leygardagur 19. januar 1985síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ú
Nr. 8 — 19. januar 1985
TA
i I
Eins og islendingar leitadu til USA fyri at fåa vidgerd fyri alkoholismu,
kunnu føroyingar nú leita sær til Island i somu ørindum. Starvsfólkið á SÁÁ
stovnunum hevur tað felags við sjúklingarnar, at teir allir eru alkoholikarar,
— frá læknum og til onnur starvsfólk. Felags fyri starvsfólkið er eisini, at tey
hava fingið heilsubót. Føroyingar fara nú til Íslands. Ætlanin er at stovna
felagsskap í Føroyum, sum seinni kann fara undir at byggja slíkan stovn her.
Myndin vísir hvíldarheimið í Ølfusi í Íslandi
gingu við at gerast
edrúur. Tú fekk minni og
minni heiliyág, sum frá-
leið. — Hóast eg hevði
hugsað mær, at hetta fór
at verða ræðuligt, var als
ikki so.
Umleið 40 sjúklingar
vóru á heiminum, og ell
hevdu somu trupulleikar
sum eg! Tað gjerdi, at eg
ikki nýttist at skammast
yvir brek mítt. Eg varð
góðtikin sum sjúklingur.
Serliga væl minnist eg,
hvussu góð starvsfólkini
vóru við meg. Eg kendi
tryggleika. Framman-
undan ræddist eg kensl-
una av, at nakar lá eftir
mær. Hetta er kensla sum
allir alkoholikarar merkja,
sum hjáárin av misnýtslu.
Hetta var eg tó spard fyri,
tí eg leyt alt upp í hend-
urnar á starvsfólkunum,
og kendi, at tey høvdu álit
á mær.
Tá 10 dagar vóru farnir,
bleiv eg flutt á eitt slag av
hvíldarheimi, — eisini
innan SÁÁ felagsskapin.
Nú vóru vit fleiri í felag,
og tað var hugagott. Vit
kendu hvenn annan og
kundu stuðla og leita
hjálp frá hverjum eðrum.
Uppbyggingin
— Her var uppgávan at
byggja seg sjálvan upp
aftur frá grundini. Vit
lærdu at viðganga sjúk-
una, og eisini at fyrigeva
okkum sjálvum, alt tað vit
høvdu gjørt og uppliva í
tíðini, vit vóru misbrúk-
arar. — Tá tú ásannar, at
alt hetta var stýrt av rús-
evnunum og at tú misti
persónleikan burtur í rús-
inum, so var tað ikki so
torfert at góðtaka.
— Tú verður kanska
eisini var við, at tú hevur
átt tín persónleika, men at
tú ikki hevur torað at
góðtikið hann.
Kanska hevur tú altíð
viljað verið ein annan enn
tú ert, — kanska eitt betur
menniskjað ella tílíkt?
Er tað ein umbering fyri
at gerast misnýtari?
— Nei, tað er eingin um-
bering fyri, at eitt menn-
iskja gerst misnýtari.
Onkur vil kanska halda, at
ein fer at drekka, tí hann
hevur td. fíggjarligar
trupulleikar. Hann góð-
tekur kanska ikki, at hann
hevur fíggjarligar trupul-
leikar, tí hann drekkur.
— Tað er ikki skomm at
vera alkoholikari, tí tað er
ein sjúka, sum aðrar, sigur
Birita.
— Eg kann tí koma fram
í ljósmála, tí eg eri alko-
holikari, men eisini tí eg
nú havi verið rúsfrí í trý
ár.
— Hetta geri eg fyri at
hjálpa teimum, sum hava
somu trupulleikar sum eg.
Tey skulu vita, at tey ikki
eru einsamell. — Ikki
minst tí tað ber til at fáa
heilsubót. Tí vil eg ráða
fólki til, at fáa viðgerð
sum skjótast.
Tá Birita kom heim-
aftur, eftir viðgerð á SAA
stovni, visti hon, at tað fór
at verða torfert at koma
inn í samfelagslívið aftur.
— Eg gjørdi tað til eina
avbjóðing. Stutt eftir at
eg var heimkomin var stór
samkoma í bygdini. Hóast
eg var bangin at hitta fólk
aftur, fór eg avstað, setti
meg miðskeiðis millum
fólk, og dróg andan! Tað
var ikki lætt, men eg vil
siga, at tað betti væl um
steðuna, at fólk vóru so
fegin um, at eg hevði
fingið hjálp. Ongantíð
havi eg hitt fólk, sum hava
verið fordemandi ella á
annan hátt hava verið
tverlig móti mær.
Fordemingin kemur frá
einum sjálvum, og ikki frá
teimum, sum eru kring
ein!
Nú eru fleiri fólk, sum
hava fingið viðgerð í Is-
landi. Tey hittast reglu-
liga, tosa um vanlig gerð-
armál og um trupulleikar
sum stinga seg upp. Hetta
er partur í gerandisdegn-
um hjá einum alkoholik-
ara, at hann stuðlar seg til
onnur, samstundis sum
hann er tann, sum veitir
hinum stuðul. Eisini fam-
iljan kring ein alkoholik-
ara krevur viðgerð.
Familjan
— Vit hava nú vitjað nógv
fólk, sum hava okkara
hjálp fyri neyðini. Eitt
noyðast vit tó at ásanna.
Familjan er oftast nógv
sjúkari enn alkoholikarin,
tí hon góðtekur, at viður-
skiftini eru ótolandi.
Hevði familjan sett
alkoholikarnum stólin fyri
hurðina. so var lættari hjá
honum at góðtaka brekið,
og hervið leita sær heilsu-
bót.
Eitt serliga gott demi er
hetta: — Ein maður biður
mammu sína keypa øl fyri
seg. Hon svarar ikki, men
letur sum einki. Hann
biður hana enn einaferð,
og hon svarar ikki.
Tá gerst hann óður í
hevdinum og sorlar tað,
sum er nærindis.
So fer hon at keypa øl,
men verri er, at hon orsak-
ar aftaná, at hon ikki
gjørdi tað, áðrenn sonurin
bleiv óður.
— Við hesum kunnu vit
vísa á, at familjan verður
so niðurundirkomin at hon
ikki leggur til merkis, at
hon er merkt av alkoholik-
arnum. Hetta kann ávirka
bern og foreldur, konur og
menn, so tey at enda
halda, at tað er teirra
skyld, at soleiðis er áfatt
innanhýsis.
Tá ein er misnýtari og
leitar sær heilsubót, so
heldur ein, at gleðin við at
liva, er av. Tú er so von við
rúsin, at tú ikki heldur, at
tað kann verða áhugavert
at liva, við honum fyri
uttan.
— Gleðin er so mikið
sterri, tá tú leggur til
merkis, at tað er júst tá, tú
byrjar at liva. At vera mis-
nýtari er leiðiligt, sigur
Birita at enda og skoytir
uppí, at tað er so mikið
gleðiligt, at tú eigur til
góðar eitt lív uttan rús,
sum gevur áræði og dirvi
at halda fram.
Tú ert hamskift og
bilsin samstundis, at fáa
loyvi at uppliva hetta.
Síða 17
Fólkalandskappingin
væleydnað
— Onnur lond geva henni gætur
Tað er nakað fráliðið, síð-
an Fólkalandskappingin í
svimjing 1984 var liðug.
Av tí at ell Norðurlond
ikki kappaðust um sama
mundið, eru úrslitini ikki
komin fyrr enn nú.
Feroyar gjerdist vinn-
ari í kappingini. Hóast
fólkatalið her er nógv
minni enn í hinum lond-
unum, so megnaðu fer-
oyingar, — frá tvey ára
aldur og upp til 85 ár, at
ávirka úrslitið, so tað
gjørdist best.
Sigurd Lamhauge, ein
av stigtakarunum til
Fólkalandskappingina og
limur í starvsnevndini i
Svimjisambandinum, sig-
ur við Sosialin, at felagið
ongantíð hevði ímyndað
ingini var at gera svimjing
til familjuitrott, sigur Sig-
urd Lamhauge. Hetta skal
skiljast soleiðis, at ein ikki
nýtist at vera ítróttarfólk
við kappingarhugi, fyri at
svimja. Her kunnu ell fólk
luttaka. Svimjikappingin
vísti eisini, at fólk í hópa-
tali vitjadu svimjihell-
irnar, í nógv størri tali enn
áður.
— Nú siga fólk við okk-
um, at tey sakna kapping-
ina, ti tey annars høvdu
svomið meira. Tað gav
áhuga og áræði, at vera
við í fólkalandskapping-
ini.
— Umframt at gera
svimjing til familjuitrott,
vóna vit sjálvsagt eisini,
at vit, sum tíðin líður, fara
at fáa góðar kapp-
Hverjar aðrar roynd-
ir hava tit gjert í fólka-
landskappingini?
Vit hava skipað
kappingina út frá okkara
fyritreytum. T.v.s., at
grannalond okkara nú
royna at taka upp okkara
hugskot. Tá vit byrjaðu,
tosaðu vit okkara millum
um, hvat vit serliga
skuldu leggja dent á, fyri
at fólk skuldi geva til-
takinum gætur. Demi er,
at vit settu okkum fyri at
svimja til Australia
Hetta gjørdu vit av okk-
ara eintingum, og tað
hevur ført við sær at is-
lendingar settu sær fyri,
at svimja jørdina runt,
eftir hugskotinum hjá
okkum.
— Heldur fólkalands-
Í Fólkalandskappingini 84 er Svimjisambandið serliga vorðið eyðkent fyri
frálíku hugskotini, í samband við at fáa fólk at geva tiltakinum gætur. M.a.
tekningar, kappingar innanoyggja og hugskotið at svimja til Australia, eru
fyribrigdi sum Foroyar av sínum eintingum settu í verk
sær, at foroyingar skuldu
taka so væl undir við til-
takinum.
Av ti at øll londini ikki
svumu i sama tidarskeidi,
so vóru bert trigir teir
bestu mánaðarnir tiknir
við í savnaðu kappingini.
Upprunaliga var ætlanin
at kappingin skuldi ganga
yvir eitt hálvt ár, men nú
var bert helvtin tikin við.
Tilsamans svumu
95.984 feroyingar teir
19.192,8 kilometrarnar.
Av teim trimum mánað-
' unum, sum vóru tiknir
: við. svumu 56.949 fólk.
— Hvat ætlar Svimji-
sambandið at nýta góða
úrslitið til?
j — Endamálið við kapp-
svimjarar. Ti erætlanin at
fylgja hesum tiltakinum
Upp. — eitt nú við at
skipa fyri svimjiskúla, har
luttakararnir kunnu fáa
prógv fyri ávísa svimjing,
so hvert sum tey menn-
ast.
Hetta kann skipast sum
frálæra innan skúla og
svimjifeløg, men enn er ov
tíðliga at siga, nær tað
kann byrja.
Eitt nú hava vit fingið
at vita, at lærarar í fólka-
skúlanum ikki hava ser-
ligt tilfar í frálæruni innan
svimjing, og her er so ætl-
an okkara at gera eitt ar
beiði, fyri at fáa svimji-
skúlan innferdan í undir-
visingina.
kappingin fram?
— Ikki beinanvegin,
men vit hava ætlanir um
at gera landskapping, har
svimjihellirnar innan-
oyggja kunnu kappast,
hver móti eðrum. Serliga
fyri Fólkalandskapping-
ina 1984 í Feroyumvar
eisini, at vit býttu oyggj-
arnar upp í eki, og sam
mettu tølini fyri hvert
stað sær. Sum kunnugt
var tað Hest, sum vann
innan oyggjakappingina,
og hetta tiltakið kunnu vit
royna einaferð enn, hóast
tað bert er fyri føroving-
ar. sigur Sigurd Lam-
hauge at enda
Dagny