hósdagur 28. august 1986síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 96 — 28. august 1986
Arbeiðsumhvervið á flakavirkjunum
Missa heilsuna
av vånaligum
umsteðum
At arbeiða á flakavirki er ikki bara at
vinna sær inntøku. Tað er eisini at missa
heilsuna. Arbeiðsvanlukkurnar eru nógv-
ar. Kvinnurnar hava eksem, gikt, ilt í
liðum og limum, hava krím, og nýta
nógvan heilivág fyri at doyva ta ringastu
pínuna. Tær flestu kvinnurnar halda bara
til hetta arbeiðið í fá ár.
Nú flakavirkjunum er farin at tróta fólk,
verður fleiri greitt, at åbøtur mugu gerast
á arbeiðsumhvervið í høvudsvinnuni á
landi.
Seinastu tíðina eru fleiri
atfinningar settar fram
móti arbeiðsumsteðurnar
á flakavirkjunum. Tað
kemur javnan fram í blød-
um og aðrastaðni, hvussu
illa nógv trívast í arbeið-
inum. Ungar gentur hava
sagt, at tær fara bara at
arbeiða á flakavirki, um
eingin annar meguleiki er
at vinna sær innteku.
Hvussu heilsuskaðiligt
tað er at arbeiða á flaka-
virki, kemur fram í eini
kanning, ið Jákup Pauli
Joensen hevur gjørt í
samband við útbúgving
sína á Roskilde Univer-
sitetscenter. Jákup Pauli
Joensen er cand. tech.
soc.
Hann hevur vent sær til
arbeiðsfólkið á fimm fer-
oyskum flakavirkjum, ið
tilsamans arbeiða 36 pst
av fiskinum, sum øll
flakavirkini í landinum
taka ímóti. Jákup Pauli
spurdi bæði menn og
kvinnur, ell tey tima-
lentu, men av tí at ov
stórur partur av monn-
unum ikki læt inn aftur
spurnarblaðið, er frágreið-
ing hansara so at siga
burtur av ein lýsing av ar-
beidsumstødunum hjå
flakakvinnunum.
Lika ringt sum
aðrastaðni
Hetta er fyrsta kanningin,
ið gjørd er av arbeiðsum-
stødunum á feroysku
flakavirkjunum. Í eðrum
londum eru nógvar tilikar
kanningar gjerdar. Ikki er
líkt til, at steðan her er
betri enn aðrastaðni.
Flakavirki hava verið í
Feroyum næstan ein
mansaldur. Um hvussu
tað ber til, at einki er gjørt
fyri at beta um arbeiðs-
umhvervið, sigur Jákup
Pauli:
Tað hevur ongantið
áður verið nøkur orsøk til
at gjørt åbøtur, tad hevur
ikki verið nakrar figgjar-
ligur fyrimunur í ti. Tað
almenna hevur heldur ikki
strongt á. Ikki fyrr enn
nú, arbeiðsmegin er farin
at tróta, koma spurning-
arnir fram.
Hann heldur ikki, at tað
ber til at leggja ábyrgdina
á tey einsteku virkini, tí
tey hava síni figgjarligu
áhugamál at rekka. Men
landsstýrið hevur ábyrgd.
Lógir eru gjørdar, ið skulu
tryggja folkinum eitt betri
arbeiðsumhvervi, men tað
almenna hevur ongantíð
fingið hesar lógir at virka í
Lagt til rættis: randi
drúgvu kanningina av arbeiðsumsteðun-
um hjá kvinnunum í hevuðsvinnu okkara
Feroyum. Ein onnur or-
sek er, at trýstið frá ar-
beiðararersluni hevur
heldur ikki verið nóg
stórt, at tað hevur munað.
Í ødrum londum eru
åbøtur gjørdar orsakað av
trýsti frá fakfelogunum,
og tá landsmyndugleik-
arnir hava skilt, at tað
ikki hevur loyst seg at
hava vánaligt arbeiðsum-
hvervi, tí tað kostar ov
nógv í eðrum sosialum og
heilsuligum útreiðslum.
Men har bera arbeidsgev-
ararnir sterri part av hes-
um útreiðslunum, og tí
kunnu teir vidhvørt siggja
fyrimun i at gera iløgur í
eitt betri arbeiðsumhvervi
sigur Jákup Pauli.
Alt at vinna
Feroysku arbeiðsgevarar-
nir gjalda kortini nógv
fyri, at arbeiðsumhvervið
er so vånaligt. Fólkið
stødast ikki á flakavirkj-
unum, og tað kemur ikki
tað sama burtur úr, tá
nýggj fólk alla tíðina
skulu venjast upp til ar-
beiðið.
— Vit kunnu tó íkki
vænta, at tey einsteku
virkini skulu gera tær
stóru broytingarnar. Tey
kunnu ikki vinna tað stóra
við at gera arbeiðsum-
stødurnar betri, men
landið sum heild hevur
nógv at vinna. Bara at
trýsta á virkini, hjálpir
einki, ti tey stridast sum
oftast við at yvirliva
Skulu fólk velja millum
eitt betri arbeiðsumhvervi
ella at varðveita arbeiðið,
so velja tey sjálvandi ar-
beiðið. Nógv fólk hava ta
fatan, at tey ikki mugu
krevja ov nógv av ótta
fyri at missa arbeiðspláss-
3. hver flakakvinna
nýtir regluliga heilivág
4. — 5. hver flakakvinna
hevur verið fyri arbeiðs-
vanlukku seinasta árið