Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-06-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 1986síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 68 — 19. juni 1986 — Tað eydnaðist Foroya rætti at fáa partarnar at semjast í torforum sakar- máli. Og enn einaferð bleiv váttað, at ein avtala, sum ikki finst skrivað, er lítið ella onki verd, tá á stendur. »] Feroyum verða avtalur ongantíð skrivaðar. Tí her er eitt orð eitt orð ! = Hetta fekk danin Kurt Thomsen at vita, tá hann varð settur í starv sum verkstjóri hjá P/f Bergs Motor í Havn. Tann, sum segði orðini, var Erik Váben, ein dani, sum hjálpti Bergs Motor at sekja eftir fólki í Dan- mark til nýggja verk- staðin á Hálsi. Hetta var í mai 1980. Mánadagin, góð seks ár seinni, hittust Johs. Berg og Kurt Thomsen í Feroya rætti. Rætturin skuldi av- gera, hvussu avtalan mill- um teir báðar ljóðaði. Og hetta var als ikki nøkur løtt avgerå, vidur- kendi sorinskrivarin eftir at hava lurtad eftir pørt- unum og vitnum i hålvan fimta tima. Sorinskrivarin royndi at fáa partarnar at semjast og hetta eydnaðist eftir togan aftur og fram eina letu. Endin gjerdist tann, at Kurt Thomsen fekk slakar 65.000 kr. frá Johs. Berg. Johs. Berg bjóðaði eftir tann drúgva rættarfundin Kurt Thomsen og sakfer- ara hansara, Bjarke Vej- by, niðan á Háls til ein kaffimunn Og týsdagin kundi Kurt Thomsen fara heim aftur við einum kekki frá Johs Berg. Stórt krav Men sakarkravið var sterri enn 65.000 kr. Tað var í fyrsta lagi 203.176 kr. umframt rentur og í eðrum lagi 133.119 kr. Við í krevunum er frítíðarlen. P/f Bergs Motor kravdi fridøming i fyrsta lagi og i eðrum lagi fridøming móti at gjalda 35.559 kr. Partarnir vóru samdir um, at Kurt Thomsen arbeiddi hjá Bergs Motor frá 1. juli 1980 til 1. juni 1981. Teir vóru samdir um, at hann fekk 12.000 kr. í desember 1980 og 2.430 kr. í januar 1981. Men so vóru teir heldur ikki samdir um stórt meira Kurt Thomsen greiddi frá í rættinum mánadagin, at Erik Váben og hann vóru í Feroyum i mai 1980. — Meðan eg var úti, tos- aðu Váben og Berg um starvssetanina og orðaðu avtaluna, sum Johs. Berg og eg so aftaná blivu samdir um, greiddi Kurt Thomsen rættinum frá. Ongin annar var hjá, tá Johs. Berg og Kurt Thom- sen hendan maidagin í 1980 gjørdu avtaluna, sum segði, at Kurt skuldi fáa 12.000 kr. um mán- aðin, ein triðing av virð- inum av teimum tímum, sum verkstaðið vann inn av tryggingarskaðum og 2% av eykalutum, brúkt- um á verkstaðnum. Kurt Thomsen fekk eisini frían bil og hálva húsaleigu goldna Løn ella bonus Kurt Thomsen greiddi vid- ari frá, at hann fyrst í desember kom eftir, at av- talan var ikki so trygg. sum hann helt. Hann skuldi til Danmarkar á jólum og bað tí um at fáa bonuspengarnar, hann átti til góðar. Hann fekk nú at vita, at ivi var um avtaluna. Kort- ini fekk hann 12.000 kr. Hetta var len, goldin for- út, segði Johs. Berg i rætt- inum. Hóast fyrrverandi sakferari hansara í skrivi til fyrrverandi sakferaran hjá Kurt Thomsen sigur, at talan var um bonus. Víðari greiddi Kurt Thomsen rættinum frá, at hann, komin aftur úr jóla- frítíðini, fór at gera vart við seg. Hann royndi at fáa pengarnar, hann helt seg eiga sambært avtaluni frá mai árið fyri. Hann fekk 2.340 kr. So við og við gjerdist hann greiður yvir, at av- talan helt ikki. Hann segði upp og fór aftur til Dan- markar. Eitt orð er eitt orð — tå tað er skrivað ! Nógvar útrokningar Seks vitni, fyrrverandi og núverandi starvsfólk hjá Bergs Motor, eru avhoyrd Eitt sigur seg hava sæð avtal- málinum teirra una skrivaða á ein bræn sum lá í kaffi stovuni á Hálsi. Johs Berg hevði skrivað hana bjálva Johs. Berg segði onki vita um avtaluna og helt fast við hetta. Hann segði, at Erik Váben um ársskiftið 80/81 kom við uppskoti um at gera av- talu við Kurt Thomsen um part av vunnum trygg- ingar. — Men hetta kundi ikki blíva talan um. Eg havi 26 ára royndir í hesum yrk- inum og tær hava sagt mær, at frá tryggingar- skaðum er onki at heinta, segði Johs. Berg. Men Kurt Thomsen hevði ikki hesa fatan. Í ein mánað skrivaði hann í eina lummabók allar tryggingarskaðar, sum komu á verkstaðið. Lummabókin var grund- arlagið undir ymsum út- rokningum, sum sakferar- in hjá Dansk Metalarbejd- erforbund (felagið stevndi P/f Bergs Motor vegna lim sín, Kurt Thomsen) legði fram í rættinum og brúkti sum grundarlag fyri sakarkrevunum. seg Ikki smápengar hesar útrokningar vísa, at tað eru ikki smá- pengar, sum kunnu vinn- ast við at bera skjótt at, tá tryggingarskaðar verða umvældir: 438.567 kr. frá juli 1980 til juni 1981. Parturin hjå Kurt Thom- sen er sostatt 146.189 kr. Og P/f Bergs Motor fekk ein part og Johs. Berg ein, segði Bjarke Vejby Viðvíkjandi eykalutum var parturin hjá Kurt Thomsen 50.559 kr. Bjarke Vejby hevði fingið uppspurt, at P/f Berg Motors í 1980 seldi eyka- lutir fyri 3,1 mill. kr. og í 1981 fyri 4,3 mill. kr. 75% verður brúkt á verkstaðn- um, roknaði hann við. Og av hesum skuldi Kurt Thomsen so hava 2% í sín part. Heldur Og "ro rs % ikki her vóru partarnir samdir. Johs. Berg segði, at bara ein triðingur verður brúktur á verkstaðnum. A nógvum eðrum stødum í málinum var somuleiðis pástandur móti påstandi, hvørgin vildi ganga frå sinum. Bjarke Vejby gjerdi vart vid, at bædi hjå sær og undangongumanni hansara hevði verið tor- ført . fingið fatur í itøki- ligum upplýsingum Fylgiskjal og annað tilfar til roknskapin hjá Pi/f Bergs Motor fyri 1980 var longu burturbeint. Nær hetta var gjert, dugdi Johs. Berg ikki at siga. Hann tóktist yvirhevur at hava lítið innlit í tað, sum er farið fram í hesum máli. Báðir partar skyldina Tá partarnir í hálvan fimta tíma sum frægast høvdu roynt at lagt síni sjónarmið fyri rættin, royndi sorinskrivarin at taka saman um. Hann segði, at báðir partar hava skyldina í, at steð n er vorðin sum ' on er. Hann fanst at, at stevningin ikki kom fyrr enn í 1985, fýra ár eftir, at Kurt Thomsen gavst hjá P/f Bergs Motor. Hetta ger, at torferari er at fáa góð prógv. Vitni minnast ikki so væl so langt aftur. Johs. Berg (á myndini) umboðar Mazda og Scania. Kurt Thomsen helt fast við, at avtalan fevndi um bæði merkini. Johs. Berg segði hinvegin, at Kurt onki hevði við Scania at gera. gjørd ella ikki. Men hann hevur kortini ikki útilokað hana heilt, tí hann skeyt upp, at partar- nir samdust á tann hátt, at P/f Bergs Motor skuldi slapp tó undan at skula døma í hesum torføra máli, tí tað eydnaðist at fáa semju í lag. Eftir at Bjarke Vejby kravdi 70.000 kr. endaði semings- Sorinskrivarin segði, at rinda Kurt Thomsen royndin við úrslitinum hann tordi illa at avgera 50.000 kr. 64.983 kr. og hvergin nakað um avtaluna mill- Hetta góðtók Johs. partur rindar sakarmáls- um Johs. Berg og Kurt Berg, men ikki Kurt kostnaðin hjå hinum. Thomsen, antin hon var Thomsen. Sorinskrivarin hd - — . 3 | Seks til SL Tummas og Oli hittast i Landsrætt- inum 13 mål eru å skrånni, tå Eystari landsrættur kem- ur til Feroya fyrst í aug- ust. Setan hjá Landsrætt- inum byrjar 6. august og endar tann 14. Millum málini eru Tummas í Dali móti Ola Breckmann og Smyril Line móti Strand- ferðsluni Føroya rættur fríkendi Óla Breckmann fyri æru- meiðing og útspilling í sambandi við, at Dag- blaðið skrivaði, Tummas í Dali varð stevndur fyri skriving í Fjúrtanda um eina skúlastovu í Eystur- skúlanum. Tummas í Dali var ikki stevndur. I desember í fjer avgjerdi Feroya rættur, at Smyril Line skuldi gjalda Strandferðsluni 3,1 mill. kr. í ómakslen fyri at selja ferðaseðlar. Talan er um ferðaseðlar til Smyril, sum Smyril Line tók við, tá tað brádliga varð avgjert, at Norrena skuldi sigla mill- um londini í staðin fyri Smyril. hd uppteku- roynd Leygardagin var uppteku- roynd til Danmarks Jour- nalisthejskole Royndin var í Árhus, Keypmannahavn og Tórs- havn. Í Feroyum hevdu átta fólk boðað frá lut- teku. Seks komu til roynd- ina, sum vardi allan dagin. Í Danmark royndu 756 av teimum 898, sum hevdu boðað frá. Upptekuroyndir eru tvær ferðir um árið, í juni og november. 100 tey bestu sleppa inn hverja ferð. I fjør vóru fimm til upp- tekuroyndirnar í Havn og trý sluppu gjøgnum nålar- eygað. Landsskúlafyrisitingin og Feroya Blaðmanna- felag standa fyri uppteku- royndunum her vegna DJH. hd