Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 1985síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 96 27. august 1985 Erik Holst, sosialmedisinari og form. í Dansk Lægeforening: ærri sjúkra- us og eina etri primera eillsutænastu Føroyingar eiga at leggja seg eftir at utbyggja og desentralisera primeru heilsutænastuna og fremja eina varisliga midsavnan av åvisum sjúkrahúsuppgávum, sigur formaðurin i Dansk Læge- forening, Erik Holst, sum júst hevur vitjað í Foroyum. Erik Holst starvast dagliga sum professari í sosialmedisini við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Herfyri vitjaði formaðurin í danska læknafelagnum, Erik Holst í Feroyum. Hann helt tá ein fyrilestur fyri feroyskum læknum, sum snúði seg um de- sentralisering og sentrali- sering innan danska heilsuverkið. Aftaná fyri- lesturin spurdi Sosialurin hann um, hvat hann held- ur um somu spurningar í nnan føroyska heilsu- verkið. Tað er ein rættiliga varin Erik Holst, sum svarar hesum spurning inum, tí sum hann sjálvur heldur fyri Ein skal vera varin at koma við góðum ráðum fyrr enn ein hevur kannað viðurskift- ini i Føroyum — ikki bert sjálvt heilsuverkið, men eisini havt fólk yvirhovur halda og hugsa um henda spurning Men sjálvandi ber til at gera samanberingar millum donsk og feroysk viðurskifti, heldur Erik Holst fyri, og hann roynir tað eisini í ein vissan mun I Danmark royna vit at desentralisera partar av Eg haldi eisini, at tit eiga at desen heilsuverkinum tralisera tann partin vit kalla ta primeru heilsu tænastuna, og útbyggja henda partin av heilsu verkinum, eitt nú við kanska at seta fleiri kommunulæknar Eg havi skilt, at tit í Føroyum hava 22—23 kommunulæknar og einar 36 tannlæknar. Sammeta vit við donsk viðurskifti, so er fyri tað fyrsta talið á tannlæknum sammett við talið á kommunulæknum, Annars er kommunu- sera hegt meðaltalið á læknum í Danmark, fyri eitt eki sum Føroyar, eionir 25, t.v.s. at mátað við danskari traditión so hava tit í Feroyum eitt relativt undirskot av kommunulæknum Talið á læknum og heilsusteðan Vil tað siga, at heilsusteð- an í Feroyum er verri enn í Danmark? Tað er ilt at siga. Ein kann siga, at tað í Feroy- um eru færri læknar til at taka sær av sjúkling Erik Holst: Feroyum. unum, bæði hvat viðvíkur kommunulæknum og sjúkrahúslæknum, enn í Danmark. Annars havi eg við stórum áhuga lisið frá greiðingarnar hjá lands læknanum, har hann m.a vísir á, at tað framvegis Sammett við Danmark, so er undirskot av kommunulæknum í eru eki, har viðurskiftini kundu verið betri, eitt nú hvat viðvíkur pinkubarna deyða Men, sigur Erik Holst víðari, tað er torfert at seta beinleiðis samband millum talið á læknum og heilsusteðuna almennu f 1 n Ik Tad vil her meira g € Ki iða koma ti lækna og taa te 5 | ð ri 5 ( Bornholm og Feroyar! Erik Holst heldur, at tað ber væl til at samanbera Bornholn og Ferovar. ta vit tosa um heilsuviður skifti A Bornholm er talið á kommunulæknum 31, og samlaða talið á læknum i umleið 100 meðan tað fyri Føroyar er umleið 70 Framhald á síðu 12 oynni er Í Danmark verða nógvar royndir gjerdar við at fara út í heiminum við hjálp til sjúk- lingarnar. Her eru ein lækni og ein sjúkrasystur frá psyki- atriskum sjúkrahúsi í Álborg og vitja ein sjúkling í heimi hansara