Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 1986síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið tonsatalið — ónggdir við prisin Hóast eitt av okkara sterstu og nýggjastu rækjuskipum, Høgifossur, landaði 2250 tons av rækj- um i fjør, so var hetta ikki nóg mikið til at fáa endar- nar at rekka saman. Ikki tí at tonsatalið var ov lítið. Men tað eru prísirnir á rækjunum, sum eru orsek- in til tað heldur vánaliga úrslitið. Tað er reiðarin og skip- arin í Hegafossi, Jóhan á Plógv í Sandavági, sum sigur hetta við Sosialin. Hann sigur, at teir hevdu ætlað um at fáa eini 2200 tons og hetta hava teir so eisini fingið. Ætlan- in var so eisini at selja fyri 44-45 mill. kr., men teir fingu bert 36 mill. kr. Fyri at fáa javnvåg i rokn- skapin, so skal Hegifossur selja fyri umleið 40 mill. kr., so umframt at båturin hevur selt fyri umleid 9 mill. kr. minni enn teir høvdu ætlad um frå fyrst- an tíð, so hava teir eisini selt fyri fýra mill. kr. minni enn neyðugt er fyri at kunna forsvara rentur og avdrøg. Orsøkin er, at prísurin á rækjunum hevur verið so ósteðugur og yvirhevur minkandi. Johan á Plógv sigur víðari, at tað kann verða rættiliga svikali;t við prísinum frá degi til annan. Í 1984 fingu teir t.d. 11 kr. fyri posarækjur, sum eru 1/3 av allari veið- uni, men bert fýra mán- aðir seinni var prísurin fyri hesa støddina á rækj- um bert 4.85 kr. kilo. Í dag er prísurin so hækkaður aftur og er 12 kr. fyri kilo, men hetta er ein »forlorin« prisur, sigur Johan å Plogv og visir å, at hetta kemst av ti, at norðmenn hava fiskað so munandi minni av hesum rækjunum ta seinastu tíð- ina, soleiðis at virkini á landi hava fingið ov lítið av smárækjum. Tí er prísurin farin upp. Hvat viðvíkur teimum sterru rækjunum, so er prísurin fallin úr 42 kr. niður í 32 kr. fyri kilo. So samanumtikið sigur Johan á Plogv, at prísirnir eru ov lágir til at fáa end- arnar at rekka saman. Hann vísir um sama mundi á, at prísurin á út- gerð og provianti er nógv vaksin og haraftrat kemur. at raksturin er sera kostnaðarmikil. Hegifossur er so eisini stersta og dýrasta rækju- skipið í flotanum. Skipið kostaði 92 mill. kr. at byggja, so tað er greitt, at neyðugt er við góðum fiskaprísum og ríkiligari tonsanegd fyri at kunna svara hverjum sítt Johan á Plógv sigur, at tað hevur nógv at siga, at eins og hini teir storu rækjuskipini fåa ein grønlandi, ti tær rækjur- nar eru størar og hava góðan pris. Prísurin er 68 kr. kilo, so her gera bert få tons mun i samlaða rokn- skapinum. Uppá fyrispurning um teir hava ætlanir um at fiska svartkjaft eisini sigur Johan á Plogv, at so- leingi meguleikar eru at fiska rækjur alt árið gera teir tað. Men skipið er annars útgjert til at fiska Nr. 9 — 23. januar 1986 svartkjaft eisini. Sjálvur heldur hann, at tað er óheppið at skula leggja um frá rækjum til svart- kjaft hvert um annað. Men tá tað verður neyðugt at leggja um til svartkjaft, so er Høgi- fossur vælegnaður til hesa veiðuna eisini, sigur Johan á Plógv at enda. Høgifossur lastar 700 t. jan Rækjuskip: Herfyri læt nevndin í felagnum Rækjuskip landsstýrinum eitt uppskot um, hvussu hon kundi hugsað sær, at rækjukvotur- nar vórðu býttar. Johan á Plogv, formadur, sigur vid Sosialin, at teir hava frætt, at landsstýrið góðkennir ikki upp- skotið frá felagnum. Sambært hesum upp- skoti, skuldu rækju- kvoturnar býtast millum 9 skip og dentur verða lagdur á at lata teimum stóru og dýru rækjubát- unum hampuligar kvotur í Eysturgren- landi. Johan á Plógv sigur, at nú hevur felagið frætt, at landsstýrið ætlar at býta kvoturnar í Grenlandi millum 11 skip ístaðin fyri 9 Landsstýrið vil eisini geva Rananum og Noråstjørnunum burtur av kvotunum Hetta heldur Johan å Plogv er løgid, ti av- Formaðurin í felagnum Ranin og Norådstjørnan eiga ikki at fåa kvotu i Grønlandi gjørt varð jú, tá Hegifossur og Hvilt- enni komu inn í flot- an, at so skuldu tey bæði, Norðstjernan og Ranin úr flot- anum. Nú sær so út til, at tey skulu hava burt- urav kvotunum í Grenlandi, og ger hetta, at tey stóru og dýru rækjuskipini, sum nýliga eru bygd, fáa lutfalsliga minni. Johan á Plógv sigur, at fáa teir bert tonsini í t.d. Eystur- grønlandi, kunnu tey beta munandi um samlaða úrslitið, og tí heldur hann tað vera logið, at landsstýrið nú skal geva skipum, sum annars avtalað skuldu fara úr flotanum, tá nýggj) komu ístaðin, burtur av kvotunum. Eg meini, at hasi bæði skipini skuldu als ikki havt loyvi at koma til Grenlands, tí tað er jú alt ov lítið at býta sum er var jan hampuligan túr í Eystur- Triggir av føroysku rækjuveteranunum. Frå vinstru: Kjartan Jacobsen, Eiler Jacobsen og Trugvi Laksafoss Bátur 1. Hviltenni 2. Hegifossur Karina 4. Sólborg 5. Fame 6. Vágborg 7. Reynsatindur 8. Giljanes 9. Norðstjernan 10. Kjelur 11. Vesturland 12. Oknin 13. Ranin Svalbard Fiskidagar (t) (Svalbard) 1.716 207 1.689 235 1.301 153 1.082 148 1.11] 184 1112 217 963 150 575 91 529 118 326 105 174 85 93 41 193 86 10.761 1.820 1 04) Få 1.639 dagar Sovjett Eysturg. Vesturg. IALT (t) (t) (t) (t) 79 120 1.915 38 84 1.811 32 120 1.453 75 30 200 1.387 26 85 ].222 85 1.197 48 1011 37 612 14 570 45 50 94 515 50 88 312 50 89 232 193 424 674 471 12.330 134 t 6 Í Í 430 9.203 t Af, Fiskadu 3.000 t. fleiri av rækjum Føroysku rækjuskipini fiskadu tilsamans 12.330 tons i før. Hetta eru góð 3000 tons fleiri enn i 1984 Vit hava fiskad meira å ollum leiðum. Men megin- parturin av vekstrinum stavar frá veiðini við Sval- bard. Annars ektu vit veiðina í sovjetiskum sjógvi úr 134 tonsum í 1984 uppi 424 tons í 85. Sosialurin hevur gjert eina uppgerð yvir, hvussu nógv hvert einstakt skipið hevur fiskað og hvar. Neyðugt verður tó at taka eitt vist fyrivarni, tí okk- urt av telunum, sum vit hava fingið frá Fiski- vinnustovuni, samsvara ikki heilt við tey, sum vit hava fingið upplýst frá onkrum einstakum reið- aríi. Eitt nú fáa vit upp- lyst, at Høgifossur i 1985 landaði 2250 tons. Av hesum var helvtin av fyrstu landingini uppá 482 tons veidd í 1984. Talvan gevur okkum tó eina góða heildarmynd av rækjuveiði føroyinga. jan