hósdagur 29. november 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 141 — 29. november 1984 tiðindablaðið
Pengarnir fyri Sancy
skula brúkast til
Síða 5
Kostaði 2.500 kr.
at brúka
vanlig orð
— Skuldseting, sum hoyrist og sæst
nýggja ætlan
Teir sjey menninir, sum
eiga ísfiskatrolaran
Sancy, ætla at royna okk-
urt annað í fiskivinnuni.
Tí verður Sancy seldur,
upplýsir reiðarin Helgi
Fossádal. Sancy er lýstur
til selu bæði i Føroyum og
uttanlands.
Í Feroyum hevur tað
vakt ans, at hesin ísfiska-
trolarin, sum varð keyptur
úr Fraklandi fyri hálvum-
eðrum ári síðani, nú er til
selu. Hann hevur roynst
stak væl og fiskað nógv.
Yngsti
blaðstjórin
John Dalsgarð er nú
settur sum blaðstjóri á
14. September. Sam-
stundis ganga tíðindi
um, at Hans J. Debes
skal setast sum polit-
iskur blaðstjóri, men
endalig avgerð er ikki
tikin um hetta, hava
vit fingið upplýst.
John Dalsgarð er 27
ára gamal og sostatt
yngsti blaðstjóri á fer-
oysku tíðindableðun-
um.
Gentukór
á bandi
Fuglafjarðar gentukór
hevur givið út band við
12 sangum, sum vórðu
tiknir upp stutt eftir
væl eydnaðu Danmark-
arferðina hjá kórinum
á páskum í fjer.
Upptøkan er gjørd í
fimleikarhellini i
Fuglafirði og stóð Reg-
in Bjarnastein fyri
henni.
Gjerd eru eitt túsund
bond og kostar bandið
80 kr.
Teir sjey mánaðirnar,
hann royndi í 1983, fiskaði
hann 2.800 tons. Og í ár
fer hann væl yvir 3.000
tons, upplýsir Helgi
Fossádal. Hann sigur at
einasta orsek til, teir nú
ætia at selja Sancy, er
hon, at teir hava brúk fyri
eginpeningi til nýggju ætl-
anina. Helgi Fossádal vil
ikki enn upplýsa, hver
nýggja ætlanin er, annað
enn, at hon hevur sam-
band við fiskivinnuna.
Verdur 26 milliónir
Helgi Fossádal sigur, at
teir fara at royna at fá 26-
27 mill. kr. fyri Sancy. Tað
er hann avgjert verdur og
hann hevur góða fígging.
Sancy varð keyptur fyri
góðar 10 mill. kr., men aðr-
ar 14 milliónir eru brúktar
til umbygging og annað,
so hann stendur eigarun-
um í 24 mill. kr. Sancy er
bygdur í 1974, men um-
bygdur í 1982. Hetta árið
fekk hann eisini nýggja
Letur upp
a middegi
— Franskur listamaður við myndum úr
Føroyum
Å middegi i dag letur upp
framsýning i Smiðjuni i
Litluvik.
Tad er Philippe Carré år
Bourgogne i Fraklandi,
sum synir fram klipp-
myndir av bylingum i
Havn og å bygd.
Philippe kom fyrstu ferð
til Feroya í 1975 og hevur
síðani ofta verið her. Hann
hevur fyrr havt framsýn-
ing í Smiðjuni, tað var í
august 1982, og hann var
við á 6lavsøkuframsyning-
um í 1982, 83 og 84.
Philippe er avlærdur
ljósmyndari og hevur
m.a. gjørt myndirnar til
Ravnating, sum Kristian
Blak gjerdi tónleikin til.
Framsýningin er opin í
dag, fríggjadagin, leygar-
dagin, sunnudagin og
mánadagin kl. 12.00 —
18.00. Leygardagin og
sunnudagin kl. 14.00 fara
Kristian Blak, Sharon
Weiss og Eyðun Hansen
at spæla úr verkinum hjá
Kristian „Concerto
Grotto«.
maskinu og nýggj spøl.
Sancy kom inn tysdagin
við 150.000 pundum.
Hann hevði roynt í eina
viku.
Sancy roynir á djúpum
vatni og helvtin av veið-
uni hjá honum er upsi og
umleið ein fjórðingur blá-
longa.
12-13 mans eru við
Sancy og Petur Pauli Nol-
see hevur verið skipari
alla tíðina.
Philippa Carré er 31 ára
gamal og tók
Institut — Frangais = de
Photographie í 1973. Eftir
tað
filmsteknikari hjá franska
sjónvarpinum. Síðani 1980
hevur
progv fra
arbeiddi hann sum
hann verid free-
lance ljósmyndari og ill-
ustratørur.
Klipp ur Havnini. Philippe brukar vanliga sterkar litir, sum vit ikki fåa endurgivid
her.
Upplatingartidirnar hjá honum eru óvanligar. Tað er ikki ofta her í Foroyum, lista-
framsýningar lata upp á middegi.
Kjolbro
dómin sama dagin, hon
gavst sum blaðstjóri
Karin fekk
Orðini >vina- og kenn-
ingapolitikkur« eru, hó-
ast brúkt í tid og ótið,
ikki slitnari enn so, at
tey eru ærumeiðandi.
Tað meinar í hvussu so
er Feroya rættur. Um
Eystari = landsrættur
heldur tað sama, fæst
at vita seinni. Ti Karin
Kjelbro, blaðstjóri á
14. September, hevur
avgjert at skjóta inn
fyri Landsrættin dóm-
in, hon í síðstu viku
fekk í Feroya rætti,
skrivar 14. September
leygardagin.
Karin Kjelbro fekk
fimm dagbetur á 200
kr., tí blað hennara
skal hava brúkt orðini
»vina- og kenninga-
politikkur« um Eyvind
Mohr i sambandi vid
skriving um jarnsmíð-
stovu i Eysturskulan-
um. Karin Kjelbro
bleiv eisini demd at
gjalda sakarmálskostn-
aðin hjá Eyvindi, 1.500
kr.
Í stevningini hjá
Eyvindi Mohr var ikki
krav um, at orðini
skuldu dømast deyð og
maktarleys at vera.
Tað var væntað, at
Karin Kjelbro fór at
tapa í Feroya rætti. Tá
málið var viðgjert,
kom dómarin við síni
hugsan um tað í einum
semingsuppskoti, sum
sýndi, at Eyvindur
Mohr fór at fáa viðhald
í einum dómi. Og hesin
dómur kom, tí part-
arnir tóku ikki við sem-
ingsuppskotinum.
á prenti nærum dagliga, er ærumeið-
Prinsipiellan
týdning
Karin Kjølbro sigur við
14. September leygar-
dagin, at hon hevur av-
gjørt at appellera av
prinsipiellum orsøkum.
Hon sigur, at orðini
»vina- og kenninga-
politikkur« vóru vend
móti Tórshavnar býráð
og ikki móti Eyvind
Mohr.
— Eisini, tá hugsað
verður um, hvussu ofta
orðini >vina- og kenn-
ingapolitikkur« eru
nytt, bædi i blødum,
útvarpi og sjónvarpi i
valstriðnum upp undir
løgtingsvalid, uttan at
nakar hevur felt seg
kallaðan at stevna
nekrum fyri rættin,
sigur Karin Kjelbro við
14. September leygar-
dagin.
hd
Seks bøkur
afturat i
Bókagarðin
Bókagarður gevur út
seks bekur nú fyri jól,
fýra feroyskar og tvær
umsettar.
Bekurnar eru >Ferð
mín til Jorsala< hjá
Kristiani O. Videre,
»Yrkingar« hjá Jóan
Peturi uppi í Treð og
»Yrkingar« hjá Kvivik-
ar-Jogvani, »Bibliu-
søga« hjå Joen Poulsen
og umsettu bøkurnar
eru skaldsøgurnar
„>Harðferar hæddir«
hjå Emily Bronté, sum
Heðin Brú hevur um-
sett, og >Ríð i nått« hjá
Vilhelm Moberg, sum
Bjarni Niclassen um-
setti.
Bíligasta bókin kost-
ar 110 kr. og tær dýr-
astu 180 kr.
Jóla-
basarur
Arliga jólaútselan hjá
KFUM og KFUK í
Havn byrjar í dag kl.
19.00 í KFUK og held-
ur fram í morgin kl.
19.00.