Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 1985síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Íslendingar fremri enn vit at upplýsa um kost í skúlanum Heimkunnleiki kravd lærugrein úr 1. flokki í Íslandi — í Fer- oyum úr 7. flokki. Tað er átrokandi at eisini foroysk bern, beinanvegin tey koma í skúla, fáa at vita, hvussu tey eiga at vanda sær um heilsuna, siga føroysku umboðini í Norrenu Samstarvsnevndini fyri Húsarhaldsundirvísing, í eini frágreiðing, sum er send blaðnum í samband við stevnuna, sum varð hildin i Føroyum herfyri. Sagt verður: Hóast veðurgudarnir ikki vóru okkum heilt til vild- ar, eydnaðist fyrsta tiltak- ið hjá Norrenu Samstarvs- nevndini fyri Húsarhalds- undirvising í Feroyum stak væl. Luttakarar vóru úr ellum norðurlondum Tá ið stevnan skuldi byrja fríggjadagin 5. juli, vóru bert 24 av uml. 80 luttakarum komnir Mjerki var, so flogfarið kom ikki fyrr enn seint um kveldið Vit samdust um at halda tíðarætlanina, hóast so nógv vantaðu, og vóru takararn ser x ø i: les 1 ) } x rdarsog 5 t 3 O ( Si r at tosa um huslgu lærugreinirnar bæði fólkaskúlanum og á teim hægru lærustovnunum Hvert land bar sítt fram, men tað, ið kanska hugtók okkum einamest var, hvussu nógv Ísland ger burtur úr lærugreinini heimkunnleika í fólkaskúl- anum Brýndis Steinþórs- dóttir, sergreinaráðgevi í heimkunnleika segði, at myndugleikarnir ftanå at kostkanningar vistu, ivussu vånaligan kost skúlabern ótu, høvdu sæd, ussu umráðandi henda lærugrein var, ikki bert í 7. flokki, men í ellum 1984 er lærugreinin kravd úr |. flokki til og við flokki. Nógv verður eisini gjørt fyri at utvega næm ingunum tilfar, sum hósk ar til tað íslendska húsar haldið. Tað er vert at leggja til merkis, at heim kunnleiki hevur ein ráð- geva, sum m.a. hevur ábyrgdina av frálærutil- fari og annars kann leið- beina Felagið hevur meira enn eina ferð yvirfyri skúlamyndugleik- unum víst á tervin á slík- heimkunnleiki um ráðgeva her, men áhugi tykist ikki vera fyri hesum Í Íslandi verður kost urin tikin við sum ein sera týðandi táttur, tá ið talan er um at kanna heilsu- steðuna hjá bernunum, vert er at leggja til merkis, at tá tað sær út til, at ring- ir kostvanar darva heilsu- støduna, so verður hesin táttur tikin upp longu í ] okkl i skulut 1 tt I + hk . Vit halda, at Førova Ísland líkjast nógv í tid, at bæði londini fara alt meira burtur frá einum vana bundnum kostmynstri. Ti verri hevur hetta vid sær, at kostvanarnir verða verri, mest hjá ungdómi, og tí er tað ikki minni átrokandi fyri Feroyar at fáa lært bern, beinanvegin tey koma í skúla, hvussu tey eiga at vanda sær um heilsuna Tá ið stevnan endaði, vóru ell samd um, at hor hevði eydnast sera væl, « útlendsku luttakararnir fóru væl negdir avstað aftur. NSH Feroya deild Nr. 106 Danski vakurleikaserfrødingurin Ole Neés hevur seinastu dagarnar vitjað og sýnt kynstur sítt í Fríðkan í SMS. Húða- og hárrekt er í dag sterri vísind enn nakrantíð og evnini at hjálpa sær við gerast fleiri og fleiri. Tó nýta Fríðkan og Neés einans heimsviðurkenda merið »Biosthetik«, sum til fulnar fevnir um alt tað »neyduga« og kanska væl afturat. Tey, ið hug hava at royna viðgerðina — ella bert kanna hvussu til stendur við t.d. húðini, kunnu stekka inn á gólvið í Fríðkan og fáa seg kannað Kanningin snýr í fyrstu atløgu seg um royndir vid evnunum, kallað R1, R2 og R3, sum hvert í sínum lagi kunnu staðfesta um trupulleikarnar eitt nú við feitt- og vatninnihaldinum í húðini eru ytri ella djúpari í holdinum. Á henda hátt fæst vissa fyri, at kundin, um hann ynskir tað, fær júst tað viðgerðartilfar, ið honum hóskar best. Hetta er vanliga eitt av teimum trimum maskisløgunum, sum nýtast skulu einar tvær ferðir um vikuna Mest forvitnisligt er kanska evnið, nevnt >visarónir<. Hetta virkar djúpari í holdinum og virkar við til at byggja upp aftur elasticitetin í húðini, fær sokalladar »vanarukkur« at hverva og er eisini munagóð hjálp fyri meiri óslætta/óreina og rukkuta húð. Hetta kunnu sokallaðu visaronirnar, tí tær eisini innihalda evni sum av sær sjálvum hjálpa húðini til júst at framleiða rettu nøgdina av røttu feittsyrunum í rettu hudaløgunum. Hetta er so kanska nakað fyri tey, sum ikki eru negd við úrslitið við sápu og eygnaklúti. 19. september 1985