hósdagur 29. november 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Bíaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Kommunuval
og politikkur
KOMANDI TÝSDAG verða
kommunuval um alt landið. Tá
skulu veljararnir kjósa sær síni
umboð í bygda- og býráðini eins
og teir skulu kjósa sær síni um-
boð í skúlanevndirnar.
Í TEIMUM SMÁU og miðalstóru
kommunum eru valevnislistarnir
ofta gjørdir tvørtur um teir polit-
isku flokkarnar. Vit síggja ofta
valevnislistar úr hesum kommun-
um, har fólk úr øllum politiskum
flokkum eru við, annaðhvort sum
valevni ella sum stillarar.
Í TEIMUM STÓRU kommunun-
um stilla politisku flokkarnir upp
bæði til bygdarráðs- ella býráðs-
val og til skúlanevndarval. Í
summum av hesum kommunum
eru eisini sonevndir uttanflokka-
listar. Hesir listar eru óheftir av
teimum politisk<u flokkunum.
Spurningurin er so, um tað er ein
fyrimunur ella ikki.
MUNURIN ER TANN, at tey polit-
iskt valdu umboðini eru heft av
politiskum flokkum og teirra fel
øgum, meðan sonevndu uttan-
flokkaumboðini eru óheft. Hetta
ber í sær, at tey politiskt valdu
umboðini, av teirra flokkum ella
feløgum, til eina og hverja tíð
kunnu verða kravd at standa til
svars fyri tiknar avgerðir og tann
politikk, tey reka. Tey óheftu
standa ikki til svars yvir fyri nøkr-
um, fyrr enn valskeiðið er runnið.
SO KUNNU VIT meta um fyri-
munir og vansar. Vit vita, hvat teir
politisku flokkarnir standa fyri og
ti vita vit eisini, hvønn politikk,
tey politiskt valdu vilja umboða.
Tað má eisini haldast at vera ein
fyrimunur, at veljararnir ígjøgnum
tey politisku felggini sleppa at
siga sína hugsan í valskeiðnum,
og ikki bara skulu meta við val-
borðið fjórða hvert ár.
VIT HALDA TAÐ vera rætt, at teir
politisku flokkarnir stilla upp til
tíðindablaðið
Argjavegur 26.
3800 Argir.
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn.
Telefon 118 20.
oddagrein
kommunuvalini. Umboðini fyri
teir politisku flokkarnar gera ikki
kommunustýrini meira politisk.
Tey eru í sær sjálvum politisk.
Ella vit kunnu siga tað soleiðis, at
ein og hvør persónur, sum verður
valdur inn í eitt kommunustýri,
gerst politikari í og við at hann er
valdur. Spurningurin er so, hvar
hesin persónur hevur tær polit-
isku røturnar ella um viðkomandi
í heilatikið hevur nakrar politiskar
røtur.
UMFRAMT TEIR vanligu uttan-
flokkalistarnar hava vit so eisini
kvinnulistar. Hvat er veruliga
endamálið við einum kvinnulista ?
Ein treyt fyri einum kvinnulista er
sjálvandi at allar kvinnur eru
samdar um alt. Men um hin ein-
staka kvinnan hugsar sjålvstød-
ugt, so er hon ikki samd við allar
aðrar kvinnur um alt. Tað ber ikki
till. Og so tosa vit um at fremja
javnstødu millum kynini. Tað
gera vit ikki við serligum kvinnu-
listum og serligum mannfólkalist-
um. Ein kvinnulisti er ein annar
uttanflokkalisti.
KVINNUR OG MENN, sum eru
samd um, hvussu tey ymisku pol-
itisku málini eiga at verða loyst,
skulu sjálvandi taka undir við
sama politiska flokki. Tey skulu
sjálvandi stilla upp á sama lista
ella taka undir við sama lista. Alt
annað er burtur við. Ongin kann
velja eina kvinnu, tí hon er kvinna
og ongin kann velja ein mann, tí
hann er maður. Vit eiga at velja
kvinnur og menn, sum umboða
tann rætta politikkin og hava evn-
ir til at umboða politikkin rætt.
VIT FARA AT mæla lesarunum til
at taka undir við javnaðarlist-
unum kring landið. Har eru bæði
kvinnur og menn. Halda tit, at ein
kvinna dugir best at umboða
tykkum, so greiða tit sjálvandi at-
kvødu fyri henni. Setið krossin
við javnaðarlistarnar ella eitt av
valevnunum.
Nr. 141 — 29. november 1984
Tórfinn Smith, valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Havn:
Langi og vandamikli
vegurin í skúla
Vegurin í skúla er alt ov
langur og vandamikil fyri
alt ov mong.
Munagóð stig, til at
fremja ferðslutrygdina,
mugu takast beinanvegin.
Somuleiðis eiga vit at
byggja smærri skúlar í
nýggju býarpertunum,
skrivar Tørfinn Smith,
valevni Javnaðarfloksins
til býráðsvalið í Havn
Tað man ikki vera við sert
av ampa, at mong foreldur
lata bern síni í skúla um
morgnarnar. Ti vegurin í
skúla er fyri alt ov mong
alt ov langur og vanda
mikil
Mangastaðni er eingin
gongubreyt. Mangastaðni
eru getuljósini so sparin,
at tey nærum onga nyttu
gera. Gonguteigar, sum
liggja í myrkri geva fólki
falskan tryggleika, allir
hesir vandar. júst meðan
ferðslan er hin mesta. Tí
júst um hetta mundi skulu
oll í skúla ella arbeiðis,
í skundi
Ferðsluóhappini eru eis-
ini mong, men takkad
verið einum framúr
stórum varsemi hjá flest-
øllum koyrandi, henda
ikki enn fleiri óhapp.
Betri ljós
Sterstur er
morgunin í myrku tíðini
vandin um
Her eigur
beinanvegin
at seta betri getuljós upp.
merkja
vit nú eru í
kommunan
gonguteigarnar
betri og annars gera alt
tað, sum gerast kann fyri
at tryggja bæði gangandi
og koyrandi sum best.
Viðvíkjandi
trygdini var eisini ynski-
ligt, at fekk
betri innivist í barnagerð-
ferðslu-
ferðslulæra
um og skulum, og varð
javnsett við aðrar læru-
greinir
Hví langan veg
í skúla?
Men hví hava bernini so
Øll mál eru
kvinnumål
hava
menn áhugamál at rekja i
Kvinnur eins og
øllum samfelagsvidur-
skiftum. Vit kvinnur hava
verið uttan fyri beinleiðis
ávirkan í fólkavaldu stýr-
isskipanini so leingi, at
okkara serligu lívskor sum
kvinnur ikki eru tikin við í
útbyggingini av nútíðar-
samfelagnum. Búskap-
urin og arbeiðið er lagt til
rættis út frá teimum sjón-
armiðum, at øll fólk i
vinnu og útbúgving hava
somu umsteður. Tað er
ikki tikið við í útbygging-
ini, at tann helmingurin,
sum enn hevur ábyrgdina
av uppalingini og húsar-
haldinum ikki eisini kann
vera 100% samfelagshjól
úti í vinnuni uttan eina
ómetaliga stóra og heilt ó-
rímiliga arbeiðsbyrðu og
so gott sum onki yvirskot
til t.d. neyðugt politiskt
arbeiði.
Stutt og greitt. Í dag
eru el samfelagsmál
brennandi kvinnumál, av
tí at tey higartil eru lýst
og skipað út frá mannlig-
um sjónarmiðum uttan
kvinnuligt fyrilit. Okkara
politikkur má tí vera ein
langan veg í skúla? Hví
skulu sjálvt tey, sum
búgva á Ternuryggi og
har um leiðir, heilt oman í
Eysturskúlan. Ljóðar
meiningsleyst. Tað er tað
eisini. Og orsekina finna
vit í tervandi, ella rættari
sagt ongari, planlegging í
býráðnum í Havn.
Sum býurin er vaksin,
liggja skúlarnir ikki har
sum bernini búgva.
Smærri skúlar
Byráðið eigur tí beinan
vegin at fara undir at fyri
reika bygging av smærri
skúlum í nýggju býarpert
unum.
A henda hátt fáa bernini
ein styttri og nogv trygg
ari veg í skúla, og haraftr
at ivist eg ikki í, at børnini
trívast munandi betri í
smærri skúlaeindum enn
at bólka fleiri hundrað
saman í ovurstórar skúlar
Vit eiga at seta trygdina
og trivnaðin fram um alt í
Havnar býi.
Tórfinn Smith
roynd at endurskoða og
skipa málini av nýggjum
frá tí kvinnuliga sjónar-
miðnum, frá kvinnuligum
fortreytum og lívsroynd-
um. Í hesum feri soleiðis
at Havnin kann gerast
rammi um eitt samfelag,
bygt á veruligt fólkaræði,
og ikki sum nú uttan á-
virkan frá aðrari helvtini
av fólkinum.
Einast meguleiki at fáa
kvinnuliga sjónarmiðið
inn í býráðið beint nú er at
styðja Kvinnulistan.
Bergtóra Hanusardóttir