hósdagur 5. desember 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 139 — 5. desember 1985
æviga tíð skuldi standa á varðhaldi
um kistu hansara. Og hetta skuldi
vera samansett av ættfólki hansara,
sum longu vóru deyð, nekrum
germanskum kongum og nekrum
heimspekingum frá teirri antikku tíð-
ini.
Og hann byrjaði so. Hetta var stór-
arbeiði at seta í verk. Listamálarar
skuldu gera skitsur av teim fólkum,
sum skuldu manna fylgið, mynda-
heggarar skuldu gera voksmodellir
og jarnstoyparar skuldu so stoypa
myndirnar. Listamenn bæði úr Týsk-
landi, Italiu og Eysturríki vórðu til-
kallaðir, men hetta var stórarbeiði,
og keisarin ótolnaðist, tí hann vildi
síggja verkið liðugt, meðan hann
livdi.
Men so vildi tað soleiðis, at keis
arin á einari ferð til Wien, í 1519,
doyði, og varð jarðaður í Wiener Neu
stadt, nærhendis Wien. Arbeiðið við
at stoypa standmyndiranr helt tó
áfram í Innsbruck, og í 1
Z% stóru myndirnar sum nu standa
550 vóru tær
uttan um sarkofag hansara í Hof
kirche, liðugar
Men keisarin hevði ikki gjert av
hvar hetta gravstað hansarå skuldi
vera. Tað bleiv tí abbasonur hansara
Ferdinand, erkahertogi, sum gjerdi
av, at byggjast skuldi serstek kirkja,
og at gravstaðið skuldi skipast júst
sum hann hevði ynskt tað, sjálvt um
hann ikki kom at hvíla har, og í 1563
var henda kirkja vígd.
Tað er ein ógloymandi sjón, at
koma inn í hesa kirkju og síggja
gravstaðið. Sarkofagurin, ella
konotafurin sum tað eitur í hesum til-
felli (tómt gravstað), eitt satt listar-
verk, stendur á miðjum kirjugólvi,
við einari standmynd av keisaranum,
á knæ, á lokinum, og uttanum eru so
hesar 28 veldugu standmyndirnar úr
bronsu, ættarfólk og andsfelagar
keisarans. Gravstaðið fyllir, at kalla,
alt kirkjurúmið. 24 marmorrelieffir,
við teim mest týðandi hendingum úr
lívi keisarans, prýða kenotafin, og
tað gingu 80 ár, frá tí at Maximilian
setti arbeiðið í gongd, til tað var
liðugt.
Men omanfyri nevndi Ferdinand,
erkahertogi, abbasonur Maximilians,
sum livdi frá 1529 til 1595, og sum
stjórnaði Tyrol í 30 ár, hevur eisini
verið við til at skriva segu, ikki sert
tíðindablaðið
Maximilian-gre
íblandað romantikki, og her Hof
kirche hevur eisini hann sett sær ein
minnisvarða sum er miium teir
seguliga dýrmettu í Tyrol
Tað er søgan um Øskufiu og
prinsin um aftur. Tann ungi Ferdi
nand gjerdist ásttikin í teirri vekru
Philippine Welser, ríkari, týskari
keypmansdóttir, sum var komin at
vitja mostur sína í Innsbruck. Nokk
var Philippine sera múgvandi, men
hagani frá og so at hugsa um at
kunna giftast inn í teirru almáttugu
Habsburgarættina, tað var næstan
vónleyst, og tí bar hon seg undan, tá
Ferdinand bar fram benarorð men
hann var áhaldandi og fekk at enda
ja. Og tey vunnu á trupulleikunum,
sum vóru sera stórir, og búsettust á
tí vakra slottinum Ambras, sum
liggur í sunnara útjaðara av Inns-
bruck.
Nú var tað so, at tá Ferdinand læt
byggja Hofkirche, til at goyma veld-
uga gravstaðið hjá abbanum, bygdi
hann uppí eitt kappell, >Silbernes
Kapelle« kallað, har hann sjálvur og
Philippine til sína tíð skuldu hvíla
Men at hjúnareydna teirra skuldi fáa
nokk so brådliga enda, vardi eingin.
Philippine doyði í 1580, 53 ára
gomul, av livrasjúku. Og kanska
kom tað av ov nógvum mati. Tað
segðist, at tað vóru 24 rættir á døg-
*
irðaborði teirra hvønn dag! Tan
sorgarbundni hjúnarfelagin læt kist
na við konuni seta inn í kapellið
Men sorgin vardi ikki leingi. Stutt
aftaná giftist hann aftur við einari
kvinnu av aðalætt, sum var 28 ár
yngri enn hann sjálvur
Vit fara úr kirkjuni, upp einar
breiðar steintrappur, upp í kapellið,
og har standa sarkofagarnir hjá
Ferdinand og báðum konum hansara
Tá Ferdinand sjálvur doyði, læt
seinna kona hansara gera eitt rima-
verk í kapellinum, og innanfyri liggja
nú hann og hon, meðan Philippine má
unnast við eitt pláss uttanfyri.
Segurnar eru nógvar um, hvussu
vekur Philippine var. Sagt var, at
hálsur hennara var so mjáur og húð
hennara so følin, at drakk hon ein
munn av reyðvíni, so sást tú hann
glíða niður gjøgnum háls hennara!
Men Hofkirche goymir meira enn
av seguligum dýrgripum. Niður-
afturkomin úr Silvurkapellinum, í
kirkjuna, standa vit nú frammanfyri
grøvini hjá Andreas Hofer. Hevði nú
Maximilian ligið í veldugu kistu síni í
miðjum kirkjurúmi, so høvdu tveir
mætir menn havt samveru við hvenn
annan her.
Andreas Hofer var, eftir boðum frá
Napoleon Bonaparte, tikin av døgum
í Mantus í 1810, og grivin har. Men í
Síða 9
1823 vóru tað nakrir av bardaga-
feløgum hansara frá 1809, sum gróvu
upp aftur kistuna, og hon fekk so
pláss her í kirkjuni. Við ein síðuvegg
stendur ein standmynd av Hofer og
undir kirkjugólvinum kistan.
Vit fara út aftur av hesum seguliga
stað, og vit ásanna, at teir minnis-
varðar, sum her eru settir, eru prógv
fyri nakrar av teimum sterku, menn
iskjansligu kenslunum: reystmans
dirvi, kærleika og fáfongd. Vit koma
út á hevuðsgetuna við tað sama, tí
hetta er alt gamli býarparturin, har
Innsbruck byrjaði at vaksa, tá
sloppið varð suður um Inn at byggja
Og hvat eitur so henda geta? Maria
Theresienstrasse, sjálvandi! Hon
sigst at vera ein av heimsins vakr
astu getum, tað dugi eg ikki at met
g £1 ej
n. men hon er sjáldsom. Og tað er
hesun n« KOS
hetjufjalli Tyr Berg
ynning i i! Me ø
5 finna ikr 5 klar
Nor £ x
Innsbruckar orðara enda
enes Dachl«, »var«tekin byarins
finnur næstan ikki tann minnislut
higani ur Innsbruck, og teir eru
nógvir, at ikki Goldenes Dachl er av
sunnara enda sigurs
báðum
myndað), og í
bogan (Triumphbogen), og í
førum er tað ein habsburgsk kær
leikssega, sum var upprunin
Segan um Goldenes Dachl er
henda: ein hertogi, Friederich, við
eyknevninum »Friederich mit der
leeren Tache«, (við tí tóma lumm-
anum), læt, um 1410, byggja sær eini
hóskandi hús her, sum Gylta, lítla
Taki nú er. Men honum tervaði altíð
pening, og tí kom ráðgevi hansara
við tí hugskoti, at hann skuldi giftast
við einari ríkari prinsessu. Hon bleiv
eisini funniu, í Spaniu. Men nú ótt-
aðist Friederich fyri, at hon skuldi
hava hoyrt um eyknevni hansara, og
um viðurskiftini annars, og vildi tí
gera okkurt, sum kundi vekja henn-
ara undran heldur. Ein gullsmiðjur
fekk tí boð um, at koma at leggja
blaðgull á hálvtakið yvir svalanum á
húsum hansara, soleiðis, at tá prins-
essan kom á fyrsta sinni og kom
niðan getuna, so skuldi tað fyrsta,
hon fekk eyga á, vera hetta glitrandi
takið, og síðan skuldi hon fáa eyga á
tann unga mannin, sum stóð á sval-
anum niðri undir og veittraði. Alt
gekk sum ætlað, og tað var kærleiki
við fyrsta eygnabrá.
Tá tað undir seinna heimsbardaga
gjørdist monnum greitt, at eisini
Innsbruck kom at vera fyri stórum
oyðileggingum, tók spurningurin seg
upp, hvussu man skuldi verja hesar
dýru lutir. Og uttanum Goldenes
Dachl og Maximiliangrevina í Hof-
kirche vórðu laðaðir tjúkkir grót-
veggir, og tá kríggið var av, lá øll
tann vakra hevuðsgetan í sori, men
Goldenes Dachl var óskalað
Framhald