týsdagur 13. mai 1986síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 53 — 13. maí 1986
KUNNGERÐ
frá Bileftirlitinum
Vísandi til landsstýriskunngerð, lýst í Dimmalætting 21. apríl 1983,
skulu vit vísa til partar av reglugerdini um skráseting av motorakførum:
1. kapittul.
Almennar åsetingar.
Skråsetingarskyldug akfer.
$ 1. Øl motorakfør og allir traktorar uttan tey, sum nevnd eru í $
12 í ferðslulógini, skulu vera skrásett og hava nummarspjaldur |-
spjøldur), áðrenn tey verða tikin í nýtslu. Sama er galdandi fyri
viðfestar vognar, legu- og síðuvognar til skrásetingarskyldug ak-
fer, húsvognar og onnur viðfest amboð, sum verða nýtt uppi í
motorakfari, og sum eru soleiðis bygd, at tey hava meiri ferð enn
30 km um tíman.
Myndugleikar o.a.
$ 2. Skráseting fer fram hjá landfútanum (akfaraskránni). Akfør
verða skrásett í felagsskrá fyri alt landið: í hesi skrá skulu vera
upplýsingar um htørt akfar sær og um ognarviðurskifti
2. stk. Bileftirlitið skoðar akfer.
3. stk. Meginfloksgóðkenningar
skrivaðar á Bileftirlitinum
og floksgóðkenningar verða
$3. Landfútin tekur avgerð um, hvussu ásetingarnar í $ 5. 3. kapi-
th og 5.-11. kapittul skulu fremjast og fyrisitast
2. stk. Landfútin kann sleppa akfari undan at verða skrásett, um
tað í stóran mun verður nýtt uttan fyri almennan veg. Samtíðis
verður víst á eki, har akfarið kann verða nytt, og eisini kunnu aðr-
ar treytir verða settar um útbúnað og nýtslu
$ 4. Avgerðir landfútans kunnu kærast til landsstýrið
2. stk. Avgerðir Bileftirlitsins kunnu kærast til landsstýrið
Fráboðanarblað.
$ 5. Tá ið akfer eru til skoðanar ella verða fráboðað til skráset-
ingar. skal góðkent fráboðanarblað nýtast. Fráboðanarblaðið skal
alt tað ber til verða skrivað við maskinu ella spjaldrastavum,
skrivaðum við blekki. kúlupenni ella tilikum. Er fráboðanarblaðið
ótýðiliga, skeivt ella 6fullfiggjad útfylt, ella er fráboðanin í aðrar
mátar ófullkomin, verður fráboðanin afturvíst, uttan so at hon
lættliga kann gerast fullfíggjað.
2. stk. Fráboðanarblaðið verður undirskrivað annaðhvert av tí,
sum eigur (nýtir) akfarið persónliga, ella hansara/hennara vegna
sambært skrivligari fulltrú, ið skal fylgja við fráboðanarblaðnum.
Á fráboðanarblaðnum og fulltrúnni verður skrivað fulla navn eig-
arans (nytarans), bústaður og fødingardagur. Sum bústaður
verður skrivaður tann staður, har sum eigarin (nýtarin) býr ella
hevur fast tilhald. Verður akfarið varandi nýtt á einum vinnustað,
verður tað upplýst í staðin
3. stk. Tá ið eigari og nýtari av akfari ikki eru eiri og sami persón-
ur, verða navn og bústaður hjá báðum skrásett. Tann, sum var-
andi ræður á akfarinum, verður mettur at vera nýtari, sbr. $ 4, 2
stk. í ferðslulógini
2. kapittul.
Meginfloksgóðkenning, floksgóðkenning
og góðkenningarváttan.
Felagsreglur.
$ 6. Meginfloksgóðkenning er fyri fleiri eins smíðað akfer, sum eru
búgvin at taka í nýtslu. Floksgóðkenning er fyri fleiri eins botn-
grindir. Góðkenningarváttan er fyri einstaka botngrind. sbr. tó $
12,2. stk
2. stk. Hesi sløg av góðkenningum kunnu verða givin
1) meginfloksgóðkenning
2) uppiskoyti til meginfloksgóðkenning
3) floksgóðkenning
4; uppískoyti til floksgóðkenning
5) góðkenningarváttan
$ 7. Akfar, ið kann verða meginfloksgóðkent. floksgóðkent ella
góðkent við góðkenningarváttan, skal hava eina av hesun
nevndu góðkenningum, fyrstu ferð tað verður skrásett her á
landi
$8. Umsókn um góðkenning verður send Bileftirlitinum. Við um
sóknini skulu fylgja fullfiggjadar upplýsingar um akfarið, neyðug-
ar tekningar av tí og våttan frá verksmiøjuni, har akfarið varð
gjørt. Kravt kann verða, at akfarið (botngrindin) verður latið Bil
eftirlitinum til kanningar, meguliga laðið. Eisini kann verða
kravt. at partar av akfarinum verða kannaðir á starvsstovu ella
royndarsteð, sum Bileftirlitið vísir á. Umsekjarin ber útreiðslur
nar av kanningini
$9. Góðkenningin er bert galdandi, meðan akfarið (botngrindin) er
smíðað og útbúgvið í neyvum samsvari við hana. Bileftirlitið skal
tí góðkenna allar broytingar — bæði stórar og smáar — í smíði og
útbúnaði, møguliga við nýggjari góðkenning. áðrenn broytta ak
farið (botngrindin) kann verða skrásett
Meginfloksgóðkenning.
$ 10. Hesi akfer kunnu fáa meginfloksgóðkenning:
1) persónbilar,
2) verubilar,
3) lastbilar,
4) motorsúklur,
5) traktorar,
6) viðfestir vognar til bilar, um teir viðfestu vognarnir hava at
komubremsur ella ikki hava bremsur,
7) húsvognar, sum hava atkomubremsur ella ikki hava bremsur
og
onnur skrásetingarskyldug viðfest amboð til bilar, sum hava
atkomubremsur ella ikki hava bremsur
2. stk. Treyt fyri meginfloksgóðkenning er, at akferini sum heild
eru raðframleidd
8)
Floksgóðkenning og góðkenningarváttan
$ 11. Hesi akfer skulu hava floksgóðkenning ella góðkenningar
váttan, um ikki meginfloksgóðkenning verður givin:
1) persónbilar til fleiri enn 9 persónar. bilferarin íroknaður.
2) vørubilar,
3) lastbilar.
4) viðfestir vognar til bilar, og
5) leguvognar.
$ 12. Motorsúkklur og húsvognar skulu hava góðkenningarvátt-
an, um ikki meginfloksgóðkenning verður givin.
2. stk. Kravt kann verða, at motorsúkklur skulu vera latnar til
skoðanar heilt liðugt smíðaðar. Um so er, verður megulig góð-
kenning eisini skrivað á vanligt fráboðanarblað, ið tá kann vera
grundarlag undir fráboðan til skrásetingar.
$ 13. Brúkt akfør, ið ikki áður hava verið skrásett her á landi.
kunnu tó verða skoðað og skrásett uttan góðkenningarváttan, um
akfarið í ellum lutum samsvarar við áður givna meginfloksgóð-
kenning ella floksgóðkenning
3. kapittul.
Skoðanar- og skrásetingarskylda.
A. Akfer, ið ikki áður hava verið skrásett her á landi.
$ 14. Øll skråsetingarskyldug akfer, ið íkki áður hava verið skrá-
sett her á landi, skulu fara til skoðanar og góðkenningar. og síðan
fráboðast til skrásetingar áðrenn akfarið verður tikið í nýtslu
B. Akfer, ið áður hava verið skrásett her á landi og akfør strikad
av skránni.
$15. Akfar, ið er strikað av skránni, skal verða skoðað og góðkent
og síðan skrásett. áðrenn tað aftur verður tikið í nýtslu
2. stk. Eru ikki neyðugar broytingar gjørdar, ið høvdu havt við
sær skoðanarskyldu fyri skrásett akfar, sbr. $8 17-18, skal akfar
ið hevur verið strikað av skránni styttri enn 1 ár, tó ikki skoðast í
hesum førum
1) tå ið akfarið er fyrstu ferð skrásett fyri styttri enn ári síðan
2) tå ið akfarið er skoðað og góðkent fyri styttri enn 1/2 ári síðan
3. stk. Uttan mun til åsetingarnar í 2. stk. krevst tó skoðan, um
akfarið er strikað av skránni av tí, at nummarspjeldrini eru tikin
av tí vegna brek, av tí at akfarið hevur ikki fingið góðkenning við
skoðan, ella av tí at legreglan sambært $ 13. 1. stk. í ferðslulógini
hevur funnið brek á akfarinum, ið høvdu givið orsek til skoðanar
boð. Eisini krevst skoðan, um akfarið hevur verið skrásett uttan
lands, eftir at tað er strikað
C. Akfer, ið er skrásett
Eigaraskifti (nýtaraskifti).
$ 16. Tá ið skrásett akfar skiftir eigara (nýtara), hevur tann nýgg
eigarin (nýtarin) skyldu at boða tað til skråsetingar so skjótt su
til ber og ikki seinni enn 14 dagar eftir eigaraskiftið inytaraskift
ið), um ikki akfarið verður strikað av skránni frammanundan
Broytingar á akfari
$17. Í hesum ferum, tá ið broytingar verða gjerdar í útbúnaði á
einum akfari, hevur eigarin (nýtarin) skyldu at boða tað til skrá
setingar, áðrenn broytta akfarið verður tikið í nýtslu
1) tå ið bygnaðarbroytingar verða gjørdar í stýrisgegnum
bremsum ella berandi bygningi
tá ið íkoplingarútbúnaður verður åsettur ella broyttur, eitt m
til síðuvogn hjá tvíhjólaðari motorsukklu
2
)
<
BILEFTIRLITID
3) vidskiftitil gass sum drivmegi, og
4) um eginvektin verður broytt meira enn 50 kg
2. stk. Fyri fráboðan til skråsetingar skal akfarið skoðast og góð-
kennast. Sama er galdandi um biðið verður um at fáa skrásettar
broytingar í eginvektini upp á 50 kg ella minni
3. stk. Skiftir akfar annars til aðra drivmegi enn ta, sum tað er
góðkent til við skråsetingina, skal tað verða boðað til skráset
ingar. eftir at akfarið fyrst er skoðað. áðrenn tað verður tikið í
nýtslu
Broytt nýtsla
$ 18. Skiftir akfar til aðra nýtslu nýtslu enn ta, sum tað er skrásett
til. skal tað boðast til skrásetingar. Farið má ikki verða yvir til
aðra nýtslu, fyrr enn boðað er til broytta skráseting. sbr. tó 3. stk
2. stk. Áðrenn boðað verður til skrásetingar, skal akfarið skoðast
og góðkennast í hesum ferum
1) tá ið ynskt verður, at akfar, ið higartil hevur verið skrásett til
last- ella veruvognskoyring. skal verða skrásett til persón-
koyring, ella tá ið akfar, sum higartil hevur verið skrásett at
nýta til persónkoyring. skal verða skrásett til lasr- ella veru
vognskoyring.
tá ið ynskt vérður, at akfar skal nýtast til
a) vinnuligan persónflutning.
bj at leiga út uttan ferara
c) venjingarkoyring,
d) sleip, ella
e) neyðsendarkoyring
3. stk. Adrenn skráseting til aðra nýtslu verður avgreidd, skal ak-
faraskráin ansa eftir, at åbyrgdartrygging til ta broyttu nýtsluna
er tektréð út kørkin tætldi“ ++ > *-
D. Samankobling av akferum.
$ 19. Bilur og skråsetingarskyldugur traktorur kunru bert verða
samankoplaðir við skråsetingarskyldugt viðfest akfar, sum bilur
in ella traktorurin sambært skrásetingartreytum kann saman
koplast við.
2. stk. Motorsúkkla kann bert verða samankoplað við siduvogn
sum motorsúkkla sambært skråsetingini kann samankoplast við
2)
Á vísar samansetingar.
$ 20. Bilur ella skrásetingarskyldugur traktorur, id skal nýtast í
sambandi við ávíst viðfest akfar (fest samanseting) ella fleiri ávís
viðfest akfør (skiftandi samanseting), skal skoðast og góðkennast
saman við viðfestu akferunum; tínæst verða akferini boðað til
skrásetingar ella skrásetingarbroytingar, sbr. tó 3.-5. stk.
2. stk. Motorsukkle, ið skal nýtast í samband við ein ella fleiri
síðuvognar, skal saman við síðuvogninum (-vognunum) skoðast
og góðkennast; tínæst verður motorsúkklan boðað til skráset-
ingar ella skrásetingarbroytingar
3. stk. Bíleftirlitið kann loyva, at bert tað akfarið, sum skal vera
uppi í einum vognrað, verður skoðað, um so er, at koplingartilskil-
anin er latin fyri hitt akfarið, sbr. $ 33, og Bileftirlitið metir tað
rådiligt, at spurningurin um góðkenning av samankopling av ak-
førunum verður avgjørdur, uttan at bæði akførini verða skoðað
4. stk. Bileftirliti kann loyva, at spurningurin um góðkenning av
samankopling verður avgjørdur, uttan at hvørki akfarið. ið dreg
ur, ella tað viðfesta akfarið verður skoðað. treytað av, at kop!
ingar: jakilan er latin fyri bæði akfarið, ið dregur, og tað viðfesta
aklari0.
5. stk. Skrásett, viðfest akfar skal bert verða boðað til skråset
ingarbroytingar, um
1) viðfesta akfarið higartil hevur verið skrásett fast samansett
vi eitt akfar, ið dregur, og tað nú verður góðkent samansett
VIK
a) eitt annað åvist dragandi akfar, ella
bj fleiri åvis dragandi akfer. ella um
viðfesta akfarið higartil hevur verið skrásett samansett við
fleiri åvis dragandi akfør, og tað nú einans verður góðkent í
fastari samanseting við eitt dragandi akfar. ella
tann, sum eigur (nýtir) viðfesta akfarið, vil hava tann broytta
skoðanar- og góðkenningardagin skrásettan
Óskoðað samankopling
2 I at hilses * eil på }
$ 21. Lastbilur, ið skal nýtast til óskoðaða samankopling við legu
vognar, ella leguvognur, ið skal nýtast til óskoðaða samankopi
ing. skal verða skoðaður og góðkendur til tað og lastbilurin ella
leguvognurin síðan boðaður til skrásetingar ella skrásetingar
broytingar
2. stk. Persónbilur
vørubilur, viðfestur vognur husvognur ella
annað skråsetingarskyldugt viðfest amboð ið skal nýtast
óskoðaða samankopling, skal góðkennast til tað og síðan boðast
til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar