leygardagur 12. oktober 1985síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
hede HE e
A—A—A—
Nr. 116 — 12. oktober 1985 tíðindablaðið Síða 19
Bluenorth fær
heiðurspris á
altjóða mat-
verumessu
— fyri framskygni innan fiskiidnad
Tað er einki at ivast í, at slíkur heiður Á
saman við ætlanunum at gera bæði
surimi og crabstick-líknandi verur fara at
geva okkum eitt umdemi millum aðrar
fiskimatveruframsýn-
ingini Anuga, sum verður
hildin í týsklandi í hesum
degum, fær fiskigóðsk-
ingarvirkið Bluenorth í
tjóðir, sum er ómetaliga nógv vert, sigur Kollafirði ein heiðursprís
Tórmóður Dahl, ið var hann, sum tók
stigið til samarbeiði við japanarar um sur-
imi o.1.
Tórmóður Dahl, undan-
gongumaðurin innan
surimi og liðug-verum úr
surimi, heldur vit eiga at
brúka heiðurslenina at
skapa okkum eitt umdemi
millum heimsins tjóðir
fyri framskygni innan
fiskiidnadin.
Bluenorth fer um stutta
tíð at gera japanskar
liðug-verur burtur úr rá-
evninum surimi, sum er
gjert burtur úr svart-
kjafti.
Tað kann sostatt sigast,
at að ikki einans er virkið í
Kollafirði, sum fær henda
heiðurin, men eisini tann
surimiverksmiðja, sum
um stutta tíð skal setast
upp umborð á ein feroysk-
an svartkjaftatrolara.
Hon er í letuni ávegis til
Feroya úr Japan.
Umboð fyri Bluenorth
eru í letuni í Týsklandi,
har tey skulu taka ímóti
umreddu heiðurslen. Vit
hava spurt Tórmóð Dahl,
sum var tann, sum tók
stigið til hetta spennandi
Fara at grava
út i næsta
mánað
— Noyðast uttanlands eftir fólki at byggja
brennistoðina á Sandvíkahjalla
Tad er nú avgjørt, at E
Pihl & Sen skula byggja
brennisteðina á Sandvíka-
hjalla. Tilboðið uppá
byggi- og lendisarbeiðið er
góðar 19 mill. kr., upplýsir
stjórin hjá E. Pihl & Søn,
Sten Balle. Trý onnur
tilboð vóru. Dekkon og
Kanjon bjóðaðu góðar 20
mill. kr. og Byggifelagið
G. Waagstein slakar 23
mill. kr.
Sten Balle sigur, at farið
verður undir at grava út
og sprongja umleið hálvan
november og byggingin
skal vera liðug knappliga
eitt ár seinni.
Vegurin til ekið er
næstan liðugur. Guttesen
og Staksberg gera hann.
Bara útlendingar
Tað vera bara útlend-
ingar, sum fara at arbeiða
fyri E. Pihl & Sen á Sand-
víkahjalla, upplýsir Sten
Balle. Hann sigur, at
ógjerligt er at fáa fólk í
Feroyum. Heldur ikki í
Danmark er lætt at fáa
fólk, so teir flestu hand-
verkararnir og ar-
beiðsmenninir til hetta
nýggjasta arbeiðið hjá
Bluenorth í Kollafirði fær heiðursprís
samarbeiði við japanarar,
hvenn týdning slík
heiðurslen hevur. Hann
sigur, at tað er einki at
ivast í, at slíkur heiður
saman við ætlanunum at
gera bæði surimi og crab-
stick-líknandi lidugvørur
fara at geva okkum eitt
umdemi millum aðrar
tjóðir, sum er ómetaliga
nógv vert.
Her áttu vit veruliga
at samskipa móttekuna
av hesi heiðurslen við eini
dyggiligar kampanju fyri
Feroyar, sum fremsta
fiskivinnutjóð í vestur-
heiminum. Okkum tervar
í dag, at heimurin lítur at
okkum sum ein tjóð, ið
bæði vil og dugir annað
enn at drepa grind. Víðari
sigur Tórmóður Dahl:
— Uppá longri sikt er
tað eingin fiskavera, sum
hevur so ljósa framtíð fyri
stavn sum surimifram-
leiðsla og tí er neyðugt at
vit leggja til brots nú.
Í 1981 varútflutn-
ingurin av surimiverum úr
Japan til USA umleið
2000 tons, i fjør var hann
37.000 og i ár verður hann
80.000 tons. Umsetnings-
virðið i USA fyri ymiskar
surimivørur verður i år 7
mia. kr. Kenda marknað-
arfelagið Sea Food
Management Corporation
roknar við, at í 1990
verður selan av surimi-
verum 450.000 tons ella
meira enn 40 mia. kr. pr.
ár einans í USA, upplýsir
Tórmóður Dahl.
Hann vónar, tað nú fer
at eydnast at fáa veruliga
gongd á arbeiðið við at
framleiða surimi og liðug-
verur úr surimi.
— Men fortreytin fyri at
henda ætlan kann gerast
veruleiki er tann, at tann
surimilinjan, sum nú er á
veg til Feroya úr Japan, at
hon verður sett umborð á
Reynsatind. — Uttan
surimiframleiðslu dettur
jú grundarlagið fyri hesi
nýggju roynd at menn
okkara fiskivinnu og fiski-
ídnað jú heilt burtur,
leggur Tórmóður aftrat.
Hann ivast ikki sjálvur
í, at surimiframleiðsla
burtur úr svartkjafti kann
fáa ómetaliga stóran týdn-
ing fyri Feroyar
— Vit hava fingið eina
sera góða avtalu við jap-
anarar og vit eru millum
teir, sum eru komnir
longst við hesum ætlanum
uttanfyri Japan. Vit eiga
ráveruna til framleiðsl-
una, svartkjaftin, og nú
vit eru í ferð við at byggja
uppe in fiskiflota at veiða
og viðgera henda svart-
kjaftin og nú vit fáa know
how frá japanarum, so er
alt, ið talar fyri, at surimi
og liðugvera b urtur úr
surimi verður at hava al-
stóran týdning fyri sam-
felag okkara í framtíðini.
Hetta má ikki detta niður-
fyri, endar Tórmóður
Dahl.
jan
Tað líður væl við vegnum niðan á Sandvíkahjalla og um ein mánað verður farið undir
at grava út fyri bygninginum hjá P/f Kommunala orku- og brennisteðir
byggifelagnum koma úr
Íslandi.
Sten Balle væntar, at
neyðugt verður at fara
uttanlands eftir 15 monn-
um. Men eisini til onnur
arbeiði noyðast teir i
onnur lond eftir fólki.
Stjórin heldur, at í letuni
eru einir 12 útlendingar í
arbeiði hjá E. Pihl & Søn í
Feroyum. hd
sosíalurin
telf. 11820