hósdagur 30. januar 1986síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bakkafrost
— einasta
svartkjafta
virki av
sinum slag
i heiminum
Bakkafrost á Glyvrum er helst einasta
svartkjaftavirki av sínum slag í heim-
inum. Virkið hevur nú nekur ár á baki,
og hevur verið roynt øll hesi seinastu árini
at menna framleiðsluna av svartkjafti til
matna.
Sosialurin hevur vitjad å virkinum og
hava vit
Jacobsen.
Hann sigur, at teir øll hesi
seirfastu árini hava gjert
eitt miðvíst arbeiði at
menna framleiðsluna av
svartkjafti til matna.
Ein kann í ein ávísan
mun kalla Bakkafrost fyri
eina prototypu, sum fram-
vegis ikki er heilt liðug.
Men langt hava tey so
kortini rokkið og skulu
fleiri svartkjaftavirki
byggjast i Føroyum, so er
einkjat ivast í, at Bakka-
frost fer at“ vera fyri-
myndin — uppá gott og
ringt sjálvandi.
tosað við
stjóran, Hans
Fyrr avreiddu skipini
bert svartkjaft til ídnað.
Kortini hava feroyingar
verið vitandi um, at aðrar
tjóðir, eitt nú Sovjetsam-
veldið, fiska svartkjaft til
matna.
Feroyingar hava góðar
meguleikar at veiða svart-
kjaft, tí hann er á okkara
eki ein stóran part av ár-
inum. So við og við hava
vit so eisini fingið eyguni
upp fyri meguleikunum,
sum hesin stovnur gevur
okkum.
Gullfinnur landar til Bakkafrost
Utbyggingar
Á Bakkafrost hava teir
gjørt seg út til at taka
ímóti svartkjafti og fram-
leiða hann til matna.
Nogvar royndir og kann-
ingar eru gjørdar og eru
eisini fleiri útbyggingar
farnar fram í kjalar-
verrinum á hesum roynd-
um.
Herfyri varð Bakkafrost
útbygt fyri fleiri milliónir,
soleiðis at virkið er betri
fort fyri at taka ímóti og
arbeiða svartkjaft.
Hans Jacobsen, stjóri á
Bakkafrost sigur, at teir
eru væl negdir við útbygg-
ingina, tó at okkurt kundi
verið eðrvísi.
Í hevuðsheitum betrar
útbyggingin um
arbeiðsgongdina í sam-
band vi landing og fram-
leiðslu av svartkjafti, og
sjálv framleiðslu- og inn-
frystingarorkan verður
eisini ekt.
Meðan teir fyrr hava
landað fiskin í nógvar
smærri kassar, so hava
teir nú broytt landingar-
háttin, soleiðis at fiskurin
verður fyltur í stórar kon-
teynarar, sum taka 15
tons hver. Íalt hava teir
15 slíkar konteynarar.
Tema skip skjótt
Hans Jacobsen sigur, at
teir fylla konteynararnar
og flyta teir síðani við
einum vogni inn á virkið,
har fiskurin so fer á flutn-
ingsbond, sum so flyta
hann til flakalinjurnar.
Við hesum nýggja
arbeiðsháttinum eru teir
førir fyri at tøma eitt skip
uppá fleiri hundrað tons
uppá nakrar fáar tímar.
— Vit klára eini 100
tons um tíman, soleiðis at
skipið sleppur skjótt av-
stað aftur, umframt at vit
lætta munandi um
arbeiðsgongdina á landi,
sigur Hans Jacobsen. Teir
spara bæði fólk og
maskinorku, nú arbeitt
verður við sterri og færri
eindum enn fyrr.
Goymsla
trupulleiki
Ein trupulleikin við at
landa svartkjaft til matna
r, hvussu ein kann
goyma tær stóru negdir-
nar av ráveru.
Á virkinum klára teir
bert at arbeiða eini 10 tons
um tíman, so tað er um-
ráðandi onkursvegna at
Nyggj landingarskipan er
tikin í nýtslu. Svartkjaft-
urin verður sprændur
gjøgnum eina slangu inn á
eitt flutningsband og fer
so víðari í tveir stórar
konteynarar. Hesir verða
síðani fluttir inn á virkið
goyma tey nógvu tonsini,
sum koma upp á land.
Hvat viðvíkur seinastu
útbyggingini sigur Hans
Jacobsen, at onkur brek
eru, men teir rokna við at
kunna rætta tey sum frá-
líður.
Viðrað illa
Tað hevur annars viðrað
illa hjá svartkjaftabát-
unum higartil í ár, so tað
hevur ikki verið so nógv at
gera á Bakkafrost.
Hans Jacobsen sigur, at
teir hesa tíðina í fjør fingu
nógvan svartkjaft. Frá
fyrst í januar til miðjan
mars tók Bakkafrost
ímóti 4200 tonsum av
svartkjafti.
Higartil hava teir á
Bakkafrost bert fingið 600
tons. Teir hava framleitt
umleið 100 tons av farsi
burtur úr ráveruni.
Hans Jacobsen sigur, at
hóast lítið er komið upp á
land í januar, so vóna teir
at fáa eini 3000 tons,
áðrenn svartkjaftatíðin
endar um hálvan mars.
Prísurin á svartkjafta-
farsi er góður í letuni. Teir
fáa umleið 13 kr. fyri kilo.
Tað er Feroya Fiskasela,
sum selur farsið og hevur
Fiskaselan longu gjert
sáttmála uppá 500 tons av
svartkjaftafarsi.
Gullfinnur álitið
Tað er serstakliga Gull-
finnur, sum avreidir til
Bakkafrost. Annars av-
reiða eisini Krúnborg og
Christian í Grótinum til
Bakkafrost í letuni.
Uppá fyrispurning
hvussu nógvan fisk teir
eru ferir fyri at taka ímóti,
sigur Hans Jacobsen, at
teir í sjálvari svartkjafta-
tíðini kunnu taka ímóti
8.000 til 10.000 tons.
Hetta gevur 3.000 tons av
farsi.
Higartil hevur Bakka-
|
me
Sósa ae
LE AAA AA ker