hósdagur 25. juli 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 83 — 25. juli 1985
tíðindablaðið
undir sær eina víða,
svarta mórufletu, tá ið
fjarar úr byrgingini í
turki?
Hetta er ikki bert ein
náttúruvakur staður, men
eisini ein seguligur staður,
ið átti varðveitslu
uppiborna. Áin, ið rennur í
vatnið, eitur Ærgisá. Chr.
Matras professari hevur
víst á, at hesin staða-
navnsliður ærgi er av kelt-
iskari ella nærri lýst av
skotsk-gæliskari rót.
Merkingin var tað, sum
norðmenn nevna »sæter«
— summarbeiti hjá neyt-
um, har sum fólk er alla
tíðina um tey at ambæta
teimum, mjólka, kirna
smer og gera ostar. Forn-
freðirannsóknir í Ærgi-
byrgi oman fyri Hov í
Suðuroy sýndu, at har
hevur verið lítið hús hjá
fólkinum at halda til í.
Alla staðni har sum ærgis-
navnið er, er av vakrastu
og hugnaligastu plássum,
lívlent og gróðrarmikið,
altíð tætt við ein áarlek.
Annars yður við staða-
nevnum fram við vatn-
inum, ið minna um virki
teirra gomlu her: Alt-skal
hetta undir kav í allar
ævir.
Í vónloysinum royna vit
kortini at krekja okkum í
onkra lítla vónarslintru —
at okkurt í evstu letu
hendir, sum kann steðga
hesi tilætlaðu vitloysis-
gerð.
Eitt er vist: felag okk-
ara fer ikki at leggja árar-
nar inn, tó at tað ringasta
skuldi spurst burturúr í
hesum feri, men vil vakið
hava eyguni eftir ellum, ið
verða kann viðkvæmu
náttúru okkara at meini.
Men skal felagið kunna
vírka eftir ætlan, tervar tí
virknar limir um alt land-
ið. Til endans fari eg at
heita á tey, ið her eru sam-
ankomin og ikki longu eru
limir, um at koma upp í
Feroya náttúru- og um-
hvørvisverndarfelag og
soleiðis styðja tað i lands-
gagnliga virki sínum.
Eg skal loyva mær at
lesa 3. grein í lógum felag-
sins, endamalsgreinina.
FNU hevur til fremstu
endamál:
— at varðveita og verja
náttúruna og um-
hvervið
— at vekja ans og kensl-
ur manna millum fyri
vakurleikanum í
óspiltari náttúru og
umhvervi
— at vekja fatan manna
millum av tí lekidómi
fyri likam og sál, sum
ein óspilt náttúra og
eitt umhvervi í sam-
ljóði geva hverjum
einstøkum
— at vekja skyn manna
millum å, hvussu
neyðsynt tað er, at
samfelagið lagar seg
eftir fortreytum nátt-
úrunnar
— at breiða út kunnleika
manna millum um, at
ein lívsháttur í ídn-
aðarlondum við steð-
ugt vaksandi nýtslu
skapar vistfreðiliga
úrskeping og tí má
broytast, skal eftir-
komarum okkara vera
lív lagað
— at vekja ans og kensl-
ur manna millum fyri
og fatan av, at tekni-
lig, evnislig og bú-
skaparlig menning
ikki kann skapa eitt
umhvervi í samljóði
uttan so, at henda
menning er neyvt
knýtt at dygd í siða-
lag og list.
Takk fyri, at tit góvu mær
ljóð.
Jóhan Hendrik |
W. Poulsen ;
- -
ff
Blaðseljarar!
Vit sóknast eftir børnum/ungdémum at hava um hendi
leysasølu av Tidindabladnum Sosialinum í hesum bygdum:
Streymoy: Vestmanna/Vålinum, Kvivik, Signabø/Kollafirdi,
Sundinum.
Eysturoy: Eidi, Strondum, Skåla/Skålabotni, Skipanesi,
Glyvrum/Runavik, Toftum, Æðuvík, Rituvik, Lamba, Fugla-
firdi.
Norðoyggjar: Klaksvík, Norðdepli/Hvannasundi, Viðareiði.
Vágar: Sandavági, Miðvági, Sørvågi.
Suðuroy: Sumba, Lopra/Økrum.
Hava tit hug at royna tykkum, ringið so 1 18 20.
Onkur av smærru bygdunum, sum vit onga bladsølu i, er
ikki nevnd.
Onkustaðni hava vit í longri tíð havt góðar og trúgvar
blaðseljarar, sum nú kanska gevast ein mánaða ella so. Fyri
hesar bygdir lata vit sjálvsagt plássið standa opið til eitt nú
farið verður aftur í skúla.
Aðrar smærri bygdir eru eisini, har ongin blaðsgla hevur
verið. Men hava tit á hesum bygdum eisini hug at royna
tykkum, ringið so til okkara — jú skjótari tess betur.
Vit ynskja øllum
viðskiftafólkum
okkara eina góða
Olavsvøku.
Teilmann
Tlf. (01) 26 28 16