hósdagur 7. november 2002síða 23
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 7. november 2002
45
Tá Saab byrjaðu at
gera bilar, beint eftir
kríggið, var talan um
bilar til vanliga fólk-
ið. Tey seinnu árini
hava teir eisini kapp-
ast í luksusklassan-
um. Nýggjasti Saab 9-
3 verður einans gjørd-
ur sum sedan og
seinni sum station-
vognur og cabriolet
BILAR
Magnus Gunnarsson
Saab 9-3 er bygdur yvir
sama plattform sum Opel
Vectra. Við tað at bilurin
hevur størri aksilfrástøðu
enn forgangarin, er hann
eisini rúmligari innan við
t.d. betri beinplássi.Vit
hava vant okkum við at
Saab 9-3 einans hevur fing-
ist við 3 ella 5 hurðum og
stórari baklúku, men hesin
nýggi verður bert gjørdur
sum sedan. Seinni kemur
hann eisini sum station-
vognur og cabriolet.
Trygd hevur verið eitt av
vørumerkjunum hjá Saab.
Bæði hvat aktivu og pass-
ivu trygdini viðvíkur livur
Saab 9-3 upp til tað, sum
vit kunnu vænta av einum
Saab í 2002. Umframt ABS
bremsur og elektroniska
deiling av bremsukraftini
(EBD), hevur hann eisini
Traction Control System
(TCS), Elektroniskan sta-
bilisator (ESP), mekanisk-
an bremsuassistent (MBA)
og (CBC) sum ger at til ber
at bremsa og stýra sam-
stundis, uttan at bilurin
glíður út til síðuna.
Passiva trygdin er inn-
bygd í bilin, soleiðis at
hann gevur eftir, har sum
hann skal, um hann verður
ákoyrdur aftan ella framm-
anífrá. Nógvar ymiskar
trygdarskipanir, ið eru inn-
bygdar í bilin, verja bilfør-
arin og tey ferðandi, sum
t.d. Saab Active Restraint
(SAHR)
nakkapúturnar,
sum higartil hava minkað
munandi um skaðar á háls
og nakka.
1,8t við 2,0 motori
Hóast 1.8t stendur á bak-
lúkuni á bilinum, er motor-
urin er ein 2.0 litur. Motor-
urin við 150 hk og lágtrýst-
turbo er sera kvikur og hev-
ur góða kraft. Aðrir bensin-
motorar eru: 2.0 litur við
175 hk og 2.0 litur við 210
hk, báðir við hátrýstturbo.
Turbodiesel motorurin er
ein 2,2 litur við 125 hk og
intercoolara.
Saab 9-3 er ein vælút-
gjørdur bilur, sum eisini
fæst við nógvari eykaút-
gerð. Til dømis við tí sera
framkomna ACC klimaan-
legginum, har skipanin
brúkar køldu luftina til at
køla handskarúmið niður til
ca. 8 stig. Eisini hevur
bilurin "Night Panel", ið er
ein uppfinning hjá Saab,
har til ber at sløkkja øll
ljósini á instrumentborð-
inum uttan speedometrið.
Øll ávaringarljósini virka
tó, tá brúk er fyri teimum.
Hetta er gjørt, fyri at tað
skal vera meira hvílandi
fyri eyguni at koyra í
myrkri.
Nr. 214 • hósdagur • 7. november 2002 • 76. árg.
Saab 9-3 Sport Sedan
Saab 9-3 1,8t Sport Sedan
Motorurin
2,0 litur 16V 4 syl. 150 hk
0 - 100 km/t
9,5 sek.
Bensinnýtsla
12,2 km/l
Dekkstødd
195/65-15
Stødd og vekt:
Longd
463,5 cm
Breidd
176,2 cm
Hædd
146,6 cm
Eginvekt
1425 kg
Totalvekt
1975 kg
Viðførisrúm
425 litrar
Prísur
kr. 299.400,-
Søluumboð
P/F Meinhardt Arge
við Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
Startlykilin er elektron-
iskur. Lykilin virkar eisini
sum fjarstýring til
hurðarnar og baklúkuna.
Skiftandi elektroniskar
kodur gera tað ómøgiligt
at kopiera lykilin
John Vilhelm, sølumaður hjá P/F Meinhardt Arge við ábyrgd fyri Saab, er her við nýggjasta Saab 9-3 1,8t og
einum av teimum fyrstu Saab 99, sum hann seldi fyri 25 árum síðan
Saab 9-3 verður nú einans gjørdur sum sedan, seinni kemur hann sum stationvognur og sum
cabriolet
Saab 9-3 innan. Display til radio, klokku
o.a. situr omaná instrumentborðinum
Fyri 25 árum síðan
seldi Saab Service
Yviri við Strond
hendan myrkabrúna
Saab 99 til Osvald
Olsen á Sandi. Í dag
er tað Petur Olsen,
abbasonur Osvald,
sum eigur bilin
BILAR
Magnus Gunnarsson
Tað var 9. september 1977,
at Osvald Olsen á Sandi
keypti hendan Saab 99 frá
Saab Service Yviri við
Strond. Hetta var sama
árið, sum fyritøkan varð
stovnað við John Vilhelm
sum stjóra. Bilurin varð
skrásettur við nummarplát-
uni F 60.413. Í dag er tað
Petur Olsen í Havn, abba-
sonur Osvald, sum eigur
bilin. Bilurin er væl hildin
og í sera góðum standi.
Hann er nýliga lakkeraður
og sær út sum nýggjur.
Í FDM limablaðnum,
Motor, hava teir rokn-
að uppá tølini frá
Danmarks Statistik
um ferðslu. Úrslitið
teir komu til varð, at
menn millum 45 og
54 ár koyra tryggast,
samstundis sum ung-
ir menn millum 18 og
24 ár eru teir hættis-
ligastu í ferðsluni
FERÐSLA
Magnus Gunnarsson
Bilførarar í aldursbólkinum
millum 45 og 54 ár koyra
flestar kilometrar, áðrenn
teir koma út fyri einum
ferðsluóhappi við persóns-
skaða. Útrokningarnar eru
gjørdar við miðaltølum fyri
ferðsluóhapp við persóns-
skaða og talið av koyrdum
kilometrum í árunum frá
1998-2000, deilt uppá ald-
ursbólkar og kyn.
Teir hættisligastu bilfør-
ararnir eru ung og eldri av
báðum kynum. Menn mill-
um 18 og 24 ár eru teir
hættisligastu í ferðsluni,
bæði fyri seg sjálvar og
onnur. 10.000 menn í hes-
um aldursbólkinum koyrdu
einans 136 km, áðrenn eina
teirra kom út fyri einum
ferðsluóhappi. Talið hjá
monnum millum 45 og 54
er fimm ferðir hægri. Sam-
anumtikið koyra kvinnur
longri enn menn, áðrenn
tær koma út fyri einum
ferðsluóhappi við persons-
skaða.
Kelda: FDM / Motor
Menn millum 45 og 54 ár koyra best
Saab 99 frá 1977
Ungir menn millum 18 og 24 ár eru teir hættisligastu í ferðsluni
Mynd: FDM / Motor
Saab 99 hjá Petur Olsen.
Bilurin er heilt originalur
við upprunaligari
nummarplátu
Postkassa-
bilur
Hesin reyði Renault 5
vøruvognurin sær út
sum
ein
postkassi
aftan. Søgan sigur tó
onki um at bilurin
kann brúkast til enda
málið.
Kelda: FDM / Motor
Fiesta og
ADAC
Ford Fiesta hevur fing-
ið 4 stjørnur í týsku
ADAC crashtestunum.
Eftir
ein
frontalan
stoyt ið 64 km/t kundu
hurðarnar á bilinum
uttan trupulleikar lat-
ast upp, og kabinan var
heil. Annars meintu
teir, at gardinairbag
átti at verið standard
útgerð í bilinum
FDM / Motor
Volvo og
trygd
Volvo hava mist 13
prosent av søluni í
USA. Ein av orsøk-
unum sigst vera at teir
hava
marknaðarført
Volvo eins og onnur
bilmerkir.
Leiðslan
hevur nú tikið avgerð
um, at teir aftur skulu
marknaðarføra Volvo
sum tann tryggasta
bilin á marknaðinum
Kelda: Motor Magasinet
C
M
Y
K
45
44