Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 141 — 29. november 1984 tíðindablaðið Síða 3 SENSATION! Olja og gass undir Føroyum Tað er gass og olja í før- oysku undirgrundini. Hetta verdur upplyst i eini bók, sum kemur út fyrsta dagin. Bókin er tilfar frá teimum boringum, sum vórðu gjerdar í Vest- manna og Lopra í 1980 og 81 og kanningum, sum gjørdar eru aftaná av yms- um vísindafólkum í fleiri londum. Feroysku fjølmidlarnir hava fingið sendandi fer- oyska samandráttin í bók- ini, ið er á enskum. Har verður skrivað um gassið, ið kom upp úr boriholinum í Lopra „Í Lopra sást metanrikt gass bulla úr vatnstreym- inum. Ísotopkanningar av metaninum og gasschrom- atografikanningar av heilt smáum negdum av olju, sum drigin varð úr vatn- inum, vísa, at tað snýr seg natúrligt gass og ráolju, sum tilgjørd eru av liv- runnum tilfari av sjóvar- uppruna. Vid tað, at gass/- vatnlutfallið ekist niður- eftir og oljurákin er týði- ligari av royndarlutum, sum tiknir vóru djúpari niðri, verður hildið, at gassið og oljan stava frá somu lind undir basaltflá Boriðholið i Lopra kanska fyrsta tekinid um oljurikidømi í føroysku undirgrundini unum« stendur í føroyska samantakinum Hesi kanningarúrslit geva okkum eina hóming av, at tað eru lívrunnin evni (sediment) undir bas- altinum. Hesi mugu nevni- liga vera til staðar, um tal- an skal vera um at finna olju. Hetta er fyrstu ferð, at vit við kanningum, hava fingið nakað at vita um, hvat er undir basaltinum, ið Feroyar liggja á. Tað má sigast at vera nakað av eini tilvild, at vit nú hava fingið nýggjar upplýsingar um =undir- grundina, sum benda å, at har møguliga finst olja og gass. Boringarnar i Lopra vøru nevndiliga lidnar, tå menn lótu upp fyri bori- holinum og varnaðust, at gass kom upp úr dypinum. Hetta var alt fyri eitt sent til kanningar og enn fleiri royndir vórðu tiknar. Nú fyriliggur so úrslitið. Spurningurin er nú, hvat okkara myndugleikar vilja gera. Hetta eru fyribils ó- svaraðir spurningar kanska eitt komandi landsstýri fer at taka steðu til meguligar nýggj- ar kanningar. jan Nú selja vit norð- Vatnorkuútbyggingin í Eysturoynni: monnum sila- yngul Hver skuldi trúð tí! At vit feroyingar nú selja norð- monnum sílayngul. Tað eru bert fá ár síðani, at norðmenn lótu okkum fáa burturav teirra egna laksastovni, rogn, til at. klekja og ala víðari í nýggju feroysku alivinn- uni. Í seinastu viku fóru 100.000 sílayngul til Nor- skipi. Sílayngulin stavar upprunaliga frá steðini við Áir, men er startfóðraður á alisteðini hjá Hera Hjelm í Hovi. Norðmenn hava ikki nokk av síla- yngli og hava teir tí biðið okkum selja teimum í fyrsta umfari 100.000 stykki. Prísurin er 10 kr. stykkið. egs við seråtgjørdum jan Rættingar: Og... Í greinini >Hvar bleiv ar- | Í lesarabrævinum hjá O.J. beiðsávísingin av« hjá | „Miðvágur/Sandavágur Martin Ejdesgaard í Sos- | var eisini nakað dottið ialinum týsdagin var ein | burtur. Brævi skuldi regla dottin burtur. Fjórða brot skuldi byrja soleiðis: Teir borgarligu — vid- ganga, at arbeidsloysi er, og tad slepst lættast und- an, vid ikki at kunngera at byrådid tekur sær av at å- vísa fólki arbeiði. byrja soleiðis: Til hetta petti í greinini skal viðmerkjast, at Sandavágur eigur helm- ingin av flakavirkinum Snarfrost og fekk í fjør 35 pst. av úrtekuni av hesum virki (vegna fólkatrot). Logtingið skal nú steðga SEV Tingfundurin var júst settur, tá blaðið fór til prentingar í gjár. Tað eydnaðist okkum tó at fáa hendur á einum uppskoti, sum ætlanin var at leggja fyri tingið í gjár ella á einum eðrum fundi. Uppskotið snýr seg um at steðga vatnorkuútbyggingini hjá SEV. Tað er soljóðandi: »1. Legtingið heitir á SEV um at steðga all- ari vatnorkuutbygg- ing í 3 mánaðir, so løg- tingið kann viðgera hesa verkætlan. Av tí at drúgv tíð kann ganga áðrenn nýtt landsstýri er skipað, velur legting- ið eina 6-mannanevnd til at viðgera málið og at útvega allar neyð- ugar upplysingar.« Í viðmerkingini verður sagt: „Víst verður á, at lands- stýrismaðurin í orkumál- um í landsstýrinum 1981- 1984 játtaði tinginum høvi til at umreða SEV -út- byggingina og sonevndu Veðranesætlanina — (Ber- dal-kanningin). Leggjast kann aftrat, at hetta er ikki hent, og ger vart vid, at heldur ikki landsstyrid sum kollektivt stýrisorgan hevur vid- gjert ætlanina á fundi. Tað verður tí hildið neyðugt, at veita legting- inum rímiligt skotbrá til at viðgera vatnorkumálið sum heild.« Tað eru tingmenn úr øll- um flokkum uttan Sjálv- stýrisflokkinum og Sam- bandsflokkinum, sum leggja uppskotið fram. Vit fingu nevnini á hesum: Adolf Hansen, Signar Hansen, Karin Kjølbro, Jóannes Dalsgaard, Jógv- an Sundstein og Tummas Arabo. jan