hósdagur 29. november 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— ein roynd frá fakligari og politiskari
síðu at seta á stovn vinnuligar fyritokur,
bygdar á samognartankan
Í samband við lærarapróvtoku
sína gjordi Marner Lisberg, úr
Trongisvági, eina ritgerð í
lærugreinini søgu, har hann
roynir at lýsa fyrireikingarnar,
stovnanina og gongdina hjá
fyrstu arbeiðarafyritokuni í
landinum, Ísvirkinum, á Tvør-
oyri. Vit prenta í dag 1. part av
ritgerð Marners.
Ætlanin við hesi uppgávuni er at geva
eina mynd av, hvat ein partur av fer-
oysku arbeidararørsluni gjørdi til tess at
beta um egnu kor síni, og hvussu tað
gekst teimum við hesum.
Sum flestum kunnugt, varð kongaligi
einahandilin ikki avtikin fyrr enn í 1856.
20 ár frammanundan, í 1836, varð út-
handil hjá hesum settur á stovn á Tver-
oyri, og fá ár aftaná komu Vestmanna
og Klaksvík eisini upp i part. Aðrenn
1836 var tað so, at skuldi tú til handils,
mátti tú fara til Havnar, tí har lá einasti
handilin í landinum, so tað sigur seg
sjálvt, at úthandilin hevur verið eitt
stórt framstig fyri fólkið sum búði í út-
oyggjunum.
At handilin í Suðuroy varð lagdur á
Tveroyri, man uttan iva vera tí, at vágin
er góð at koma til, eins og plássið liggur
væl fyri geografiskt.
Tveroyri er ikki gomul bygd. Fyrsta
húsið kom við kgl. úthandlinum. Tá
einahandilin varð avtikin, keypti T. F.
Thomsen handilshúsini og var hetta
fyrsta fríhandilsvirkið á plássinum. Trý
ár seinni, í 1859, setti Johan Mortensen
Trongisvåg, Øravik)
1901.
handsilsvirki å stovn å Tvøroyri, og
komu hesi bæði virkini at eiga stóran lei-
lut í teimum búskaparligu broyting-
unum, ið farnar eru fram í Føroyum sein-
astu hundrað árini.
Beinanvegin varð farið undir at keypa
fiskiskip. Talið vaks í stórum, so um
aldarskiftið høvdu 26 skip, ella 30% av
føroyska flotanum heimstað á Tvøroyri.
Í Vági vóru 10 skip, ella uml. 10% av
flotanum. Tað var ógjerligt at fáa mann-
ing til øll skipini tr oynni, so farast
Tveroyri 16
0. = JE
Øll sóknin
mátti norður um fjerð eftir fólki. Eisini
var brúk fyri kvinnuligari arbeiðsmegi
at taka sær av fiskaarbeiðinum á landi,
og hon mátti eisini heintast norðan-
fjorðs. Nógv av hesum fólkum búsettu
seg á Tveroyri, og bygdin vaks í stórum.
Skipini, ið keypt vórðu, vóru gamlar
sluppir, sum eingilskmenn hevdu býtt
um við nýmótans trolarar.
Á Tvøroyri vóru eisini gjørdar royndir
at fáa í gongd trolaradrift, men eins og í
hinum bygdunum eydnaðist hetta ikki
fyrr enn seinast í 1930-árunum.
Fyrsti trolarin Grani varð keyptur í
1912, men hann gavst longu tvey ár
seinni. Í 1920-árunum var aftur farið
undir trolaradrift ymsastaðni í
landinum, men allar hesar miseydnað-
ust.
Fakfeløgini
Fyrsta fakfelagid i landinum var Skip-
arafelagið, ið varð stovnað í 1896. I 1911
varð Feroya Fiskimannafelag stovnað.
Ein av orsøkunum til stovnanina hevur
uttan iva verið, at reiðararnir í 1909
hevdu stovnað Feroya Reiðarafelag, og
fyri at vega ímóti varð fiskimannafelag-
ið stovnað. Feroya Arbeiðarafelag varð
ikki stovnað fyrr enn í 1925.
Á Tveroyri stovnaðu arbeiðarar sítt
fakfelag »Enigheden« í 1915.
Tey feroysku fakfelogini vóru ikki
beinleiðis knýtt at nekrum politiskum
Fólkatalið í Froðbiar sókn
Fólkateljing 1801 1845 1870 1890 1901
so er, I. Øravik 27 63 92 101 73
Yvirlit yvir fólkatalið í Froð- Trongisvág 42 94 133 159 153
biar sókn (Tvøroyri, Froðba, Froðba 53 63 102 132 140
104 258 567
650 933
122 236 431
Húsarhald
Øravik
Trongisvåg
Froðba
Tveroyri
flokki, men eftir at javnaðarflokkurin
varð stovnaður í 1925, má metast, at
hesin flokkur og fakfeløgini á Tvøroyri
hevdu eitt sera nært samarbeiði hvert
við annað. Tó skal nevnast at tað eisini
var nært samarbeiði millum hini fak-
feløgini og javnadarflokkin. T.d. var
Hans Hav streym, sum eitt skifti sat
sum formaður Feroya Fiskimanna-
felags, virkin javnaðarmaður, og nevn-
ast kann eisini, at eftir at javnaðar-
flokkurin kom á ting í 1928, varð hann
Marner Lisberg
skrivar
av limum Føroya Arbeiðarafelags
skýrdur sum »okkara flokkur«.
Ein av hevuðsmonnunum innan javn-
aðarflokkin, P. M. Dam, var búsettur á
Tveroyri, og hann kom at hava stóra
ávirkan á fakfelagspolitikkin har á
plássinum, heilt frá tí hann byrjaði sítt
politiska virksemi og til sín doyggjandi
dag.
Sosiala stødan
Sosiala steðan í Feroyum um aldar-
skiftið var vánalig, og serliga vánalig
var hon á Tveroyri. Hetta orsakað av tí
stóra fólkavekstrinum í bygdini. Tey,
sum komu til bygdar, áttu oftast hverki
pengar ella tak yvir høvdid. So vanligt
var, at fleiri familjur tóku seg saman um
eini hús. Reiðararnir bygdu hús, sum
fiskagenturnar kundu búgva í, men tað
munaði ikki nógv í mun til fólkavekstur-
in.
Ætlanin er ikki at geva eina lýsing av
hesi støduni, men víst skal verða til bók-
ina »Fiskimenn« eftir Martin Joensen, ið
millum annað gevur okkum eina mynd
av einum arbeiðaraumhvervi fyrst í
1930-árunum, og metast má, at steðan
hevur verið nekunlunda hin sama 5-10
ár frammanundan tíðini í »Fiskimenn«.
Hóast sosialu viðurskiftini vóru vána-
lig, vóru fyrstu 10-20 árini av tjúgundu
eld rættilig framburðsár fyri føroyska
fiskivinnu, og fiskaprísirnir vóru alsamt
hækkandi. Men eftir fyrsta heims-
bardaga fór at ganga niður at bakka.
Fyrsta veruliga bakkastið kom í 1920,
tá veiðimongdin hjá útróðrinum
minkaði niður í ein helming av tí hon
hevði verið árini frammanundan.
Í 1921 tóku fiskaprísirnir at falla, og í
1923 vóru teir komnir niður á sama steði
sum í 1914. Í 1924-25 vóru teir aftur
hækkandi. Í 1926 var eitt lítið fall, fyri
so aftur at hækka í 1927, men í 1928-29-
30 og 31 lækkaðu prísirnir aftur mun-
andi.
Meðalprísirnir á landaðum saltfiski
1901-38
Um somu tíð sum prísirnir fullu, mink-
aði fiskiskapurin, so at í 1929 var veið-
imongd útróðursins komin niður á 1/4 av
tí, hann hevði verið árini undan heims-
bardaganum, og fiskiskapurin við
Ísland gav heldur ikki ta mongd, ið
menn hevdu væntað, og til tíggjund og
síðst kom kreppan í 1929, sum fekk bú-
skaparligar avleiðingar nógv ár fram í
tíðina.
Nýggjar hugsanir
Tey vánaligu árini í 1920-unum, bæði til
fisk og pris gjørdu, at menn fóru at
hugsa um, um vit ikki áttu at broyta
fiskiveiðimynstur okkara, bæði tá tað
snúði seg um fiskihátt og um hagreiðing
av fiskinum.
Reiðskapurin, ið nýttur var, var van-
liga snerið, men í 1850-árunum vóru
menn í Hetlandi og kunnaðu seg við
línufiskiskep, men onki kom burtur úr
hesum. Sum áður nevnt minkaði fiski-
skapurin bæði við Ísland og Feroyar
munandi um miðuna av 1920-árunum.
Tí var farið til Eysturgrenland at royna.
Har var væl av fiski at fáa, men eisini
har vóru trupulleikar at dragast við.
M. a. máttu skipini ikki koma inn í gren-
lendskar havnir — heldur íkki eftir
vatni.
Fyrst í 1920-árunum fóru m. a. týsk-
arar, danir og íslendingar undir at gera
royndir við at ísa fiskin umborð á skip-
unum fyri síðan at frysta hann, tá komið
var til lands.
Hetta frættist til Feroya, og menn
fóru undir at kanna meguleikarnar hjá
føroyingum at sleppa upp í part á hesum
oki. Mett varð, at hetta kundi verða
loysnin upp á nógvar av teimum trupul-
leikum, fiskivinna okkara var komin í.
Vit, sum í dag liva, vita, at hetta eisini
var tann rætta leiðin at ganga, men hon
eydnaðist tíanverri ikki í fyrsta umfari.
Orsekirnar vóru nógvar, og ofta løgnar,
og skal her út frá ymiskum tilfari verða
roynt at lýsa nakrar av teimum spurn-
ingum, ið stungu seg upp kring royndir-
nar at útflyta frystan fisk úr Feroyum.
Feroyingar hevdu gjert eitt sindur av at
útflyta feskan fisk áðrenn hetta mundið.
Tað var gjørt á tann hátt, at skipini vóru
útgjerd við brunnum, har fiskurin kundi
haldast í livandi líki, og síðani sigldur til
útlendska havn, har hann varð seldur.
Men hetta varð ikki mett sum nekur góð
loysn, og kom hetta heldur ongantíð at
muna nakað í heildarveiði føroyinga,
sum var grundað á salt- og klippfisk.