Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Térshavn Ábyrgdarblaðstjóri: P/f Sosialurin (> Jan Múller Krisjan Dahl Randi Jacobsen Ljósmyndari: Uppseting: Prent: Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Lagnan óviss POSTVERKIÐ HEVUR sekt landsstýrið um loyvi til at innflyta, pakka og avgreiða rúsdrekka út frá eini goymslu hjá postverkinum til brúkara í Føroyum LANDSSTÝRIÐ SETTI bein- an vegin ein arbeiðsbólk við umboðum fyri landsstýrið, postverkið og gjaldstovuna, sum fekk álagt at gera til- mæli til landsstýrið í hesum máli. Eftir tí sum frættist, so hevur hesin arbeiðsbólkur tikið undir við hugskotinum og eisini gjørt neyðug uppskot til broytingar í galdandi lóg, men enn er óvist um landsstýrið leggur málið fram. NAKAÐ AV ORÐASKIFTI hevur verið í útvarpi og bløðum um henda spurn- ingin. Fólk hava ymiska áskoðan. Nøkur eru ímóti eini og hvørjari broyting í verandi rúsdrekkaskipan. Onnur taka undir við uppskotinum frá postverk- inum. Og uppaftur onnur vilja heldur hava uppskotið frá 1973. Hetta uppskot varð sent út til fólkaat- kvødu tå, men fekk ikki undirtøku, og varð síðani burturgoymt. MUNURIN Á UPPSKOT- INUM Nú og í 1973 er kort- ini ikki tann heilt stóri. Eftir uppskotinum frá 1973 skuldu vit hava ein heilt nýggjan stovn at taka sær av innflutningi og av- greiðslu av rúsdrekka. Hes- in stovnur skuldi eisini hava einkarrætt til innflutning og sølu. Nú er talan um at leggja innflutningin og søl- una inn å ein verandi al- mennan stovn og talan er ikki um nakran einkarrætt. T.V.S. at fólk framvegis kunnu bileggja sítt rús- drekka úr Danmark um tey heldur vilja tað. EIN VANSI VIÐ galdandi rúsdrekkaskipan er, at alt ov stórar nøgdir verða keyptar í senn, og kemst hetta júst av, at rúsdrekka verður bílagt úr Danmark. Ætlaða nýskipanin kundi ført okkum burtur úr tí so- nevnda kassamentalitet- inum og yvir til at keypt smærri nøgdir hvørja ferð. Um hetta er ein fyrimunur ella ikki eru tað helst eisini fleiri meiningar um. ØLL KUNNA VERA samd um, at rúsdrekkamálið er ein sera viðkvæmur spurn- ingur, og eisini kunnu vit vera samd um, at eitt full- komið forboð heldur ikki er tann rætta loysnin. Tað vil helst føra til heimabryggj, til ólógligan innflutning og til nýtslu av øðrum meira skaðiligum rúsandi evnum, bæði evnum sum eru til keyps her á landi og av evn- um, ið kunnu flytast ólóg- liga til landið. ENN ER LAGNAN hjá tí um- redda uppskotinum óviss. Men gagnligt hevði tað verið um vit fingu eitt veru- ligt orðaskifti um spurn- ingin. Nr. 128 9. november 198* Rættleiðing til Sosialin og »vågamadur« Sosialurin prentaði nú hósdagin 7. nov. grein nevnda »Følkaflokkurin og peningavaldid.« Generelt vikir greinin ikki frá tí viðferð, fólka- floksfólk dagliga fáa í blaðnum, so fyri tað hevði ikki verið neyðugt at gjørt nakra viðmerking til henn- ara. Eisini er hon dul- nevnd (vágamaður) og hevur sum slík ikki aftur svar uppiborið. Kortini vil eg ikki lata tær grovu og ósonnu skuldsetingarnar, sum blaðið hevur ímóti mær persónliga, fara afturvið uttan átalu. Í greinini verði eg sum figgjarnevndarlimur lagd- ur undir at hava játtað partafelagnum Giljanes (har eg havi verið stjóri til fyri stuttum) fíggjarliga hjálp uppá 17 mio. kr landskassanum M. a verður tikið soleiðis til »Her síggja vágafólk, hvussu Svend Situr uttan ai blunka á figgjarnevndarfundi játtar heilar 17 mió. krón ur sær sjálvum til gagns« og víðari »Dømid um kap- italistin Svend Aage Ell- efsen, sum á fíggjar- nevndar fundi uttan at rodna játtar egnum fyri- tekssemi heilar 17 mió krónur, er so sigandi og óhugnaligt, at fólksins fatan av hesum flokki ikki kann vendast til tað fræg- ara i brædi.« Til hetta er at siga: Eg havi, lika sidan eg bleiv limur i løgtingsins figgjarnevnd (sjálvsagt) roynt at ansa eftir ikki at viðgera umsóknir, sum fyri meg hevdu ligan fíggjarligan áhuga So vítt eg veit, hevur tað eydnaðst væl Eg veit í hvert fall, so vist sum at tygum lesa tað, eg her havi skrivað, at person- eg á ongum sinni havi lut tikið á fíggjarnevndar- fundi har P/f Giljanes hevur verið til viðgerðar, og havi sostatt hverki kunnað játtað felagnum 17 ella annað tal av mill iónum úr landskassanum Eg loyvi mær tí, fyri tað fyrsta: At heita á Sosialin at prenta hesa rættleiðing á sama stað í leygardags- blaðnum, har hin greinin stóð. Fyri tað næsta, s« haldi eg, at tað burdi verið neyðugt at kravt eina av sannan og umbering frá blaðnum viðvíkjandi teim skuldsetingum, peikað hevur verið á! Ella hvussu? Sv. Aage Ellefsen AVSANNAN Blaðið vil fegið koma við eini umbering fyri tær grovu skuldsetingar, sum ein dulnevnd- ur hevur borið fram í lesarabrævi. Vit kunnu eftir tí vit hava fingið upplýst eisini av- sanna, at Sv. Aage Ellefsen sum fíggjar- nevndarlimur skal hava játtað 17 mill. krón- ur sær sjálvum til gagns og skulu síðani vísa til bræv hansara omanfyri. Blaðstjórin Hví er dagrektin hjá Tórshavnar Býráð høvudleys? Leikurin fyri gallerinum gongur uppå tad besta. Heitið á leikinum er barnaansingin í Tórshavn. Nú er at siga beinan- vegin, at hugsan mín gongur móti hesi líka sum góðkendu javnaðarhugs- an, at bern skulu út á stovnar, og at hetta er tað einasta rætta. Fyri mær sigur javnaðarandin, at eitt barn eigur sín rætt til foreldur og eitt heim. Ístaðin fyri at leggja alla orku í at byggja veggu- stovur og barnagarðar - og nú helst eisini frítíðar- heim, eigur málið at vera, at skapa møguleikar fyri ellum, sum ynskja tað, at kunna skipa dag sín soleiðis, at annað av for- eldrunum er við hús. Sam- felagsliga er hetta eisini uttan iva nógv bíligari fyri . allar partar t Hetta hevði spart sam- felagnum almikið av pen- ingi, soleiðis at tey mongu, sum av ymiskum orsekum hava stovnarnar fyri neyðini, tá kundu fingið góðar og ikki yvir- fyltar stovnar, tí tá hevdu ráðini verið til tað. Aftur til barnaansingina í Tórshavn. Lisbeth Peter- sen er nú komin til tað, at Tórfinn Sinith er problem- barnið í Tórshavn. Mogu- liga er hann tað, av tí at hann dittar sær at rera gruggið upp av botninum 1 samgongupottinum og helst er har eisini so eins og við barnaansingini, at har er mangt ókent, sum er brent í botnin. Tá plaga ráðini at vera, at tú íkki skalt rera tað brenda upp í Betri hevði tað verið at rert so væl Lis- greytin beth, at tað ikki brendist í botnin. Eitt av tí, ið liggur brent á botninum í samgongu- skjalinum, er dagrektar- skipanin. Fyri mongum mánaðum síðan fór leið- arin av dagrøktøær í annað Enn havi eg ikki lýsing í bleðunum eftir nýggjum leiðara, og ímeðan verður dagrektin okt frå 90 børnum og nú ætlandi upp til 150 bern, uttan at kvalifiseraður leiðari er settur at taka sær av hesi dagrekt. Krav- ið er, at tann, ið leiða skal, hevur neyðuga fakliga út- búgving bæði við um- sorgan av børnum og tað at hava eftirlit við dag- rektarheimunum. Ja, so mikið virða tit okkara framtíð — hálvt- annaðhundrað smábern starv sæð Jallur