Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-07-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juli 1985síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 =. - Eykabýráðsfundur, ti privat felag skuldi selja sini hús Fad var hugtakandi at lesa fyrstusíðugreinina í Dagblaðnum fríggjadagin undir yvirskriftini: Tórs- havnar Býráð: Politiskt orðklúgvarí í 2 1/2 tíma. Tað var hugtakandi, fyri tað fyrsta tí at eg sjáldan havi sæð eitt so útgreina referat frá einum býráðs- fundi í Dagblaðnum fyrr. Og so var hesin fundurin enntá fyri læstum hurð- um, so hvørki ójr, sum stóð undir greinini, ella nakað annað blaðfólk hevði atgongd til fundin. Tað var hugtakandi fyri tað næsta, tí at eg, síðani at hava lisið tað, fór at iv- ast í um eg var við á hes- um fundinum, hóast eg mangar ferðir var nevndur í greinini. So — bart út lygnagtig var greinin. Og hon var, fyri tað triðja hugtakandi, av teirri orsek, at um málið hevði so lítið uppá seg sum Dagblaðið vil gera tað til, var lítil orsek at hava nakran býráðsfund yvirhevur — og tíansheld- ur als onga grein. Ólógligt referat Mær vitandi er tað so, tá fundur er fyri læstum hurðum, at viðgerðin ikki er almenn, men bert av- gerðirnar, sum tiknar verða. Men í greinini í Dag- blaðnum er nágreiniliga greitt frá viðgerðini. Greinin er tí beinleiðis grovt ólóglig. Um tað, sum javnaðarumboðini segdu á fundinum, varð refererað beint legði eg einki í tað kortini, men at vera endurgivin so út av lagi skeivt, sum í Dagblað- num hesaferð, er ovboðið. Barnagarður og skattligir fyrimunir Javnaðarmenninir ætlaðu at keypa húsini til barna- garð, hóast at byggisam- tyktin als ikki loyvir hes- um, stendur í Dagblað- num. Ein loddrett lygn. Hetta hava vit ikki grett orð um. Sum skilst vildu javnað- armenninir leggja upp til tað heilt stóra tjakið um avskrivingarreglur og skattligar fyrimunir.... Aftur ein loddrett lygn. Skattligir fyrimunir vórðu nevndir á fundi- num, men ikki av nøkrum javnaðarmanni. Eitt „sera einfalt« mál Dagblaðið vil gera hetta til eitt sera einfalt mál, og fatar als ikki at tað kundi førra til nakað sum helst orðaskifti yvirhevur. Men so einfalt bleiv tað nú ikki, og skal eg royna at lýsa gongdina í málinum niðan- fyri: Fingu einki at vita Segan um hetta mál, sum endaði sum einasta mál á einum eykabýráðsfundi, byrjaði á býráðsfundi 6. juni. (Nú er jú loyvt at koma fram við ellum, sum hendir á fundi fyri læstum hurður, og skal Dagblaðið so sanniliga ikki hava einkarrætt til tað). A hesum fundi vildi bý- ráðsformaðurin hava by- ráðslimirnar at avgera, um býráðið skuldi nýta fyrstakeypsrættin til hús- ini hjá P/F Jákupi á Dul, Uppi á Hálsi. Uttan at vit fingu nakað at vita um hvat húsini skuldu seljast fyri. Fyri at kunna taka steðu til hetta vóru vit nakrir, sum fyrst vildu vita prís og aðrar upplýs- ingar. Samtykt at vit skuldu fáa prísin at vita umframt aðrar upplýsingar. Á býráðsfundi 20. juni var málið aftur til viðgerð- ar, men orsakað av enn væntandi upplýsingum, varð tað uttan atkveðu- greiðslu sent aftur í fíggj- arnevndina. Byrådsfor- maðurin helt fyri, at hetta málið skuldi avgjert ikki skundast igjøgnum, tí tað kundi skapa presedens fyri onnur líknandi mál, og boðaði hann frá, at so kom málið ikki fyri aftur fyrr enn eftir summarfrítíðina. Eykabýráðsfundur — tí privatfelag skal selja eini hús Men hvat hendur. Leygar- dagin 6. juli fáa býráðs- limir bræv, har kallað verður inn til eykabý- ráðsfund mánadagin 8. juli við einum míli á skránni. Feriutíð er, og fleiri byrådslimir høvdu verið burturi og tessvegna hevdu ongan meguleika at kunna seg nærri um málið. Hetta var heldur íkki neyðugt, tí vit hevdu fing- ið at vita, at tað kom ikki fyri aftur fyrr enn eftir summarfrítíðina, 15. august. Eg setti tí, saman við Leivi Johannesen og Heð- ini Mortensen, soljóðandi uppskot: Leivur Johannesen, Heðin Mortensen og Tór- finn Smith mæla til, at bý- ráðsformaðurin heldur givna lyfti um, at málið kemur fyri á fyrstkom- andi býráðsfundi eftir summarfritidina 15. august 1985. Ødi kom i byrådsformannin Um eg nyti allra mildastu orð um atburð býráðsfor- mansins, tá hann sá hetta uppskot, kann eg siga, at hann gjerdist eðiliga óður. Hann noktaði at seta upp- skotið undir atkveðu- greiðslu, og vildi hava okkum at taka tað aftur. Hann vildi ikki stemplast sum orðloysingur, segði hann. Men uppskotið vildu vit ikki taka aftur. Tað, sum Dagblaðið kallar 2 1/2 tíma orðklúgv- arí, fór tá fram. Tað, sum hendi var, at býráðsfor- maðurin gekk frá einum býráðslimi til annan fyri at biðja um hjálp, og tað skilji eg væl, men teir flestu av hansara egnu vildu einki hava við hetta at gera. At enda eydnaðist honum at fáa Jan Christi- ansen og Inga Mohr at koma honum til hjálpar við einum uppskoti, sum neyvan hevur sæð sín líka í býráðsins segu. Tað var soljóðandi: Ingi Mohr og Jan Chris- tiansen mæla byráðsfor- manninum frá — aftan á í 2 tímar úrslitaleyst at hava roynt at fingið Heðin Mortensen, Tórfinn Smith og Leivur Johannesen at viðgera málið og seta seg inn í tað — at blíva við at lurta eftir ósonnum og ógreiðum undanferslum fyri manglandi vilja hjá teimum til málsviðgerð og fara undir atkveðu av til- ráðingini frá fíggjar- nevndini. Hvi tilikan skund? At eitt privat felag selur eina ogn til annan er einki logið ella sensationelt i sær sjålvum. Tad hendur so mangan. Men at byråd- id skal kallast inn til eyka- byrådsfundar fyri tann skuld at P/F Jåkup å Dul vil selja sini hus til P/F Jadul, dugi eg ikki vid mínum besta vilja at skilja. Skattligir fyrimunir? Nú Dagblaðið nevnir, at tað meguliga er at fáa skattligar fyrimunir kann eg her leggja aftrat, at hetta bleiv ikki við einum einasta orði nevnt av javn- aðarmanni í býráðnum. Tað, ein annar býráðs- limur greiddi frá var, at henda sela var innlatin til tinglesingar 10. apríl. 11 apríl samtykti legtingið at broyta lógina um skattlig- ar avskrivingar. Bygningurin hjá P/F Jákup á Dul skuldi seljast fyri 15 miljónir. Kostaði umleið 5 miljónir at byggja. Vinningur 10 milj- ónir. Eftir gomlu skattalóg- ini, t.v.s. henni, sum var galdandi 10. apríl, vóru hesar 10 miljónirnar skattafríar. Eftir núgald- andi skattalóg skulu tær 10 miljónirnar skattast við 25% — ella 2,5 miljón- ir. Hin bíligi dagurin Og hvat hevur alt hetta so við býráðsfundin at gera? Sjálvandi liggur soren- skrivarin ikki á skeytinum í óavmarkaða táð. Lúkar selan ikki allar treytir, sendur hann málið aftur. Tá skal hetta sendast til tinglesingar av nýggjum og tá verður hin bíligi dag- urin 10. apríl ikki at galda. Tá Dagblaðið nevnir, at her var meguliga talan um skattligar fyrimunir, er hetta ikki heilt óhugsandi. — Men, sum sagt. Tað vóru ikki javnaðarmenn, sum talaðu um skattligar fyrimunir — men Dag- blaðið sum almannakunn- gjørdi hendan meguleik- an. Tórfinn Smith Nr 81 20. juli 1985 Tórfinn Smith, býráðslimur: Tað var ikki nakað javnað- armaður, sum nevndi eitt orð um skatt, men Dagblaðið. Kanska hava teir fyri einaferð skyld grein í sínum máli. Leivur Johannesen, Heðin Morten- sen og Tórfinn Smith mæla til, at bý- ráðsformaðurin heldur givna lyfti um, at málið kemur fyri á fyrstkom- andi býráðsfundi eftir summarfritid- ina 15. august 1985. Hetta var uppskotið, sum fekk býráðsformannin í eðini, og sum hann ikki vildi seta undur atkveðugreiðslu. Ingi Mohr og Jan Christiansen mæla býráðsformanninum frá — aftan á í 2 tímar úrslitaleyst at hava roynt at fingið Heðin Mortensen, Tórfinn Smith og Leivur Johannesen at við- gera málið og seta seg inn í tað — at blíva við at lurta eftir ósonnum og 6- greiðum undanførslum fyri mangl- andi vilja hjá teimum til málsviðgerð og fara undir atkvødu av tilráðingini frá figgjarnevndini. Uppskotið frá Inga Mohr og Jan Christiansen. Flestu av partamonnum býráðsformansins vildu einki hava við hetta at gera. Við hesum uppskoti man Poul Michelsen hava skrivað segu.