Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Per Gaard, valevni Javnaðarfloksins Skulamål i Havn Síðani ta fyrstu størru út- stykkingina í Havn í 73, útstykking 1 í Hoyvík, sum tá var í Tórshavnar uttanbíggja kommunu, er Havnin vaksin so nógv út- eftir allar vegir, at skúla- vegurin hjá nógvum børnum er so langur, at tað, serliga hvat teimum smærru bernunum viðvík- ir, má kallast óforsvarligt. Skúli varð bygdur í Hoyvík, og tað hjálpti uppá tervin har uppi, men nú er ekið yviri á Flat, undir Brúnni og við Norð- ara Horn eisini bygt. Har- til fram við Marknagils- vegnum. Tað er langt hjá bernum í 1. flokki at fara av Norðara Horn heim í Venjingarskúlan. Somu- leiðis at fara undan Brúnni og oman í Komm- unuskúlan. Tað er tíð uppá, at tak ell skúlaviðurskifti í Havn upp til umhugsunnar. Onkuntíð hevur verið frammi at savna fram- haldsdeildirnar í Komm- unuskúlanum. Tað hevði gjørt, at teir kundu fingið nógv fleiri valmeguleikar. Tað átti tí at verðið bygdir smærri skúlar í út- jaðrunum í býnum, í hvussu so er til bernini í 1. upp í 3. flokk. Viðvíkjandi tí eina partinum av Venj- ingarskúlanum tann skúlin, sum liggur við bryggjaríið — er at siga, at har má gerast okkurt, og tað beinanvegin. Har eru 4 skúlastovur, serund- irvísingarstova og ein lær- arastova. Innan er húsið klætt við bleytum plátum og er sostatt ein sonn deyðsfella, um eldur skuldi komið í. Hesar plátur gera eitr- andi og eldfimt gass frá sær, tá tær verða nóg heit- ar, og hvussu steðan hevði verið har, um eldur kom í og eini 80 bern vóru inni, ja, tað torir ein valla at hugsa um. Per Gaard tíðindablaðið Tórfinn Smith, valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Havn: „Kvinnurnar bert til pynt á listanum« — So litid virdir Kvinnulistin tær kvinnur, sum uppstilladar eru fyri annan flokk. Sjåldsama sakligt hevur hetta valstridid i samband við komandi býráðsval higartil verið, um vit bera saman við undanfarin val- stríð. Seinasta mikudag kom tó eitt lítið misljóð í. Hetta var á baksíðuni á Oyggjatíðindi, har Kvinnulistin hendan dagin hevði orðið. Har verða álopini vend móti Javnaðarflokkinum. Javnaðarflokkurin er manschauvinistiskur, verður sagt. Javnaðar- flokkurin heldur fram við grovu antikvinnuligu linj- uni, 0. s. fr. Og leggja um- boðini fyri Kvinnulistan aftrat: Burtursæð frá Jonu í tí eina førinum, so hava kvinnurnar bert verið til pynt á hesum lista. Lat meg taka hetta sein- asta brotið fyrst. At kvinnur prýða er beint. Tað gera allar kvinnur, eisini = javnaðarkvinnur. Men at hesi deomkratisku valdu umboð Javnaðar- floksins fáa eina tílíka við- ferð, tykir mær undir alt mát. Hesar kvinnur, hvers hugsjón er grundað á demokratisku sosialism- una, og tí vilja bjóða seg fram, at berjast fyri hesi sek og fyri tann flokk tær umboða, hava ikki uppi- borið at fáa eitt tílíkt skoðsmál. Mótvegis teim- um á kvinnulistanum, vilja hesar javnaðarkvinn- ur luttaka í politikki, tí tær hava eina politiska hugsjón, og ikki ber tí, at Nr. 141 — 29. november 1984 tær eru kvinnur. Tað er að almunurin. Brævið, ið var misskilt Tað,sum fær sinnið í hes- um umboðum hjá Kvinnu- listanum at fara í kók er, sum skilst á greinini, eitt bræv, sum Javnaðarfel- agið hevur sent út til sínar limir. Í hesum brævi verður millum annað heitt á limir- nar í javnaðarfelagnum um at tey, sum vilja velja kvinnur, velja kvinnur á javnaðarlistanum. Hvussu Kvinnulistin kann misskilja hetta bræv er mær ófatiligt. Hvat er meira natúrligt, enn tað, at eitt politiskt felag mæl ir limum sínum til at stuðla tey, sum hetta felag hevur stillað upp? Mælir Kvinnulistin ikki fólk ti at velja Kvinnulistan ? Javnaðarflokkurin virkar fyri javnrættindi Ein og hver, sum hevur fylgt bert eitt lítið sindur við í politikki veit, at Javnaðarflokkurin hevur sum eitt av aðalmálum sínum at byggja upp eitt samfelag við javnrættind- um á øllum økjum. Øll eiga javnbjóðis rættindi uttan mun til vit, trúgv, kyn, starv ella inntøku, stendur i stevnuskrá Javnaðarfloksins, — um nakar skuldi verið í iva. Tórfinn Smith Hvat skal hon eta? Ein kona segði mær, nú ein dagin, at hon frá lækn- anum hevði fingið at vita, at hon hevði ov nógv av Cholestoroli í blóðin- um. — Læknin bað meg ikki etå ov nógv av feitti, men er tað nóg mikið? spurdi hon. Nei, tað er ikki nóg mikið, ti tað veldst um, hvat slag av feitti, ein vanliga etur Hvat er Cholestorol? Cholesterol er ein alkohol, men kortini verdur tad i vanligari talu nevnt eitt feittliknandi = evni og verður bólkað saman við lipidunum. Cholesterol er at finna allastaðni í kropp- inum og er m.a. neyðugt til gerðina av gallsýrunum og av ymiskum hor- monum. Í blóðinum hjálp- ir Cholesterolið við til at flyta feittsýrurnar, har tær skulu. Orsekin til at Cholesterol ikki verður livsneydugt er, at kropp- urin sjálvur evnar tað úr eðrum tilfari. Ein åvis mong av Cholesteroli skal vera í blóðinum, men verður mongdin ov stór, er vandi fyri, at tað saman við feitti og Calsiumi legst innan um æðrarnar. Hetta er tað, vit í vanligari talu kalla æðrakálking. Eisini evnið í gallsteinum er fyri stersta partin Cholesterol. Cholesterol- mongdin í blóðinum Í einum sokallaðum væl- ferðarsamfelagi er norm- ala mongdin av Cholester- blóðinum 140—260 oli í mg/100 ml, tá tú ert yngri enn 35 ár, og ímillum 205—290 mg/100 ml, tá tú ert eldri enn 35 ár. Meðalvirðini av hesum tølum eru tó tey bestu at halda seg til. Fer Cholesterolmongdin upp um hesi tel, er grund til at óttast fyri heilsuni og at fáa talið niður aftur sum skjótast. Hetta letur seg vanliga gera við bert at broyta feittsamanseting- ina í matinum, at eta nógv grønmeti og grovt breyð. Hvat slag av feitti er so tað besta? Prógv er fyri, at mettað feitt hækkar um Cholest- erolmongdina í blóðinum. Omettad feitt ger hvorki til ella frá, meðan feitt, hvar tær fleirómettaðu feittsýrurnar dominera, fær Cholesterolmongdina at minka. Nevnda konan skal so- statt eta tað feittið, har lutfallið = ímillum tær mettaðu og fleiromettadu feittsýrurnar er meira enn 1,5, verður skrivað PS 1,5. (Spik hevur P/S 2,0, tálg bert hevur P/S 0,03). Ger hon hetta, sam- Ger hon hetta, sam- stundis sum hon etur nógv gronmeti og grovt breyð, kann hon innan fyri 14 dagar til 1 mánaða minka Cholesterolmongd- ina við 15—25%, um mongdin er t.d. 360 mg/100 mg/100 ml. Her er eitt litid kost- yviriit yvir, nvat 10 er egnað og ikki egnað at eta. Góður matur er alt sjófiti, undantikið rogn, livur og kaviar, tí har er ov nógv Cholesterol í. Sjó- fuglur, høsnarungi, soltið kjøt, soltin mjólkarúr- dráttur t.d. skyr og 20% ostur, skúmað mjólk og blak. Allur grovur korn- úrdráttur, alt gronmeti og oll frukt (ikki kokusnøt). Egg. ið inniheldur ov nógv av Cholesteroli, pískiskúm, vanligt marg- arin, plantumargarin, alt vanligt feitt, svínafeitt og tålg, smør, livurpostej, feitur vidskeri, mayonaise og søtmeti er matur, ein eigur at halda seg frå i slikum føri sum hesum. Kostvegleiding Tad er stórur tørvur å kostvegleiding innan heilsuverkið. I letuni er bert ein kostvegleidari knyttur at heilsuverkin- um, og hon starvast å Landssjåkrahusinum. Tå ein veit, hvussu stóran fyribyrgjandi tydn- ing kosturin hevur fyri ymiskar sjåkur, og at hann nærmast kann kall- ast heilivågur fyri aðrar, átti tað at verið eitt sera rímiligt krav at fingið kostvegleiðarar, t.d. í samband við heilsumið- steðirnar. Tað verður ikki hetta slagið av starvsfólki innan heilsuverkið, ið fer at tyngja mest á figgjar- ætlanini. Sum er verður henda vegleiðing latin læknum og sjúkrasystrum í hendi at rekja. Hetta er eitt stórt mistak, tí tann, ið fæst við kostsvegleið- ing, má hava eins holla útbúgving m.a. í kost- planlegging, og tað hava hesi vanliga ixki. Aðrastaðni eru tað hús- haid-' erasar evt. við ser- „g i diætetik ella oanur við somu suppler- andi serútbúgving, ið rekja hetta arbeiðið. Feroya landsstýri ella kommunurnar sjálvar eiga sum skjótast at taka hetta týdningarmikla mál til viðgerðar. Í løtuni vantar okkum útbúgvið fólk, men er eftirspurningur eftir slíkari arbeiðsmegi, fara uttan iva fleiri at fáa sær slíka útbúgving. Sigrid SOSjalurin telf. 11820