Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 1986síða 9

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOS Nr. 33 — 20. mars 1986 Andrias i Hvannasundi vid bryggju i Tomrefjord Byggja å royndir og nyhugsan Nú hava royndirnar vid Giljanesi og Reynsatindi ikki givið tey bestu urslit- ini. Ber tú als ongan ótta fyri, at tað skal fara at enda á sama hátt hjá hes- um nýggja trolaranum? Lat okkum nú sleppa at prógva, at vit kunnu fáa tað at ganga. Sjålvur ivist eg ikki í, at tað fer at ganga, og annars haldi eg, tað er skeivt at sammeta hetta nýggja skipið við onnur svartkjaftaskip. Vit byggja á royndirnar hjá eðrum og nýhugsan, so úrslitið kan tí bert gerast betri. Stórur eftir- spurningur Mortan Johannesen sigur annars, at áhugin fyri skipinum er óvanliga stór- ur. — Eg havi longu gjørt avtalur um selu av 2000 tonsum av lidnari veru, og vit kunnu í mesta lagi framleiða 4500 til 5000 tons um árið. Annars havi eg fingið fyrispurning um keyp av meira enn 10.00 ons svartkjafti tað veri seg fars ella flat Hvat er tå mest løn andi at framleida i løtuni? Tad er butterflyflok Hetta er ein sera eintøld og løtt framleidsla og sun gevur lutvist góðan pris Vit kunnu i dag selja butt erflyfløk fyri 8 kr. kilo og hetta er ein góður prisur Binda okkum íkki — Men hver skal tá selja veruna? — Tað skulu vit sjálvir. Vit selja har vit fáa besta pris Tit hava ikki bundið tykkum til nakran ávísan seljara, ella ætla tit at gerast limir í Fiskaseluni? Vit hava ikki bundið okkum til nakran, og eg rokni ikki við, at vit ger ast limir av Fiskaseluni. Við slíkum skipi sum hes- um, ið kostar nógvar pengar, mugu vit alla tíð- ina leita eftir tí markn- aðinum, sum gevur besta prís fyri veruna. Tann marknaðin selja vit til. Suðringur og Rankin! Nú hevur tú oftani út- talað teg í blødunum um hetta projektið, og tað er einki dulsmál, at tú altid er sera bjartskygdur. Ert tú ikki bangin fyri, at tú kanska hevur gjert í so nógv av, nú áðrenn skipið er slpiið at royna seg? Eg bygdi Suðring í síni ti, og vit hava ligið á odda øll tey árini, eg havi verið við. Tvey tey fyrstu árini vóru vit bestir í flot komu anum 30 nygg) kip og vit máttu dvina at tað fer at ganga væl í Trúði eg ikki ti, so hevði eg ikki sett, alt eg átti, í hetta nýggja skipið. hond hjá okkum Kostar 85 mill. kr. Andrias í Hvannasundi er 1700 tons brutto. Skipið er 60 metrar langt og 13 metrar breitt. Tað kann sigla 15 mil Tað kann lasta 1000 tonsum av lidnari veru Kostnaðurin var upp- runaliga mettur til einar 74 mill. kr. men (fer skipið nú at kosta einar 85-86 mill. kr. Prishækk- ingin stavar frá ti, at verksmiðjan verður betur utgjørd og maskinorkan veråur størri Annars visir Mortan Johannesen á, at orsakað av valutabroytingum verður skipið munandi bi- ligari enn upprunaliga ætlað. Valutabroytingin ger, at skipið verður 8 mill. bíligari at byggja í mun til sáttmálan, sum var undirskrivaður. Tann meirkostnaðurin, sum kortini verður, stavar so frá ílegunum í betri útgerð 0.1. Troyta svartkjaftin rætt Tilsamans vera 38 mans vid Andrias i Hvanna- sundi. Båturin skal fiska einar 3700 tons um árið fyri ein meðalpris uppá 10 kr. fyri kilo, um hann skal x y * r ið. og t |! at gt I ur millu 10—50 mill. kr Sostatt verður heilt oó- neyðugt við studningi So tað er lætt at skilja, at vit eru bjart- skygdir. Svartkjafturin er okkara. Tað ræður bert um at troyta hann og troyta hann rætt. Tað kann als ikki verða rætt at fiska hann til ídnað, tá vit kunnu fáa so nógv burtur úr honum til matna Mortan visir á, at ein trolari sum Andrias í Hvannasundi bert nýtist ein lítlan part av negdini sum ein idnadarbåtur fisk- ar, og hetta ger so aftur, at veida til matna gevur eina nógv betri stovns- røkt, og vit fáa meira burtur úr færri tonsum. Nokk til av svartkjafti — Men um nú svart- kjafturin svikur heilt — er so ikki vandi fyri at til leggjast å at fiska av toska-, hysu- og upsa- stovninum, sum framm- andundan eru hart troytt- ir? — Nú ivist eg ongantíð i, at svartkjafturin svikur. Trupulleikarnir hjå okk- ara > svartkjaftaskipum, sum ikki hava fingið svartkjaft ávísa tíð á ár- inum, eru eyðsýndir. Skipini hava ov lítla maskinorku og togmegi og eru ov illa útgjerd til hesa veiði Vit kunnu bert hyggja at, hvussu gongur hjá stóru russisku skipunum Við einum skipi sum Andrias í Hvannasundi við síni 4000 hesta motir og skrúvu- diametri uppá 4 metrar skulu vit nokk klára at fiska tey tonsini sum eru neyðug og uttan at troyta stovnin ov hart. Hvat viðvíkur botn- fiskastovnunum, so fara vit ikki at leggjast á teir. Vit skulu fiska á djúpum vatni, og tað trúgvi eg, fer at bera til. teimum Reykjanesryggurin Nú tosað verður um at gera royndir á Reykjanes- rygginum, so fylgir eisini Mortan væl við, hvussu hesar royndir fara at eydnast. Mortan sigur, at teir serliga fara at leggja seg eftir at fiska kongafisk á hesi leiðini. Japanarar vísa stóran áhuga fyri hesum kongafiskinum. Mortan Johannesen sigur at enda, at í letuni er eitt norskt skip, útgjert BMG við teimum nýggju VMK maskinunum, á fiskiskapi eftir svartkjafti Vit hava frætt, at fyrstu royndirnar væleydnaðar Hetta er ein norskur trol ari, sum er umbygdur til hesa veiði og viðgerð, og tí ikki skræddarsey maður til hesa vinnuna eins og And- rias í Hvannasundi. Eg haldi, at vit áttu at havt bygt eitt slíkt skip fyri langari tíð síðani, men nú mugu vit so koma í hesar eru sera gongd. Nýggi svartkjaftatrol- arin kemur til Feroya sunnudagin. Skipið er skrásett á Tveroyri og fer tað tí fyrst á Tveroyri. Seinni gongur so leiðin til Havnar. Ætlanin er at fara til fiskiskap stutt eftir, at skipið er komið til Fer- oyar. Svartkjafturin bið- ar. jan mr VV U før par i