Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 1985síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið Sosíalurin Nr. 139 — 5. desember 1985 AIDS- HÓTTANIN STØÐUGT Úr útheimi ÁLVARSSAMARI Skrivingin um AIDS vindur upp á seg um allan heim Tann nýggja kynssjúkan AIDS hevur seinastu fimm árini spjatt seg um allan Vesturheimin og stóran part av Asia og allastaðni fort við sær nógvan óhugna og ótta. Í øllum londum, har AIDS- sjúklingar longu eru byrjaðir at doyggja, eru fólk frá sær sjálvum av ræðslu, og aftrat teimum sváru líingunum, AIDS-offrini mugu tola, kemur nú burtur- vísing og mannamunur. Nógvir læknar hava ávarað móti hyster- ínum, ið fylgir útbreiðsluni av AIDS. Hinvegin hava teir lítlar ella ongar vónir givið um at meguligt verður at basa sjúkuni í næstu framtíð, og eisini eru royndir teirra til at fjala út yvir ta veruligu gongdina vorðnar til, at almenningurin veit íkki hverjum hann skal trúgva. Fyri trimum vikum síðan segdu blød- ini í Íslandi, at einans trý lond í Europa vóru frí fyri AIDS: Is- land, Pólland og Tjekkoslovakia (Feroyar skuldi sjálvandi verið roknaðir uppí her). Eina viku seinni kunngjørdu læknar við Landssjúkrahúsið í Reykjavík, at ungur maður var deyður av AIDS á sjúkrahúsinum, og meguliga vóru 100 AIDS-smittu- berar í landinum. Hesin huldu- skapur stavar helst frá, at teir av- varðandi myndugleikarnir stúra fyri samfelagsligu og sálarligu avleiðingunum, ið vitanin um sjúku-herjanina í landinum hevur við sær. (Tað kann nevnast í hes- um sambandi, at íslendingar hava nú ikki minni enn trý orð at velja ímillum fyri AIDS: >al- næmi<, »énæmistæring« og »eyøni«.) Ein italskur lækni, Carlo de Bac, hevur ákært blaðmenn fyri at mynda óneyðugan skelk mill- um fólk, sum var talan um um- farsótt í miðeld. Hinvegin hava læknarnir sjálvir sum nevnt ikki gjørt nógv til at beta um steð- una: tríggir franskir læknar kunngjørdu herfyri, at teir høvdu funnið mótevni til HTLV-III vir- usid, id orsakar AIDS, men kann- ingar vistu, at teir høvdu bert gjørt royndir i eina viku vid hes- um mótevni, og sjúklingurin, teir søgdu mótevnið hava lekt, er nú deyður. Tíðindaflutningurin um AIDS hevur eisini havt við sær aðra nyttu: nógvar stjórnir uttanfyri Amerika leggja nú fyri fyrstu ferð alstóran dent á at spjaða upplýsingar um vandan, og myndugleikarnir hava gjert regluligar kanningar av blóð- gávum til sjúkrahús, til skyldu. Blóðgávur hava verið ein av or- sekunum til útbreiðsluna av AIDS. Óttin fyri AIDS kann tykjast ikki at vera í rettum lutfalli við talið av AIDS-tilburðum. Sam- mett við USA, sum nú hevur yvir > 5% AIDS-granskari å Pasteur-stovninum i Paris Ætlanin er at fáa meira av tilfari um viðurskifti í útlond- um í Tíðindablaðið Sosialin. Vit fara nú sum eina roynd hvenn hósdag at greiða frá ymsum úr útheimi. Tað er Edvard Jóns- son, feddur og upp- vaksin í Íslandi men í dag búsitandi í Før oyum, sum fer at koma við áhugaverd- um greinum. Tær fara at fevna um alt frå politikki til mentan og onnur viðurskifti. 14.000 = AIDS-tilburðir, hava onnur lond einans fá offur. Í Brasiliu eru næstflestir tilburðir, 483. Frankaríki hevur 392, Haiti 377, Kanada 323, V-Týskland 300 og Bretland 225. Enn er sjúkan bundin til Vesturheimin og partar av Asiu; ongir tilburðir eru kendir í Sovjetsamveldinum, Indiu og Kina. Í hesum feri má ein minnast til, at homoseksuell- ir, ið eru nógv tann stersti vanda- bólkurin, ferðast ofta ímillum lond í Vesturheiminum, t.d. i sambandi við almennar fundir og ráðstevnur, sum eru vorðnar al- samt vanligari hjá homoseksuell- um, síðan teir av álvara byrjaðu at gera meira um seg í sjeyit- árunum. 73 av AIDS-sjúklingum í USA eru homoskesuellir. Kyns- ligur ólevnaður hevur sterstu ábyrgdina av AIDS-spjaðingini og nógv av teimum AIDS-offr- um, ið eru deyð, hava havt kynsl- igt samband við heilt upp til 80- 120 mans á einum ári. Høvuds- keldan til smittuna er sáð og blóð, men AIDS kann eisini ber- ast við munnvatninum. Læknar hava ávarað fólk ímóti yvirhevur at hava »slimhindukontakt« við fremmand. Tað er sjálvandi ógjerligt at hava tamarhald á sjúkuni við al- tjóða lóggávu. Ongin veit hvussu nógv tilsamans eru deyð av