Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 1985síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Aling í Føroyum! Tað bera okerspæl tiðindablaðið Nr. 139 — 5. desember 1985 Vit hava verið ómetaliga hepnir, at ongar illkvæmar sjúkur hava tikið seg upp Vit eru sera viðkvæmir fyri sjúkum, tí alisteðirnar liggja so tættar saman og økini eru so små. Vit hava bygt ut alivinnuna eftir stuttari tíð og hava meira enn 50 alisteðir, men bert ein djóralækna at taka sær av sjúkum. Vit hava bert verið sera hepnir higartil, at ongar illkvæmar sjúkur hava rakt okkum enn og eiga tí beinanvegin at seta fleiri fólk til at hava eftirlit við alingini, sigur Áki Mortensen, djóralækni 7 Áki Mortensen, djóralækni: — Trygdareftirlitið við liv- andi alifiski hevur ómetaliga stóran týdning. Vit kunnu ikki útbyggja alivinnuna uttan eisini at útbyggja veteri- nertænastuna. Tað er Áki Mortensen. djóralækni, sum sigur hetta við Sosialin. Hann vísir á, at myndugleik- arnir eru alt ov trekir við at seta fleiri fólk til at taka sær av veteriner eftirlit- inum hjá alingini. Sosialurin vendi sær til Aka Mortensen í samband við at norsk blød bera tey tíðindi, at umleið 30 norskar alisteðir eru rakt- ar av eini herviligari sótt, furunkulose nevnd, og at vandi er fyri, at hesar ali- steðirnar missa fyri 100 mill kr. av sjúkuávum. — Áki Mortensen sigur, at norðmenn eru nógv verri fyri enn vit í so máta, men hann heldur ikki, at vit feroyingar eiga at undirmeta týdningin av sjúku í alivinnuni. — Og í letuni undirmeta vit henda týdning, undir- strikar Áki Mortensen. Liggur á láni Steðan í Feroyum er tann, at um somu tíð, sum vit hava bygt út við meira enn 50 alistødum, so hava vit ikki byg ut veteriner tænastuna samsvarandi. Hetta kann koma okkum aftur um brekku, og ti skjytur Åki Mortensen upp, at fleiri fólk vera sett at arbeiða við eftirliti og fyribyrging av sjúkum í alivinnuni. Hann vísir á, at uppskot er sent til landsstýrið hesum viðvíkjandi, men tíanverri tykist viðgerðin av slíkum málum at taka alt ov langa tíð í Tinga- nesi. — Eg haldi hetta lands- stýrið hevur góðan vilja viðvíkjandi alingini, men tað gongur bara alt ov seint, og serstakliga á hesum eki kann ein seinkað viðgerð og stødu- takan hava álvarsligar fylgjur við sær. Aki Mortensen vísir á, at hann í letuni er einasti djóralækni, sum tekur sær av alivinnuni og er hetta alt ov lítið til tess at kunna kunna geva vinnuni ta trygd og ráð- geving, sum hon eigur at fáa. Her er jú talan um ómetaliga stórar peninga- upphæddir. Hann vísir víðari á, at arbeiðsumsteðurnar hjá sær eru út av lagi vána- ligar og ger hetta bert steðuna enn verri. Var rætt atborið, so var ein serstek deild við fleiri fólkum og meiri út- gerð — eitt nú á Heilsu- freðiligu Starvsstovuni sum tók sær av alingini. Fólk frá veterinertæn- astuni eiga at vitja ali- steðirnar eina ella fleiri ferðir um mánaðin, at tryggja sær, at sjúkur eru 'kki i brúkinum. Í dag ber so dånt til at vitja tær allar eina ferð um árið nú einsamallur maður er og tað er ógvuliga avmarkað, hvat ein kann kanna og hvussu nógva tíð ein hev- ur til hverja alistød Kanna í Danmark Aki Mortensen vísir á, at teir í dag eru noyddir til at senda allar royndir av ali- fiski til Danmarkar til kanningar á laboratorium í Árhus. Hetta tekur bæði tí og er sera kostnaðar- mikið. - Vit eiga tíverri ikki útgerðina til hesar kanningar í Feroyum, og eg havi so eisini gjert vart við fyri lanssstýrinum, at okkum tervar eitt histologiskt og eitt viru- logiskt laboratorium. Hesi skulu taka sær av at kanna vevnaðin hjá ali- fiski og at dyrka virus Áki Mortensen heldur ikki stórar ílegur skulu í Samanspælið millum umhvervi, fisk og mikroorganismur er av avgerandi týdningi, tá sjúka tekur seg upp hjá alifiski.