hósdagur 9. januar 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Ferðslumentan
føroyinga!
EINS og undanfarin år lótu nógvir
feroyingar lív í ferðsluni og eitt enn
sterri tal fekk álvarsligar snuddir,
sum fara at merkja mangar teirra
restina av lívinum. Nógv verður
skrivað og tosað um hesar ræðuleik-
arnar í ferðslu okkara, men lítið og
einki verður gjert fyri at betra um
ferðsluumhvervið og ferðslumentan-
ina.
TAÐ hevur verið sagt, at tað skal ein
mentalitetsbroyting til, áðrenn
feroyingar fara at vísa meira hógv í
ferðsluni. Og hetta tekur tíð. Hetta
er uttan iva rætt, men til tess at
koma á mál í so máta, so er neyðugt
av júkað verður aftur og aftur um
vandarnar í ferðsluni! Hetta kann so
vónandi vekja politikarar okkara,
sum í seinasta enda hava ábyrgdina
av standinum.
Í FJOR legði landsstýrið uppskot
fyri tingið um at broyta ferðslulóg-
ina. Hetta uppskotið varð felt m.a.
av teirri orsøk, at tað í sterri mun enn
higartil skerdi tað persónliga frælsið í
ferðsluni.
SJALVANDI kunnu tað vera ymsar
metingar um, hvat er frægast at gera
fyri at minka um ferðsluvanlukkur-
nar. Men at okkurt má gerast,
munnu flestu okkara vera samd um.
Spurningurin er so hvussu. Sum sagt
var lógaruppskotið frá landsstýr-
inum felt, men síðani hevur ferðslu-
nevndin, sum landsstýrið hevur sett,
arbeitt víðari við málinum og hevur
gjert eitt álit. Nú sigur landsstýris-
maðurin í ferðslumálum, at hetta álit
verður lagt fyri tingið ein av komandi
degunum. Hetta er at fegnast um.
TAÐ er neyðugt at gera okkurt. Og
neyvan sleppa vit undan at skula
skerja persónliga frælsið, sum bilfer-
arar hava í dag. Spurningurin er,
hvat telur meira, mannaliv ella tað
persónliga frælsið í ferðsluni! Tað
hevur víst seg, at verandi ferðslulóg-
gáva, verandi ferðsluumhvervi og
okkara ferðslumentan hava íkki
megnað at fyribyrgja eini gongd, har
talið á ferðsluvanlukkunum er ekt.
Heldur tverturímóti.
Utgevari: PH Sosialurin O
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Prent: P/f Pressan 1981
oddagrein
TAÐ er eingin loyna, at upplýsing
kann hava ómetaliga stóra ávirkan
eisini tá tað snýr seg um ferðslu. Nú
um jólini hevði sjónvarpið ein film,
sum var ein ávaring ímóti at koyra
ávirkaður til hús eftir at hava verið
til jólahald. Aftaná at hesin filmurin
varð vístur og jólaborðhaldini vóru
av, kundi sjónvarpið upplýsa. at
talið á fólki, sum vóru tikin fyri at
hava koyrt við kenning. var minkað
munandi sammett við undanfarin ár.
T.v.s. at upplýsing hevur stóra
ávirkan. Tað er bert at vóna, at teir
ymsu stovnar, feleg og myndugleik-
ar, sum hava tilknýti til ferðslumál,
gera meira burtur úr at brúka fjøl-
miðlarnar og eisini evugt. Saman
kunnu vit so vera við til at ávirka
okkara fólkavaldu politikarar, so-
leiðis at teir kenna ábyrgd og taka
avgerðir, sum kunnu betra um bæði
ferðsluumhvervi og ferðslumentan
feroyinga.
Sum steðan er í dag eiga
vit í Feroyum eitt tað vánaligasta
ferðsluumhvervið og ferðslumentan-
ina í heiminum. Hetta vil ein av les-
arum okkara ið hvussu so er verða
við sambart grein í blaðnum í dag.
Hvat halda okkara politikarar um
slíka niðursteðu? Hon er verd at um-
reða við álvarsemi. Kanska okkurt
gott spyrst burtur úr enn einum dia-
logi um ferðsluviðurskifti, hóast
royndirnar eru alt annað enn góðar.
Vit hava so loyvi til at vóna. Og júst
tað gera vit.
UNGDOMSÅRID er júst farið aftur
um bak. Vit siggja á hagtølunum, at
tað doyðu 6 fólk í ferðsluni í hesum
árinum. og øll vóru tey ungfólk
millum 4 og 18 ár. At tað júst skuldi
vera ungdómsárið, sum skuldi vera
so væl umboðað í deyðans ferðslu-
hagtølum kann bert harma okkum.
Ti mugu vit nú av álvara venda
eyguni móti teimum ungu í ferðsluni,
sum eisini hava verið atvoldin til tær
flestu vanlukkurnar tey seinastu ár-
ini. Her eru so eisini tær mongu van-
lukkurnar, sum hava lest og mein við
sær fyri lívið.
jamu
Nr. 3 — 9. januar 1986
fæst i plátubúðunum
Vit eru:
Plúmm
Joka
Frændir
Óli & Judy
Friðarstuðlar
Nikodemusar Sangbólkurin
Hanus G. Johansen
Tinganest
Vestmenn
Kinna Poulsen
— fæst um alt landið.
Kostnaður við sanghefti kr. 120,-
Lurtið, lærið og minnist stavnhaldið frá 1985.
#02 — Tlf. 16946
DATA
P/F DATA SØKIR
EDV-TEKNIKARA
at seta í starv sum skjótast. Arbeiðið um-
fatar uppsetan, viðlíkahald og umvæling
av edv-tólum og eðrum elektroniskum
eindum.
Umsekjarar mugu hava útbúgving sum
radio- ella elektronik-mekanikari ella
elektronikteknikari.
Len eftir dugnaskapi. Skrivlig umsókn
við próvskjólum/viðmælum verður at
senda til p/f DATA. Í seinasta lagi
20. jan. 1986.
PROGRAMMØR
at seta í starv sum skjótast. Viðkomandi
skal kunna arbeiða sjålvstødugt og kunna
luttaka í smærri arbeiðs- og ábyrgdarbólk-
um.
Arbeiðsekini umfata viðlíkahald av
ymiskum standard systemum og útvikl-
ing av nýggjum specialsystemum.
Len eftir dugnaskapi. Skrivlig umsókn
verður at senda til p/f DATA. Í seinasta
lagi 20. jan. 1986.
pu
"%
DATA
>
ste“
Smyriisvegur 20 - 3800 Tórshavn - Tlf. 16633