Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. august 1985síða 24

‹ fyrra síða allar 24 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — Ivamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. — Sigur Sigurd L. Lamhauge, sum í fleiri ár hevur hugsað um at renna og svimja úr Akrabergi til Kirkju. Skalt tú úr Suðuroynni til Fugloyar, noyðist tú fyrst til Havnar við Smyrli ella Snipuni og so haðani Sigurd L. Lamhauge fer hann av stað frá vitanum á Akrabergi og ætlar sær at vera í Hvalba um kveldið. Hósmorgunin um tiggju-tíðina fer hann á hann út í aftur og svimur til Kirkjubear. Haðani rennur hann so yvir um reynið og víðari til Hvita- nesar ikki at hava ferðaætlanina blåman i Hvalba. Ætlanin Leygarmorgunin svim- hjá Strandferðsluni og er at svimja til Sands, urhann av Hvitanesi inn á Bygdaleiðum uppi á sær, knappliga 40 km. Hann Nes og rennur til Leir- tá hann í næstu viku fer úr Akrabergi til Kirkju Hann fær ikki brúk fyri henni. Ti hann ætlar sær at renna og svimja! Hverki meira ella minni Næsta mikumorgun fer | Í | | | | | | | | | | I | | væntar at vera å Sandi å midnått ella eitt sindur seinni heldur Sand Friggjamorgun leiðin fram yvir ynna og við Strey mnev Skopun ter eystan fyri ø Pa! jet vikar, svimur yvir á Borð og aftur at Hann ætlar ikki at oynna so renna brúka byrgingina, men Hvannasund landi verður úr Hvannasundi í svimja um Seinasti teinurm áa Sigurd ætlar at brúka gomlu geturnar og varðarnar og kumpass. Strævnast verður at svimja úr Suðuroynni til Sands. Sigurd væntar, hetta fer at taka einar 15 tímar. Skopunarfjerður verður heldur ikki lættur. Men hann hevur lagt sær ferðina soleiðis til rættis, at streymurin verður honum til hjálpar og ikki øvugt. — Tað er fyri at sleppa undan at reka vestur í havið, at hann fer úr Hvalba og íkki Sandvík, haðani tað er styttri. Sigurd L. Lamhauge greiðir frá ferðini. Hann ætlar at prógva fyri sær sjálvum, at tað ber til at fara úr Akrabergi mikumorgun og fara á diskotek í Fugloynni mánakveld, sum hann skemtiliga tók til. Hann hevur vant í Kaldbaksfirði, svomið av Sundi inn á botn og út aftur. Metta er ikki vandaleyst. Alararnir halda hann vera ein kóp og eru skjótir við byrsuni.... Viðvík og haðani verður so svomið til Kirkju, har hann væntar at koma mánadagin 12. august. Nógv venjing Sigurd er væl fyrireikaður til hesa sjáldsomu ferð. Fyrireikingarnar byrjaðu einum ári síðani. Hann hevur verið teimum flestu stødunum á leiðini og tosað við fólk. Millum annað hevur hann tryggj- að sær, at staðkendir menn koma at fylgja honum í báti. Sigurd er eisini í góðari venjing og síðani februar hevur hann lagt alla orku í venjingina. Fimm dagar um vikuna hevur hann svomið 6-8 km. á sjónum og runnið 15-20 km. og styrkivenjing hevur hann eisini iðkað. — Eg haldi, eg eri væl fyri og havi góðar vónir, segði Sigurd L. Lamhauge á tíðindafundi í ÍSF-hús- inum hósdagin. Sigurd hevur í nógv ár svomið fyri Havnar Svimjifelag og hann er eisini íðin froskmaður og skóti. Hann er vanur at vera í sjónum og uppi í haga og fjøllum. fyri Hugskotið gamalt Tað er ikki ti, Sigurd hevur veddað við onkran ella, tí hann ætlar sær í metabókina hjá Guinness. Tað er heldur ikki fyri at progva, at fólk ferðaðust á henda hátt millum oyggj- arnar eina ferð fyrr í tíðini, at Sigurd L. Lamhauge ger hesa ferð. Hann sigur, at einasta endamálið er at prógva fyri sær sjálvum at tað ber til at fara úr Akrabergi til Kirkju uttan at brúka vegir, berghol og bát og bert armar og bein. — Eg havi gingið við hesi hugsan í fleiri ár og nú skal tað so verða, sigur tann 22 ára gamli Havnar- maðurin, sum annars lær- ir til elektromekanikara. Ferðin verður góðar 200 km., umleið 85 á sjónum og 120 á landi. — Eg havi valt at fara í næstu viku, ti tå er streymurin til vildar. Men vera veðurgudarnir ikki vid mær nå, so royni eg kanska aftur umleið 10 september. Hinvegin fari eg ikki at royna aftur næsta ár, eydnast tað ikki í ár. Ferðin verður í ár ella ongantíð, segði Sigurd á tíðindafundinum hósdag- in. Hann játtaði, at fleiri fólk hava rátt honum frá at fara. Men hann heldur, hann hevur fyrireikað seg so væl, at hann ikki fer at lurta eftir hesum ráðum. Hann ætlar at svimja í froskmannabúna, einari sokallaðari vátdrakt. Og hann hevur tryggjað sær læknakanningar á teimum ymsu stødunum hd ÍSF stuðlar Sigurd L. Lamhauge er limur í ÍSF og fær dyggan stuðul! haðani. Heðin Mortensen, ÍSF- formaður, segði á tíðinda- fundinum hósdagin, at líkt er til, at vit nú eiga at leggja dent á einstakling- ar í ítróttini. Her hava vit meguleika at kappast við onnur, til demis í renning og svimjing.