku deild. Hon fær vissu
fyri, at hon ikki er sinnis-
sjúk ella á annan hátt
øårvisi enn fólk flest.
Hevur sambandið til
hjákonuna hjá manninum
ávirkan á, at Hanna letur
seg buka og kúga?
— Maðurin nýtir báðar
kvinnurnar fyri at fáa
trygd fyri, at Hanna ikki
skal fara frá honum. Kort-
ini skilir hann ikki med-
ferðina hjá konu síni, og
ivast í, um hon bert er
hjartagóð ella íkki vil
visa, at hon er ovundsjúk.
Hon letur hann fara til
hjåkonuna fyri at fáa frið.
So verður hon ikki bukað
ta lotuna. Hanna og mað-
urin eiga eisini ein son og
hon fær frið í hesum tíð-
arskeiði at vera saman við
soninum.
Vonloysisødi
Er her ikki talan um sålar-
liga kúgan?
— Hjunini hava nå ikki
longur nakrar kenslur fyri
hverjum eðrum. Hanna er
vorðin kenslukøld av upp-
livingum teirra, og iva-
leyst kennir maðurin tað
somuleiðis. Tey liva bert
saman í vónloysiseði, sum
myndar seg í harðskapi.
Tað er so vanligt, at
fólk halda slíka kvinnu
sum Honnu vera maso-
chist. Er tað ein vanlig
umbering fyri, at med-
menniskjuni góðtaka vit-
anina um, at samlív mill-
um slík hjún er veruleiki?
— Tað er avgjert ein
umbering, tí flest all
kenna hjún, sum hava
slíkt samliv. — Nei, so-
leiðis liva masochistiskar
kvinnur ikki. Tær hava
dirvi at viðurkenna, at
tær eru eðrvisi enn kvinn-
ur flest á kensluliga øk-
inum, og finna sær menn
sum eru góðar við tær
Teirra samliv er grundað á
kærleika, ikki harð-
skap.
— Nei, Hanna er ikki
masochist, enn minni er
maður hennara sadistur.
Hann er bert ein lítil
veikur, ótryggur drongur,
sum er um at míða i buks-
urnar í bangilsi, soleiðis
sum hann fer við konu
síni. Heldur ikki hann eig-
ur vónina um, at hann
hevur kærleikan til góðar.
Heldur tú at persónurin
Hanna Joensen er vanlig,
— eisini í Feroyum?
— Ja, tað eri eg sann-
ferd um. Slíkar kvinnur og
menn finnast alla staðni,
eisini í Feroyum, — í
hópatali. Tað er m.a. ti
eg havi skrivað hetta.
Kvinnur skulu vita, at tær
ikki eru einsamallar í
teirra vanlagnu. Eg havi
tosað við so nógvar konur,
sum blíva bukaðar, at tað
ikki skal vera ivi um, at
tað kemur fyri onku-
staðni, hvønn dag!
Reydi trådurin
Er søgan um
sjålvsupplivingar?
- Fyri ein part eru tad
hendingar, sum eg sjålv
havi upplivað, men tað er
eisini tikið burturúr teim-
um lagnum, sum eg havi
hitt gjøgnum árini, eins
og ein partur er fiktión. Tó
skal sigast, at tann reyði
tráðurin, sum gongur
gjøgnum allar stuttsøgur-
nar, eru sjålvsuppliving-
ar.
Hvi hava Heini, beiggi
tin og tú valt at geva bók-
ina út í felag?
— Upprunaliga var tað
ikki mín ætlan, at geva
hetta út á prent. Eg havi
altid fingist við at skriva,
og tá svevnlagið fyri
nekrum árum síðan var
vánaligt, var tað natúrligt
hjá mær at skriva um
næturnar. Jóhannis Enni,
lærari á Tveroyri, plagdi
at lesa tað eg skrivaði, og
tá hann sá segurnar um
Honnu, helt hann, at eg
skuldi geva tað út í bók.
— Persónliga vildi eg ikki,
at hesar segur skuldu
standa einsamallar, ti tað
— eins og í Danmark sein-
astu árini, kundi skiljast
sum ein ákæra móti
mannfólkum sum heild,
t.v.s. sum ein reyðhosu-
bók. Hetta tosaði eg við
Heina um, hann hevur
eisini skrivað nógv gjøgn-
um árini. Okkara skrivi-
háttur er ógvuliga ym-
iskur, at tí at hann skrivar
meira kensluborið og
hugsar eðrvísi enn eg.
Hetta tilfarið í felag hildu
vit vera betur egnað sum
ein heild.
Honnu
Einki at balla inn
Málburðurin í tínum parti
hevur eisini verið nógv
umreddur?
Tað var eisini ein tvi-
dráttur millum Jóhannes
Enni og meg, tá segurnar
skuldu prentast. Hann
helt ikki, at tey >fúlue
orðini skuldu koma upp á
prent. Kortini helt eg at
júst her er styrkin í søguni
í hesum feri. Slík kvinna,
sum er fylt av tablettum
og rúsdrekka, sálarliga og
likamliga niðurundirkom-
in, vandar sær ikki um
orðini. Hon sigur bart út
tað sum hon hugsar, tí
hon er fyri langari tíð síð-
an givin at balla inn orð og
kenslur. Eg noyðist tó at
góðtaka, at tað málsliga
kundi verið eitt sindur
eðrvísi, og at nakrar
»kiskur« eru, sum eg
kundi koyrt burtur, men
tað gerst ikki við. Kanska
verður tað betri næstu
ferð.
Nýtt
stuttsøgusavn
I løtuni er næsta stutt-
søgusavnid hjå Ingrid og
Heina Hestoy um at vera
greitt til prentingar. Við-
víkjandi Ingridar parti, so
er hann um Honnu Joen-
sen enn einaferð. Hesaferð
um tíðina, tá hon sum 16
ára gomul fór til Dan
markar og fram til nútið-
ina
Uppskotið til heitið á
stuttsegusavninum
»Piprandi Hjarta< sigur
Ingrid soleiðis frá:
Eg sá eina sjón-
varpssending í Danmark
einaferð. Tað var Steen
Hegeler, sum saman við
nekrum reyðhosum um-
røddu mans- og kvinnu-
leiklutirnar. Steen Heg-
eler kendi seg raktan av tí,
sum reyðhosurnar ferdu
fram og segði: >— hvussu
ofta hava menn tykkara
ikki sitið við piprandi
hjarta teirra í lógvanum
og rætt tað fram? — Men
tit søgdu nei takk !!
At enda sigur Ingrid
— Eg vildi ikki eiga pipr-
andi hjartað.
Dagny Joensen
FERÐSLUTRYGD
es"... -
tn, =?
A
er at halda seg til
loyvdu ferðina
|
|
- =
|
-——
Ellis- & Avlamis-
heimið
í Vágum
Á
1
Tokk.
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæri maður og pápi
BERNHARD LEUTHENBERGER
Keypmannahavn
doyði og varð jarðaður.
Takk fyri blómur og takk fái tit, sum
fylgdu honum á seinasta hvíldarstað
hansara.
Familjuna vegna
Ragnhild og genturnar
sekir eftir vikari fyri deildarleiðara og
einari sjúkrasystir í eitt ár vegna far-
loyvi.
Løn sambart sáttmála.
Umsókn við avriti av prógvi v.m.
verður at senda heiminum áðrenn 20.
februar 1985.
Nærri upplýsing um størvini við at
venda sær til heimið.
— Lýsingin er samstundis send
Sygeplejersken.
Telefonrokningar
Við tað at telefonrokningarnar fyri
jan. ársfj. eru nakað seinkaðar,
verður seinasti gjalddagur fyri januar
tann 15. januar.
Fyri februar og marts er gjalddag-
urin óbroyttur og sum tilskilað á inn-
gjaldingarkortinum tann 10. í mán-
aðinum.
Telefonverkið
Tannklinikkin
i Kollafirði
Avtala um tíð til viðgerð fæst á tlf.
21 510.
Terje Davidsen
tannlækni
Líðin
3862 Kollafjørður
BRÚKTUR BILUR ER EITT ÁLITISMÁL
VIT HAVA GÓÐAR
BRÚKTAR BILAR
Á GOYMSLU
SÁMULIGIR PRÍSIR — LAGALIG FÍGGING
Æ& AUTO Service
: 1
Sida 13
Tårshavn tif 1 3434
Leirvik tif. 4 3038
Klakksvík tif. 5 5454
Skálavík tif. 6 1231
Landavegur 2
tif. 15264
MYNT-
VASK
Jénas
Broncksgøta 34
Opið allar dagar
ki. 7—21
Sunnudag stongt.
Bryggjarí
tif. 14728
svarar eisini aftan á
kl. 17.