týsdagur 17. september 1985síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——— —%
Nr. 105
17. september 1985
Kollfirdingar
fyrstir við
japanskari
fiskavøru
P/F Bluenorth í Kollafirði um at vera
klárt til at byrja framleiðslu av >crab-
stichs< og líknandi japonskum fiska-
verum til europeiska og amerikanska
marknaðin.
Stjórin og
nevndarfor-
maðurin hava góðar vónir.
Um stutta tíð verða tvey
nýggj góðskingarvirki
tikin í brúk í Feroyum
Tey eru nýggja rækju-
virkið á Oyri og so Blue-
north í Kollafirði.
Hyggja vit nærri at
seinastu frágreiðingini hjá
Ídnaðargrunninum síggja
vit, at rættiliga stórur
partur av lánunum í 1984-
85 er latin til nýggj góðsk-
ingarvirki. Um stutta tíð
fara vit so at síggja úr-
slitið av tveimum av
hesum ílegunum.
Bluenorth um at
vera liðugt
Nýggi bygningurin hjá P/f
Bluenorth í Kollafirði er
um at vera heilt liðugur.
Bygningurin er á tí stóra
havnagkinum á Langa-
sandi, sum nekur ár her-
fyri var gjert klárt til júst
at hýsa slíkum ídnaðar-
virkjum sum hesum.
Leiðslan á Bluenorth,
t.e. stjórin Ole Jacob Jen-
sen og nevndarformaðurin
Helgi Geyti vóru nú um
dagarnar frammi í norska
fiskivinnublaðnum »Fisk-
aren«.
Har greida teir bådir frå,
at virkið helst fer undir
framleiðsluna um árs-
skiftið.
Tá er so ætlanin, at tað
skulu arbeiða nekur 20
fólk á virkinum. Virkið
skal framleiða sonevnd
»crabstics« o.1., ið er ein
fiskivera, sum japanarar
higartil hava verið nærum
einsamallir um at gera.
Know How avtala
Tað er nú nakað síðani, at
avtala varð gjørd við
stóru japonsku fyritøkuna
Nissui um sølu av Know
how.
Upprunaliga var ætl-
anin, at hetta samarbeidi
skuldi vera vid tad eldra
felagið Dylluna,men
seinni er so dótturfelagið
Bluenorth sett å stovn,
sum ein partur av ti upp-
runaliga stóra Dylluproj-
ketinum.
Maskinurnar til »crab-
sticks« framleidsluna
skuldu farnar år
Japan fyri nøkrum døgum
sidani
Hetta er serstøk fram-
leiðsla, sum skal hava rá-
veru, ið nevnist surimi.
Tað er útvaskað fars, sum
kann goymast leingi, áðr-
enn tað verður brúkt
verið
Surimi umborð
á skipi
Men tað er sera avgerandi,
at ráveran er nýggj, tá
sjálvt surimi verður gjert
Tí hevur verið arbeitt við
eini ætlan at framleiða
surimi umborð á skipi. Til
hetta endamál hevur verið
hugsað um Reynsatind,
men nú er so óvist, hvussu
verður við honum.
Maskinurnar til surimi-
framleiðsluna koma eisini
úr Japan. Hendir tað at
Reynsatindur fer av land-
inum, so vera surimimask-
inurnar helst settar
umborð á okkurt annað
skip.
Ætlanin er at brúka
svartkjaft til surimifram-
leiðsluna. Surimi verður
so landað til Bluenorth í
Kollafirði, har tað so verð-
ur brúkt í framleisluni av
m.a. »crabsticks«, har
ymisk onnur evni verða
blandað uppí. Alt eftir
hvat ein ynskir sær av
fiski ella skeljafiski, so
kann ein geva surimi tann
smakk ein vil hava, eitt nú
krabbasmakk ella annan
fiskasmakk.
Ætlanin er at framleiða
600 tons av lidnari veru
um árið. Til hesa fram-
leiðsluna er so neyðugt við
350 tonsum av surimi um-
framt 350 av ymsum evn-
um at blanda uppí.
Slíkar verksmiðjur eru
heilt vanligar í Japan og
hevur Nissui einsamalt
einar 100 slíkar. Enn eru
ongar slíkar verksmiðjur
bygdar aðrastaðni í heim-
inum, men arbeitt verður
við ætlanum bæði í USA
og Kanda og eisini aðra-
staðni í Europa.
Tað verður ein stór leta, tá kollfirðingar sum teir fyrstu í Europa fara undir framleiðslu av japonskum crabstick-
fiskaverum. Arbeiði uppá nýggja virkið hjá Bluenorth komið væl áleiðis. (mynd kalmar)
Fyrst í Europa
Men tann føroyska ætl-
anin er so tann fyrsta í
Europa av sínum slag og
hava feroyingar eisini
tryggjad sær, at Nissui
ikki fer at selja liknandi
know how til aðrar i Eur-
opa.
Teir bådir, Ole Jensen
og Helgi Geyti, siga vid
Fiskaren, at tað verður
neyvan nakar trupulleiki
at sleppa av við lidnu ver-
una. Teir eru í løtuni i
samband við bretskar og
belgiskar selumenn um-
framt føroyskar. Tó er ikki
avgjert enn, hvar skal
selja verurnar fyri Blue-
north
Feroya Fiskasela hevur
annars staðið fyri roynd-
um at selja »crabsticks«
verur í Europa. Hetta
hevur so verið rein jap-
onsk vera, sum er pakkað
inn í fiskaselupakning
Helgi Geyti og Ole
Jensen rokna við at kunna
selja verurnar bæði í Eur-
opa og USA.
Samlaði kostnaðurin av
nýggja virkinum í Kolla-
firði er umleið 20 mill. kr
jan
I HHH
Framhald av síðu 2
bernini hava ongastaðni
at vera uttan í skúlanum.
Tey smáu skulu ofta ikki í
skúla fyrr enn klokkan
hálvgum tíggju, men tey
koma kortini klokkan
átta, tá foreldrini fara til
arbeiðis.
Sjálvandi skulu skúl-
arnir brúkast, men tað
órógvar undirvísingina, at
uttanfyri
meðan
bernini spæla
skúlastovurnar,
undirvísing er. Viðhvert
er neyðugt at biðja um
undirvísingarfrið, og tað
vísir seg eisini at vera
heilt ómeguligt at tøma
skúlarnar, tá dagurin er at
enda, sigur Hans Trygvi.
Hann trýr ikki rættiliga
uppá, at frítíðarvirksemi
(sum tað nú eitur í Havn)
kann vera í skúlunum um
dagin.
Skúlin er bygdur upp
av stovum, sum eru til at
undirvísa í. Hann er ikki
gjørdur til børn at vera í í
fritidini. Haraftrat er tad
ikki gott fyri børnini at
vera í skúlanum allan
dagin. Alt verður tað
sama, og so verður tað ov
keðiligt hjá teimum at
ganga í skúla, heldur
Hans Trygvi
Lenarkravið er
álvari
Lærararnir i Feroyum fáa
tilsamar 100-105 mió
krónur í len um árið. 12
pst. lenarhækking hevði
kostað landinum góðar 12
mió. krónur. Hvat er tað í
mun til, hvat vinnulívið
fær i kreppuhjálp? Tað er
ein góð iløga, tí hon kemur
øllum børnunum til góðar,
halda lærararnir
Teir flestu lærararnir
eru tænastumenn. Tað
dámar teimum lítið, m.a
ti eftirlønarskipanin er so
vánalig. Ein tænastu-
maður er nógv verri fyri
enn ein såttmålaløntur
Doyr ein tænastumaður,
fær einkan millum lítið og
einki, og haraftrat missir
tænastumaðurin ein
stóran part av fólka-
pensiónini, tá hann fær
eftirløn
Verkfall?
Tad er eisini adrir bågar
vid at vera tænastu-
maður: Tænastumadurin
hevur ikki verkfalsrætt
Tá vit ikki hava verk-
falsrætt, hava myndug-
leikarnir skyldu til at
halda lenini á einum rími-
ligum stigi. Og vilja teir
ikki tað, mugu vit finna
aðrar útvegir, sigur Hans
Trygvi Henriksen, for-
maður í Lærarafelagnum
Um læraraverkfall kann
hugsast, dugir hann ikki
at siga Lærarafelagið
sjálvt hevur ongan verk
falsgrunn, men systkina-
felogini i grannalondunum
eiga pengar.
Og lærararnir í Fer-
oyum eru troyttir av at
vísa samfelagssinni
randi
Ongin eldur
Leygarkveldið varð boðað
frá eldi á Bacalao. Men tá
slokkiliðið kom á staðið
var ongin eldur kortini.
Tann, sum boðaði frá,
helt seg hava sæð bæði eld
og royk á virkinum.
Annars hevði løgreglan í
Havn ikki so nógv at gera
um vikuskiftið. Á middegi
leygardagin stoyttu ein
býarbussur og ein persón-
bilur saman á horninum J.
Paturssonargetu og Fr.
Petersensgetu. Bussurin
kom heim eftir J. Paturs-
sonargetu og hevði víki-
skylduna, tí hann hevði
hin hegrumegin.
Persónbilurin fór illa og
onkur fekk snuddir, men
álvarsligur mannskaði
var ikki.
Ferðsluljósini hava eina
tíð verið slekt, men hetta
er fyrsta óhappið har,
vitað er um.
Lesnaður
til alla
familjuna
Cg
he