leygardagur 19. januar 1985síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Fyrrverandi evnismisnýtari:
Orð og myndir
Dagny Joensen
Fólk lata eyguni
aftur fyri
misnýtslu
— tí er tað so umráðandi, at familja og
kenningar ikki góðtaka, at ein persónur er
evnismisnýtari ella alkoholikari
Birita Olsen, hevur játtað
at siga segu sina fyri
Sosialinum, fyri at hjálpa
teimum, sum hava somu
trupulleikar sum hon
sjálv hevur fingið heilsu
bót fyri. Á SAA stovn
inum í Íslandi fekk hon
viðgerð fyri trimum arum
síðan. Um hvussu við
gerðin fer fram og hvussu
ein misnýtari virkar fyri
at faa tablettir og onnur
rúsandi evnir, sigur
Birita Olsen frá í greinini
Eg hevði riggað væl í
panelinum, tá almennur
fundur um hashmisnýtsl
una í Feroyum varð hildin
í Læraraskúlahellini á
sinni.
— Hóast rúsað av
valium tablettum, kundi
eg eldhugað gingið inn
fyri at bannað hash. Ég
kundi væl myndað ein
hugnalig og vælmeint
mamma.
Hetta sigi eg bert fyri at
vísa á, hvussu dupultmor-
alskur ein verður, tá mis-
brúk — av einum ella
eðrum slag. brýtur
persónleikan niður
Tað er Birita Olsen, ætt-
að úr Fuglafirði, sum
sigur sína segu um
tablettmisnýtsiu, sum hon
var bundin at í fleiri ár.
I dag er Birita Olsen 33
ára gomul. Hon varð
búndin av valium tablett-
um rættuliga tíðliga, um
25 ára aldur. Hon heldur
sjálv. at tíðarskeiðið, frá
hon byrjaði, til tað tók
yvirhond og hon var greið
yvir steðu sína,
stutt, at tað lætti um
møguleikarnar at fáa
heilsubót. Nú hevur hon
verið tablettfrí í trý ár
— Tí er tað umráðandi,
at fólk sum eru alkoholik-
arar — óansæð um tað er
hash, tablettir ella
alkohol, koma nóg tíðliga í
viðgerð. Tá er persónleikin
kanska ikki so niðurbrot-
in, og krevur ikki so langa
viðgerð.
— Frá eg var 27 ár og
fram til um 30 ára aldur,
mentist misnýtslan so
mikið, at eg fyri mær
sjálvari ásannaði, at tað
ikki var rætt. Eg var tá so
var so
x
rkomi at eg
ltíð novddist it hava
rå
yðr
I x
1
ør
x
Í €
lirKi
) g IKK
a sleggja eiKa
Ver SEL gt, eg
var eitt mennisKjansiigt
vrak
Hvussu fekk tu fatur i
so nogvum tablettum?
Tad er als eingin
trupulleiki at fåa tablettir
Birita flennur:— Ja, um
eg var stødd i Hollywood,
so hevði eg fingið fimm
stjørnur upp á standandi
fót. So væl dugdi eg at
spæla komediu. Eg hevði
allar heimsins trupulleikar
at leggja fram fyri lækn-
an, sum þrógy fyr
hvussu sjúk og illa fyri eg
var.
Heldur tú, at tað var
rætt av læknunum, at
geva tær tablettir í so
stórum mongdum?
— Tað er ikki at leggja
læknunum til last, at teir
geva tablettir. Eg kann
geva tær eitt domi: — Um
ein krabbameinsjúklingur
ikki vil fara á Finsen fyri
at fáa viðgerð fyri sjúk-
una, so vil læknin hóast
alt geva honum heilivág,
so hann ikki pínist. Hetta
halda vit vera í lagi, tí
talan er um sjúku. At
verða bundin at tablett
ella eðrum rúsandi evnum
er minst lika so stórt brek,
men her er tað sjúkling-
urin sjálvur, sum noyðist
at ásanna, at hann hevur
brúk fyri heilsubót. Tað er
ikki læknar sum hava
skyldina, leggur Birita
afturat.
Tá tú var doyvd í
Valium, var tað so ikki
torfert at virka í gerandis-
degnum?
— Nei, hóast eg var
ávirkað, so fekk eg eisini
yvirskot. Eg virkaði eins
væl og onnur. Var í vinnu
og í fakfelagsarbeiði eisini.
Øll vistu, at eg var sjúk,
og te stu ikki alt tað
góða tey vildu gera fyri
rad P iðkenn
( luva
1 r virð
Hevði tu viljað viðging-
ið tað, um tey søgdu, at tu
vart misbrúkari?
KÁ IK A u 8834
ð heilsub kemur sær
pp pråtid
Bernhard rad var
ein sjålvfylgja, at Birita
var sjúk, øll góðtóku tað
Verri var við mær. Eg var
alkoholikari, sum var
fremst á fótbóltsvellum
og aðrastaðni, har fólk
hittust í góðum lag,
altíð við einum »tarvi« i
hond. — Tað var eins og
sjónligari at eg var mis-
brúkari. Eg roykti hash og
drakk, — hvert um annað.
Tá kenningin var upp á
tað besta, so stak eg t.d.
út í kortið, hvat eg skuldi
siga við arbeiðsformannin,
næsta dag, tá eg kom til
arbeiðis. Eg var klókasti
maður í heiminum, og
segði ellum kring meg,
hvussu býtt tey vóru.
Tá eg vaknaði um
morgunin, mintist eg alt
aftur, sum eg hevði hugs-
að og gjert. — Tað var
ræðuligt, tí tankar mínir
vóru >hol í hevdið<. Eg
bleiv bangin fyri, hvussu
eg skuldi koma gjøgnum
dagin, og hvat eg skuldi
gera, fyri at gloyam tað,
sum eg hevði hugsað nátt-
ina fyri.
- Síðan ásannaði eg, at
rúsdrekka var trupulleik-
in, tí tá fekk eg villar plan-
ir um, hvat eg skuldi av-
rika. So var betur bert at
roykja hash, tí tá bleiv eg
bara doyvdur. Tá gjerdi
eg ongum ónáðir!
— Veruleikin var tann,
at eg átti eitt kilo av
hashi, sum eg goymdi fyri
annan mann. Undanfersl-
an hjá mær var helst, at
her hevði eg evnið inni, og
tí ikki noyddist at leita
upp brennivín.
— Við brennivíninum er
tað soleiðis, at tú drakk til
alt var uppi. Her er lóg-
gávan í Feroyum so væl
Nr. 8
19. januar 1985
Birita Olsen: — Tad er umráðandi, at alkoholikarar koma til viðgerð so skjótt
sum gjørligt. M.a. ti havi eg latid bladnum søgu mina, sum skal skiljast sum
ein roynd at hjálpa fólki, sum eru nidurundirkomin av evnismisnytslu ella
rúsdrekka
innrættað, at myndugleik-
arnir áseta, nær tú hevur
fingið nóg mikið, og nær
tú skal hava tern!
Birita: — Tí er tað ikki
gott, at vit hava rús-
drekkalóg, sum ásetur,
hvat hver skal hava. Tá
fóru alkoholistar skjótari
til grurda, og kundu
fingið heilsubót, sum
munaði. Nú gera vit tað
soleiðis, at fólk í stórt
áramál niðurbrótast. Tá
tey eru misnýtarir stórt
áramál, tekur tað so mikið
longri tíð, at fáa tey á
fotur aftur.
— Tað er eisini nógv
lættari at góðtaka, at
menn eru alkoholistar, tað
semir seg eins og ikki fyri
kvinnur. Tí fáa kvinnur
nógv skjótari viðgerð. —
Eftir mínum tykki, er tað
einasti fyrimunur, sum
kvinnur her á landi hava, í
mun til aðrastaðni, sigur
Birita.
Bernhard: — Eg havi
mangan tosa við alkohol-
istar um at roykja hash, —
eitt nú teir, sum drekka
barbersprit. Eingin er
skjótari at fordøma hash
enn hesir. Teir kundu
skotið ein mann, um teir
vistu, at hann roykti hash.
Hetta er besta demi um
dupultmoral, og hvussu
menniskjað fer í tvíningar,
tí tað er niðurundirkomin í
misnýtslu.
Birita: — So kunnu vit
tosa um hash hundar og
ungfólk sum drekka so
nógv. — Hvat munar tað,
tá landið er rokfult av
øllum sløgum av
tika?
Birita skoytir uppi, at
tey als ikki fordøma nakad
slag av misbruki, og at tad
er lika mikid, hvat slag av
evni, id verdur nytt: Veru-
leikin er tann, at fólk sum
gerast misbrúkarar eru
sjúk. Fáa vit tey at góð-
taka tað sum eitt brek, so
er meguleiki fyri at fáa
heilsubót.
Okkara uppgáva er at
ansa okkum sjálvi, at vit
ikki detta útí aftur. Upp-
gáva okkara er eisini at
hjálpa og stuðla teimum,
sum eru alkoholistar, at
tey kunnu fóta sær aftur.
— Vit góðtaka rús-
drekka á tann hátt, at vit
ikki koma okkum upp í,
um onnur drekka. — Ein-
asti setningur er, at vit
halda heim okkara alko-
holfrítt. Vit ásanna, at vit
eru alkoholikarar. Sjúkan
narko-
hevur við sær, at vit tola
ikki tablettir, narkotika
ella rúsdrekka.
Tosaði við beiggjan
Birita Olsen segði Martin,
beiggja sínum frá tablett-
unum, hon var bundin av.
Tað var Martin Getu-
skeggi, sum býr í Íslandi.
Hann hevði verið á SAA
stovni í Íslandi, har hann
hevið fingið viðgerð fyri
alkoholismu.
— Eg tók meg saman og
royndi at fara til Íslands.
Eg hevði als ongar vónir
um, at tað fór at hjálpa
mær. — Tað var mest sum
fyri at ugga Martin, tí
hann hevði roynt at hjálpt
mær.
Um viðgerðina
— Her vil eg viðmerkja, at
tað er umráðandi, at fólk
fáa viðgerð rættstundis.
Gevur tú tær sjálvum ein
tjans, so royn tað besta,
sum tú ert ment. Tú
bindur teg ikki til nakað.
— Tað var í 1981, at
Birita fór til Íslands. Hon
var innlegd á SÁÁ stovn,
har alkoholikarar koma,
fyri at verða aveitraðir.
Fyrstu 10 dagarnir