Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 2002síða 23

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagin hevði hann longu selt 28 av teimum tilsamans 31 málningunum, hann sýnir fram í Riberhúsi í Fuglafirði. Framsýningin er opin til hálvan november TILTØK Vilmund Jacobsen Herfyri læt leirvíksmálarin, Sámal Toftanes, upp máln- ingaframsýning í Riberhúsi í Fuglafirði við tilsamans 31 málningum. Sigast kann ikki annað enn, at tað hevur gingið ógvuliga væl hjá Sámali, tí longu fáar dagar eftir, at framsýningin læt upp, vóru 28 málningar seldir! Framsýningin er opin hvønn dag fram til hálvan november. Vanligar dagar er opið frá kl. 15.00-17.30 og leygardag og sunnudag frá kl. 15-18. Spurdur, hvør keypir málningarnar, sigur lista- maðurin, at tað bæði eru privatfólk, lánistovnar, al- mennir stovnar, kommunur og onnur. - Eg eri sera fegin um stóru undirtøkuna, sigur málarin. Fult hús Tá ið framsýningin læt upp, undirhildu Lakju-brøðurnir, Høgni og Bárður, við tónleiki, og Jóannes S. Han- sen hugleiddi. - Hesa løtuna var húsið fult, eini 80 fólk vóru inni á gólvinum í senn. Fólk komu og fóru, og eg trúgvi, at fleiri enn 100 fólk tilsamans vitjaðu framsýningina leyg- ardagin, tá ið hon læt upp. Sunnudagin var eisini væl av fólki, og síðan hava nøk- ur fólk vitjað inni á gólvin- um hvønn dag, sigur Sámal. Enn hanga allir málning- arnir í Riberhúsi uttan tann eini, sum er keyptur til gávu. - Eg plagi altíð at hava allar málningarnar hangandi - eisini teir, sum eru seldir, til framsýningin er liðug, men í hesum førinum gav eg eftir, tí gávan skuldi handast í samband við eitt serligt høvi. Framvegis hanga so 30 málningar hjá Sámali Tofta- nes í Riberhúsi, sum fólk, ið vitja inn á gólvið, kunnu síggja. Bíleggingar Tá ið framsýningin hjá leir- víksmálaranum letur aftur, verður Sámal ikki arbeiðs- leysur. Hann hevur nevni- liga fleiri bíleggingar av málningum, sum skulu fáast frá hondini. Hann sigur, at motivini, hann skal mála eftir ynski frá fólki, eru víða um í landinum. - Mær dámar best at hava hampiliga fríar ræsur, tá ið eg máli motivir, ið fólk vilja hava. Hann sigur, at tað hendir seg, at fólk koma við eini fotomynd, sum tey vilja hava til málning, og í slíkum førum fer hann ofta á staðið, so myndin og tað, hann sær, tá ið hann er úti, kunnu supplera hvørt annað. - Vanliga tekni eg eina skitsu á staðnum, og tað kemur eisini fyri, at eg taki eina mynd við myndatólin- um, sigur Sámal Toftanes. Eini sjey ár tilsamans hevur leirvíksmálarin havt kvøldskúla í Leirvíkar skúla í tekning og máling. Hetta er eitt kvøld um vikuna, og skeiðið í vetur er júst byrjað. Gravgangur eftir málning- unum hjá Toftanes 44 Nr. 216 - 9. november 2002 Nr. 216 - 9. november 2002 45 Dagtilhaldið í Vági er opið hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15.00-18.00. Øll kunnu vera við. Dagtilhaldið Fløvin kemur saman mánadag- fríggjadag kl. 15.00-18.00 í húsunum hjá Kongshavnar Kvinnufelag. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 212380. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórshavn tlf. 319630/61655400. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 11. nov.: kl. 10 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10-18 Vit gera súltitoy og hugsa um jólini kl. 10.30-17 Vit tøva við nálum. Fríðgerð Rasmussen kl. 14-18 Kortspæl, telving, bobspæl, dart og onnur spøl Tilmelding til døgurðan miku- og fríggjadagin tlf. 316491 Týsdagin 12. nov.: kl. 10-12 Vit baka til jóla kl. 10-11.30 Vit syngja, Óli Vang. Øll eru hjartaliga vælkomin kl. 15 Søgur. Eyðun Andreassen Mikudagin 13. nov.: kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. kl. 15 Túrur. Sjá skránna í bløðunum Hósdagin 14. nov.: kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.30-17.00 Virka til jóla. kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen Fríggjadagin 15. nov.: kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. kl. 13-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg væl- komin. Losjan í Havn Mánakvøldið 11. nov. kl. 20.00 verður Losjufundur. Eldrafelagið Nón Vit koma saman í Hæddini týsdagin 12. nov. kl. 19.30, Jákup Kass verður við. Spælistovan í Meinigheitshúsinum er opin frá kl. 9.00-12.00 mánadag, mikudag og hósdag fyri foreldrum við børnum uttan ansing. Frá felagnum Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn. Nærri fæst at vita frá Annvør Nielsen tlf. 317261 ella Sólgerð Foldbo, tlf. 422184 Heilaskaðaráðgeving Spyr um alt innan heilaskaða. Fyri bæði heilaskadd, avvarð- andi og tey, ið arbeiða við afturvenjing. Sendið okkum eitt meyl til neozone@neozone.dk NeuroPlan, BellaVista, Bellevuevej 7, 2. tv., 2930 Klampenborg, Danmark. Tú kanst eisini ringja til: tlf. +45 39902665 (Jón) mobil: +45 24430903 (Jón) www.neozone.dk AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Roykfríur fundur í morgun kl. 9-10. Fundur verður í kvøld kl. 17-18 og sunnudagin kl. 11-12. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy/Vágur AA-fundur verður í Vágs skúla hvønn leygardag kl. 19. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 15.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 í Reinsaríinum, Tórsgøta 5, Tórshavn. www.aca-danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com Opin roykfríur fundur fyri øll áhugaði er hvønn sunnudag kl. 16.00-17.00, í Mariu- kirkjuni, Varðagøta 16. Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív lim- ur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552 Føroya Heimavirkisfelag Postboks 1209 - 110 Tórs- havn. Teldupostur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband við felagið fæst við at ringja til formannin: Nigro Hermansen tlf. 314304 / fartlf. 288304. LFÚ-skrivstovan hevur opið mánadag og mikudag millum kl. 12 og 16 og týsdag kl. 16-18. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16- 18. LISA Skrivstovan Listafólkasam- band Føroya í Pætursarstovu, er opin allar gerandisdagar frá kl. 9-12. Limir eru vælkomnir inn á gólvið. tlf: 320197 teldupostur:lisa@lisa heimasíða: www.lisa.fo Amnesty International, Føroya deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Tlf. 315816 Skrivstovan er opin mánadag frá kl. 13.00-17.00 og mikudag frá kl. 9.30-17.30. Heimasíðan: www.amnesty.fo Teldupost: Amnesty-Amnesty.fo MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) heldur til í húsum Hans Andrias Djurhuusar undir Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins er at stuðla áhugaleiklist og menna hesa mentunargrein í Føroyum. 16 sjónleikarafeløg eru limir í MÁF. Formaður: Hilmar Joensen, Nólsoy. Dagl. leiðari: Malan Matras Joensen. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hós- kvøld eftir avtalu. Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøríki, Dan- mark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10 C FO-100 Tórshavn T-post: gikt@gikt.fo www.gikt.com Skrivstovan: Tlf. 31 02 37 Opið: týs- og hósdag kl. 11.00-14.00. Fibromyalgibólkurin: Opið mánadag kl. 11.00-13.00. Foreldraumboð: Nicolina Højgaard, heilsusystur tlf. 31 47 50 Ungdómsumboð: Sára Tummassardóttir tlf. 37 31 06. Lymfødemfelagið Box 2113, FO 165 Argir Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð. Samband fæst við felagið á tlf. 448454, Fía í Túni, ella tlf. 313424, Arnhild Johannesen. Parkinsonfelagið MBF-húsið, Íslandsvegur 10C Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið hjá Tórhild, e-mail: torhildm@post.olivant.fo Hildebjørg, tlf. 313897, e-mail: jwimport@post.olivant.fo Nakað av bókum eru til láns hjá felagnum. Felagið Føroyar-Kuba P. O. Box 2055, 165 Argir. Tlf./fax 312098 · Teldupostur: far_cuba@hotmail.com Viðtala eftir avtalu. MBF – Meginfelag teirra brekaðu Skrivstovan er opin allar gerandisdagar millum kl. 09.00 og 16.00. Íslandsvegur 10C, FO-100 Tórshavn. Tlf. 317373. Fartlf. 264839. Faks: 310813. t-postur: mbf@post.olivant.fo Heimasíða: www.mbf.fo Alzheimerfelagið Tórsbyrgi 16 100 Tórshavn Heimasíða: www.alzheimer.fo t-postur: sigmo@post.olivant.fo Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið á tlf. 313102. Demenslinjan er telefonráð- geving í øllum viðvíkjandi demens. Tlf. 313102 svarar týsdag kl. 18–20. Sinnisbati Íslandsvegur 10 C, 100 Tórshavn tlf. 322544 · Fax 310813 T-postur: sinnbati@post.olivant.fo Skrivstovan er opin mikudag frá kl. 16.00-18.00. Fyrsta mikudag í mánaðinum er opið til kl. 19.30. Tú ert vælkomin at ringja og spyrja um alt, sum hevur við sinnistrupulleikar at gera á tlf. 322544. Javni Skrivstovan er opin týsdag til fríggjadag kl. 10.00-14.00. Adr.: Hoydalsvegur 40, 3. hædd. Tlf. 314827 – fax 310557 Teldupostur: javni@post.olivant.fo Heimasíðan www. javni.fo Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 10.00 til kl. 15.00. Tlf. 31.7597, fartlf. 22.2381, skrivitlf. 31.6929 fax 31.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo heimasíðan: www.deaf.fo Cøliakifelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst við at ringja til onkran av nevndarlimun- um: Annegreta tlf. 448664 Beinta tlf. 310574 Henning tlf. 314783. Heilafelagið, MBF-húsið Íslandsvegur 10C tlf./fax 321520 Telefontíð hvønn týsdag kl. 18.00-20.00. Føroya Felag Móti Krabbameini Ráðgevingarstovan er opin mánadag til fríggjadag, við telefontíð frá kl. 13-15. Tlf. 317959, telefax 315727. E-mail: ffk@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 313978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 319793, Mari Johannesen. Nýrafelagið Postsmoga 1063 110 Tórshavn. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband fæst við felagið á e-mail: thomsen1@post.olivant.fo Tlf. 315928, Odny Tlf. 315786, Karin Elisa Tlf. 444796, Hallbjørg Føroya Astma/Allergifelag MBF-húsið, Íslandsvegur 10c, Tlf./fax 311419. Upplatingartíðirnar eru: hvønn hósdag kl. 16.30- 18.00. Føroyingafelagið í Odense hevur opið hvørt fríggjakvøld frá kl. 20. Tú finnur okkum á Rugårdsvej 21 (kjallarin), 5000 Odense C. Tlf.: 25395563 Teldupostur: ffo@post.gs www.ffo.subnet.dk Føroyingafelagið í Esbjerg Danmarksgade 25, 6700 Esbjerg, tlf. 75132747 Opið hvørt mánakvøld kl. 19–22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn. TILTØK BRÚDLEYP Leygardagin 2. nov. giftust í prestagarðinum á Gjarðanesi Alma Hansen og Emil Jacobsen, Skála. 14. desember kl. 16.00 giftast í Gøtu kirkju Noomi Sørensen, Norðragøta og Petur Reinert, Leirvík. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið, kunnu tekna seg á tlf. 441363 ella 443215 í seinasta lagi 8. desember 2002. Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 9. nov.: Gøta, tlf. 44 10 86 Sunnudagin 10. nov.: Eiði, tlf. 42 30 06 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13-14. Tlf. 314544. LÆKNAVAKTIR SILVURBRÚDLEYP Týsdagin 12. november kunnu hjúnini Sigrun og Jógvan Poulsen, Klaksví, halda silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 16. november á Klaksvíkar Sjómans- skúla frá kl. 18.00. Øll eru vælkomin. 3. desember kunnu hjúnini Ásbjørg og Heini Reinert, Leirvík, halda silvurbrúdleyp. Vælkomst verður heima 30. november 2002 frá kl. 19.00. GULLBRÚDLEYP Leygardagin 30.11.2002 hava Sanna og Henning Morten- sen, Argjavegur 40 á Argjum, verið gift í 50 ár. Opið hús verður í Róðrarneystinum á Argjum kl. 19.00 har øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ÁR Sunnudagin 10. november fyllir Erland Beder, prestur, 75 ár. Føðingardagin er hann burturstaddur. 80 ÁR Týsdagin 12. november verður Obert Eliasen, Fuglafirði, 80 ár. Dagurin verður hildin í Felagslonini leygarkvøldið 9. november frá kl. 18.00 har øll eru vælkomin. C M Y K 45 44