Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 1986síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 30. januar 1986 Borgararættindi í USA: s iða 9 Minnisdagur um Martin Luther King Bronsustútta av honum avdúkað á Capitol Hill Húsini í Atlanta, har King feddist Martin Luther King var ongantíð á odda fyri nekr- um heri, og hann hevði ongantíð politiskt embæti. Men hann hevði heldur ikki brúk fyri verðsligum valdi — megi hansara var fyrst og fremst hansara yvikandi moralska dirvi og sosiala samkensla. Fyrimyndin hjá honum var Mahatma Gandhi, ið isini varð myrdur av fanatiskum drápsmanni, og King sameindi kristnu idealismu við megin- regluna hjá Gandhi um mótsteðu uttan yvirgang. Kring vakti samvitskuna hjá USA og ellum tí sið- mentaða heiminum fyri teimum vónleysu lívsum- steðunum hjá teimum svertu í Amerika. Tað virk- ar næstan ótrúligt, at hann einans var 34 ára gamal, tá ið hann fekk Nobels friðarheiðurslenina, og 39 ár, tá hann varð myrdur í 1968. Tann dagin gjørdi tann rasistiski parturin av amerikanska følkinum hendan karismatiska leidaran til ein pinsluvått, ið heimurin ongantíð fer at gloyma Tjóðarfrídagur Fyri tveimum vikum síðani byrjaði USA fyrstu ferð at halda feðingardagin hjá King hátíðarligan sum tjóðarfrídag. Einans ein maður hevur fyrr fingið henda heiðurin, og tað er sjálvur faðirin til amerikansku tjóðina, George Washington. Feðingardagurin hjá einum eðrum stórum amerikanara, Abraham Lincoln, hevur ongantíð verið gjørdur til tjóðarfrídag vegna mótsteðu frá Suðurstatunum. Umleið 5 mill. starvsfólk hjá tí al- menna og herinum hildu frí henda dag, 15. januar, og frá Alaska suður til Florida vóru hildnar minn- isráðstevnur, gudstænastur, konsertir og mynda- framsýningar til minnis um King. >Ég leggi merki til eina ekta vitan um hann, ið ikki fanst fyrr,« segði einkjan eftir King, Coretta. Við feðingardegnum hjá King minnist amerikanska tjóðin eitt tað mest dramatiska tíð- arskeiðið í hennara lutfalsliga stuttu segu. Hetta tíðarskeiðið byrjaði við hini stóru gonguni til Was- hington í 1963 og reðuni, King helt frammanfyri Lincoln-minnisvarðan. Henda reðan er vorðin ein tann kendasta i amerikansku søguni: »I Have a Dream«, >Ég eigi mær dreym«. Í Washington seinastu viku komu 1100 gestir inn í Kapitol fyri at fylgja við, tá ið bronsustytta av King varð avdúkað. Hetta er fyrstu ferð, ein svartur amerikanskur borgari er heiðraður á henda hátt í amerikanska hovuðsstaðnum. „Ikki sakleysur droymari« Í Atlanta, heimbýnum hjá King, varð hildin stór hátíð, ið vardi í tíggju dagar. Ferðafólk tyrptust til Ebenezer baptista-kirkjuna, har King virkaði sum prestur saman við faðir sínum, og har er eisini gravhválv, ið goymir hansara jarðarligu leivdir Imillum teir, vitjaðu har, vóru Desmond Tutu, biskuppur úr Suður-Afriku, Edward Kenne- dy og vara-forsetin, George Bush. Ein av teimum, ið samarbeiddu nógv við King, presturin og politikarin Jessie Jackson, helt eina reðu í Ebenezer baptistakirkjuni, har hann m.a segði, at King ikki bert var ein sakleysur droym- ari. »Hann varð ikki myrdur fyri at droyma, men fyri at virka og bjóða stjórnini av<. Jackson ákærdi Reagan forseta fyri ikki at hava stuðlað nekrum tiltaki hjá King, meðan hann livdi. sum Kommunistur? Sannleikin er tann, at Reagan var ímóti stórum parti av borgararættinda-lóggávuni frá sekstiár- unum, og hann var eisini ímóti at gera 15. januar til ein minnisdag um King við tí grundgeving, at tað fór at kosta statinum ov nógv at geva starvs- monnunum ein frídag afturat ellum hinum. Tá Jesse Helms, senatorur úr North Carolina, ákærdi King fyri at hava verið „undir ávirkan frá amerikanska kommunistaflokkinum« og kravdi, at skjal, ið varðveitt eru hjá FBI og ikki mugu opnast fyrr enn ár 2027, vórðu legd fram, varð Reagan spurdur, um hann var samdur í tí, at King hevði havt samhuga við kommunistum. Reagan svaraði: >Tað fáa vit at vita um 35 ár, ikki satt ?« Tveir dagar seinni bað hann einkjuna, Corettu, um + "% King og viðhaldsfólk hansara í Selma 1965 Fr Bronsustuttan av King fyrigeving, og síðan samtykti hann uppskotið um minnisdagin fyri King. Uppskotið varð síðan san tykt við stórum meiriluta í umboðsmannating inum og senatinum. Í viku bjóðaði Reagan Corettu King til Hvítu húsini. Har 5 tað gjørt greitt, hvussu nógv King hevði latið A meriku. Littir studenta! teimum bestu seinastu var« hendi fyri tey svørtu i lesa nu å øllum lærdu háskúlun landinum. Tað verður alsamt littar læknar og løgfrødingar vanligari at síggja Fimm av sterstu stórbýunum í Amerika hava littar borgarstjórar, Los Angeles, Chicago, Philadelphia, Detroit og Atlanta. Líkasæla og kensluloysi Men hóast hetta er sigurin ikki vunnin. Triðingur- in av ellum svertum í Amerika livir undir fátækra- markinum, og arbeiðsloysið hjá littum ungdómum er 41.6% í mun til 6.9% hjá amerikanarum sum heild. Hvít lesa og arbeiða saman við svertum, men svert búgva enn í serstøkum byarpørtum og sleppa ikki uttan stórar trupulleikar at flyta til teir hvítu býarpartarnar. Nógvir amerikanarar vísa eisini líkasælu ella beinleiðis kensluloysi mót- vegis borgararættindaspurninginum. Martin Luther King var bert 57 ára gamalur í hesum ári, um hann hevði livað enn í lívsins blóma. Hann hevði fingið greiði á, at tað arbeiði, hann byrjaði í sekstiárunum var sera langt frá at vera fullfíggjað — at tað bert var byrjanin til upp- fyllingina av tí stóra dreyminum, hann hevði: eitt samfelag, har hvít og svert livdu í semju, bróður- huga og alski hvert til annað.