Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

. Mr. 141 — 29. november 1984 tíðindablaðið |$0Sialurin Síða 7 Barnagarður skal byggjast í Trongisvagi Vónandi kann arbeiðið byrja longu til várs, sigur Havgrímur Hammer, for- maður i sosialu nevnd hjá Tvøroyrar býráði Ein hevuðstreyt fyri at byggja er, at lendið til at byggja á liggur væl fyri. Í so máta er Tveroyrar bý- ráð væl fyri. Tí tá býráðið keypti Erik Ahlén ekið, 82.000 m?* til steddar og legði tað aftrat teimum 36.000 m', sum komm- unan átti beint innanfyri, vóru meguleikarnir góðir fyri at byggja. Har er bygd skúla- og ítróttarhell, og nú skal baranagarður byggjast. Ætlanin er eisini at bjóða Havgrímur Hammer formaður í sosialu nevnd lendið til t. d. ein HF-skúla og í sambandi við tað ein vinnuskúla. — Hetta ljóðar sum stórar ætlanir, men gongur alt væl, verða tær eisini framdar, sigur Hav- grímur Hammer. Hann sigur, at longu meðan skúlin í Trongis- vági varð bygdur, fekk hann Projekteringsfelagið at gera eitt óbindandi uppskot til ein barnagarð. Og tað sama beyð Rolf Dyrting, arkitektur á Tveroyri sær til at gera. Til 60 bern Barnagaråsnevndin, sum hevur fyrireikad bygging- ina, avgjørdi at taka vid tilboðnum frå Rolf Dyrt- ing. Í barnagarðsnevndini sita sosiala nevnd býráðs- ins við trimum limum, tveir limir fyri felagið Barnabata og tveir limir fyri Foreldrafelagið. Uppskotið = var ein barnagarður til 60 bern, og við nekrum smáum broytingum varð tað hild- ið at vera eitt gott upp- skot, sigur Havgrimur Hammer. Síðan tað hevur nevndin saman við Rolf Dyrting kannað og fingiið til vega upplýsingar, og úrslitið verður ein góður barnagarður, ið lýkur allar treytir og er í tráð við ta nýggjastu barnagarðs- byggingina. Í 1980 gjerdi Foreldra- felagið eina kanning av tervinum á barnagarðs- plássum í Froðbiar sókn. Kanningin vísti, at tørvur var á plássum til 102 bern í aldrinum 3-7 ár. — Ein slík kanning fær gjarna fleiri at skriva undir enn veruligi terv- urin er. Nevndin brúkti tó kanningina sum grundar- lag og kom til tað úrslit, at ein barnagarður til 60 EF "Thu PEAK OR: Soleidis skal barnagarðurin síggja út móti suðri bern liggur nærri terv- inum í letuni, sigur Hav- grímur Hammer. — Eisini vita okur, at tey, ið starvast á barna- gerðum, halda tað ikki vera beint at byggja sterri barnagarð enn til 60 bern, onkur meinar, at 40 pláss er betri. Gott umhvervi Barnagarðurin í Trongis- vági er at liggja niðan- vestanvert nýggja skúlan, á einum 1500 m* stórum lendi, ið býráðið hevur giv- ið barnagarðinum. — Skúlavellurin liggur beint við til bernini at spæla á, tað er stuttur vegur oman til ánna og sandin, har bernini eisini kunnu spæla. Tað skuldi verið gott fyri bernini. Niðanfyri skúlan og oman at ánni verður alt lendið lagt út til friðað eki. Har er sera vakurt um summ- arið við ríkum fuglalívi, sigur Havgrímur Hammer. Barnagarðurin, sum verður 360 m? til støddar, er mettur at kosta góðar fýra milliónir krónur at byggja. Longu fyri hálv- um eðrum ári síðan kann- aði figgjarnevndin á Tvør- oyri, Sverre Midjord, Ják- up Mortensen og Hav- grímur Hammer, megu- leikarnar fyri at taka lán til barnagarðsbyggingina, og tað varð teimum játt- að. — Nú er bara at vóna, at málið fær eina positiva viðgerð, og at tað ikki tek- ur ov drúgva tíð, tí gott hevði verið, um byrjað kundi verið at bygt til várs, sigur Havgrímur Hammer. rj Móti eystri Framtiðin er ungdómurin Nu stundar aftur til bý- ráðsval og á fyrsta sinni skulu tey 18 ára gomlu á býráðsval. Hetta er ein sjálvsagdur rættur, tí 18 ára gomul hava eins nógv- ar skyldur og ábyrgd yvir fyri samfelagnum, sum tey, ið eru yvir 20 ár. Tí ræður tað um at hesi ungu brúka henda møguleika, tey hava fingið. Men við hesum meguleika, tey ungu hava fingið, liggur ábyrgd, nevn hugsjónum. Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri ungdóminum, tí framtíðin liggur í ung- dóminum. Vit mugu geva ungdóminum so góð kor at virka undir, sum gjer- ligt, bæði hvat arbeiði og skúlagongd viðvíkir. Tí vit mugu ikki koma í ta stødu, at ungdómurin flyt- ir frá okkara býi vegna teirra meguleikar at virka undir eru ov vánaligir til ung- nekura Ti er ein ílega jøga. Vit faa IKK) NAK ið anvegin, men tá ein tíð er fráliðin, ið hevur fingið eina góða byrjan til tað vaksna lívið. Tí er tað neyðugt at vit stuðla ung- dóminum, so at hann skal vera so væl fyri sum gjer- ligt at vera við at byggja upp okkara býarsamfelag. Men vit hava eisini eitt upp aftur yngri ættarlið, sum eisini hevur sín terv. Vit vita, at hjún eru, har bæði eru noydd at arbeiða úti, fyri at fáa endarnar at rekka saman. Hesi hava brúk fyri at fáa bern teirra ansað, og eigur hetta at vera skipað á ein skyn- saman hátt, so at bernini ikki kenna seg sum kasti bløkur Eitt annad mål, sum eis- ini må loysast, er målid. Her haldi « skúla og verða tey noydd at ganga eftir vegi har nógv ferðsla er. Umframt hetta verða tey tikin úr einum umhvervi, tey eru von við, inn í eitt sterri og meira ókent umhvervi. Fyri at hesi smærru bern- ini skulu kenna seg trygg og í einum heimligum um- hvervi, so er neyðugt við smáum skúlum á báðum ermunum. Hetta vóru bert hissini tankar, nú val er í hond- um. Farið ell á val og setið X við Javnaðarflokkin, flokkin, ið vil tær væl Kaj Gullaksen