leygardagur 10. januar 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
tidindabladid
Blaðfóik: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
==
Ein åvaring
SJÓNVARPSSENDINGIN um kjarnorku
burturkast, sum varð víst seinasta týs
kveld, er ein týðulig ávaring til mannaætt
ina, hóast bert ein av mongum. Sum ikki
vit hava fingið nóg nógvar ávaringar nú
aftan á Tjernobyl t.d. vil onkur spyrja!
Fyri tey, sum ikki hava givið sær so nógv
far um vanlukkuna á tí sovjetiska kjarn
orkuverkinum ella møguliga hava gioymt
hana, fyri tey var sendingin um kjarnorku
burturkast í Bretlandi uttan iva ein ávar
ing. Og fyri tey av okkum, sum eru vitandi
um teir vandar, sum fylgja við kjarnorku
ídnaðinum, fyri tey var henda sending
bert ein staðfesting av tí illgruna tey
leingi hava havt og um somu tí ein eggjan
til at leggja enn sterri herðslu á at gera
vart við vandan við dálking frá kjarnorku
ídnaðinum.
NÚ er tað ikki so, at hetta skal skiljast
sumein einvís mótstaða móti øllum teim
um teknisku framstigum, sum annars eru
komin við granskingini og útnyttanini av
kjarnorkuni, men vit meta eina avgerandi
treyt fyri framtíðar trivnaði og menning á
hesi jørð at vera innlit og varsemi í ollum
tí vit fyritaka okkum. Hetta ikki minst, tå
tað snýr seg um at menna ídnaðin.
Í SENDINGINI um kjarnorkuburturkast
kom m.a. fram, at eitt alment bretskt fel
ag í nógv ár hvur fingist við at viðgera
nøkur av teimum vandamiklastu radioak
tivu evnunum sum finnast, og sum eru
partar av tí burturkasti, ið útnyttan av
kjarnorkuni hevur við sær. Vit fingu at
vita, at kjarnorkuídnaðurin i bretska byn
um Windscale, id liggur å vestursiduni av
Bretlandi út til Írska havið, letur radioak-
tivt vatn renna út í havið, uttan i veruleik-
anum atw hava gjørt sær greitt, hverjar
avleidingar hetta fer at hava fyri alt um
hvervið og lívið har.
TAÐ er eingin loyna, at leiðslurnar á tilik-
um virkjum og fyritøkum leggja ikki í at
fáa slíkt sum hetta fram í fjølmidlunum,
og eru tær eisini sparnar við upplýsing-
um. SAmbart úttalilsum frá leiðslunum í
kjarnorkuídnaðinum, so fekk ein ta fatan,
at alt er í besta lagi. Fólk megu »sogar«
baða í sjónum, júst har radioaktiva vatnið
rennur út, uttan at nakar vandi er á ferð.
NÚ nøkur ár eru farin, og fyritøkan Wind-
scale hevur latið leka út í havið milliónir
av tonsum av radioaktivum vatni, eru tek-
in til, at umhvervið er ávirkað av hesum
nýggju og vandamiklu evnunum. Fiskur
og fuglur verða funnin deyð, og í djórun-
um finnast so eisini radioaktiv evni, sum
uttan iva stava frá Windscale. Hóast tað
ikki finnast nekur almenn hagtøl yvir
krabbameinstilburdir har í økinum, so
hava filmsfólk og tíðindafólk av sínum
eintingum kannað viðurskiftini og hava
funnið fram til, at júst í økinum rundan
um Windscale eru tilburðirnar av ávísum
krabbameinssjúkum hjá barnum 10 ferðir
hægri enn aðrastaðni í Bretlandi. Hetta er
so avgjørt ein ávaring.
| oddagrein |
FARA vit nú longur norður, so finna vit
Dounreay á vesturstrond Skotlands. Her
liggur eisini eitt líknandi kjarnorkuvirki
sum viðger kjarnorkuburturkast úr allari
verðini. Hetta verkið skal nú útbyggjast
og í
men eisini Føroyur
móti hesi útbyggingini. Víst verður nevni
liga á vandan, at ein vanlukka her kann
heilt taka líusgrundarlagið undan fiski
vinnuni í Føroyum og í Suðurnoregi. Tað
er eisini greitt, at verða milliónir av rad
so er
grannalondunum, serliga Noregi
4 mtr 1
), eru KOMIN otmæ!l
aktivum vatni flutt ut å opiå hav
vandi fyri, at tey eisini kunnu koma henda
vegin vid råkinum og tå verður helst tor
ført hjá okkara fiskaselufólki at fara út í
verðina at selja føroyskan fisk undir heit
inum „tann besti í verðini frå ti reinasta
umhvørvinum«
FØROYSKIR myndugleikar eiga at fylgja
væl vid, hvat hendir í Dounreay og harð
liga mótmæla útbygging har. Menningin
hevur gjørt, at heimurin í dag er vorðin so
lítil, og slíkar útbyggingar sum henda í
Skotlandi, kunnu ein dag fáa avleiðingar
fyri okkum sum búgva á hesum oyggjum
TAÐ er rætt at mótmæla kjarnorkudubb
ing einsvæl og útbyttan av kjarnorku til
ávís endamál. Vit i Føroyum hava higartil
staðið saman um at mótmæla kjarnorku
vápnadubbing og hava sagt, at okkara
sjógki skal verða kjarnorkuvápnafrítt
Hetta hava allir flokkar tíkið undi við, til
nú fólkaflokkurin kúvendi
SO legið tað ljóðar, so var tað formaður
fólkafloksins, sum á Vestnorden-fundi í
Reykjavík herfyri legði uppskot fram um
at mótmæla eini útbygging av Dounreay í
Skotlandi.
VIT spyrja, hvar er logikkurin, tá ein og
sami maður og flokkur fyrst góðtekur, at
tað liggja kjarnorkuløddir kavbátar í Nóls-
oyarfirði, og um somu tíð tekur til at mót-
mæla kjarnorkuvirksemi í Skotlandi til
friðarlig endamál. Hví hálvur heldur enn
heilur. Er hetta tað vit nevna dupultmoral.
Tað lata vit lesaran avgera.
STAVNHALD okkara er, at kjarnorku-
vápn mugu ikki finnast á føroyskum øki
og heldur ikki í Norðurlondum. Vit eiga
sum smátjóðir at gera vart við vandan
sum ræður við kjarnorkudubbingini og
bert á tann hátt kunnu vit gera okkara til,
at hesin heimur verður at liva í hjá okkara
komandi ættarliðum. Vit meta eisini, at
slíkt virksemi, sum fer fram í Dounreay
og sum efti; ætlanini skal útbyggjast, er
ein hóttan móti tí lívi, sum er her um okk-
ara leiðir. Tí mótmæla vit og mæla okkara
myndugleikum til at gera tað sama. Ikki
bert einaferð, men áhaldandi og fram-
haldandi
Nr. 4 — 10. januar 1987
Eyðfinnur Egholm
villeiðir Foroya fólk
Tað er einki hepi í
aðarmetingin
mill. kr., sum Eyðfinnur
Egholm uppgav í SvF týs-
dagin 6. jan. í ár sum árlig
ar rakstrarútreiðslur Í
hjá ll
t
kostn
uppa
ri
brennistødina
mill. årliga, helst rættiliga
nog“
Um hyggur
hvussu talið 15 mill
hægri
ettir,
kr.
ein
kemur fram, so sæst, at
útreiðslurnar allan vegin
igjøgnum eru systemat
iskt og grovt undirmettar
av IRF
Utreiðsl av inn
sav n og koyring av
1 | TT. ÍÞI
rusK! Og ØSKU Fyri IRI
Ba £€1 * in 1r
sjóvegis flutningur
IRF 3,9 mill. árliga
9
Havnin: „9 mill. árliga
Koyring og innsavnan og
sjóvegis flutningur frá
30.000 fólkum úr øllum
Ferovum skal altso kosta
bert 1 mill. kr. meira enn
koyring frá
í Havn, har
innsavnan og
15.000 fólkum
alt liggur innan fyri eina
fjarstødu upp á uml. 4 km.
Hvussu er komið fram
til hetta tal, og hver hevur
gjørt tað? Man viðkom-
andi sjálvur hava trúð
uppá tað ella er hetta bert
»bluff«? Onnur trúgva
ikki slíkum. Um tað skal
vera nekur meining í talin-
um hjá IRF, má tað hækk-
ast við minst 2-3 mill.
Rakstur
Hesin »postur« umfatar
lenir, viðlíkahald (bilar,
traktorar, bygningar,
tøkni o.m.a.), olju el o.s.fr.
3 mill. árliga
1,2 mill. árliga
Havnin:
IRF:
Talið uppá 1,2 mill. er aft-
ur ein stór gáta. Tað koma
at arbeiða eini 4 til 6 fólk á
brennisteðini. Talið dekk-
ar illa nokk lenina til
teirra. Hvat munnu menn
hava hugsað fyri sær. El-
rokning uppá meira enn
0,5 mill. Oljurokning uppá
nekulunda tað sama 0.s.fr.
o.s.fr. hevur man roknað
við, at alt er ókeypis bara?
Her skulu leggjast í
minsta lagi 2,5 mill. aftrat
talionum IRF hevur upp-
givið.
Tað skal sigast, at nógv-
ar av rakstrarútreiðslun-
um hjá Havnar kommunu
eru settar sera lágt. Posa-
útreiðslan hjá Havnini er'
0,73 mill, hjá IRF 1,5 mill.
Ruskpláss,
eisini til bilvrak
Havnin:
IRF:
0,93 mill. árliga
0,46 mill. árliga
hesar 15 mill
Also upp!
árliga í samlaðum rakstr
arútreiðslum, er bert rokn-
að eitt
460.000 kr. fyri alt Feroya
ruskpláss tu
land.
Men hvat merkir hetta?
Talaði Eyðfinnur Egholm
ikki í Sjónvarpi Feroya
um ruskpláss fyri óbrenn-
bart Suðuroy. Jú tað
Tað er bara
við í roknskap-
1 øll hini, sum
skulu vera runt í Feroyum
heldur ikki. Tað skulu vra
eitt a
ineki
I er kostnaðurin
IKKI CIK
Til sidst iløgan
Tá ið brennisteðin i Havn
stendur heilt liðug, kostar
hon 55 kr. Ber tað tá
Egholm pá-
stendur fer at kosta 47, tá
hon í mun til ta í Havn
skal hava fyri 10
mill. i eykailøgum í tekn-
iskari eykaútgerð, t.v.s
áðrenn eykaútgerðina
kostar 37.
Er hetta nakað ein kann
líta á? Nei. Ein lág kostn-
aðarmeting er 50 mill
pluss 10 mill.
eykailøgu. Tilsamans 60
mill
Aftrat hesum skal sam-
bært Eyðfinn Egholm
leggjst gomul skuld uppá
tilsamans 20 mill.
T.v.s. at kommunurnar
koma at avbetala uppá 80
mill. tá brennisteðin
stendur liðug Úti á Vík.
Men tá manglar vegurin.
Hver skal gjalda hann?
Tað verður neyvan Leir-
vikar kommuna. Hon
skyldar 3 skattaålikning-
ar, og verður, um hon læn-
ir 10 mill. kr. aftrat, sett .
undir administration.
aftrat 1
Ring viðferð
av kommununum
Fyri kommununar er
ruskmálið eitt álvarsmál,
og tað er ikki líkamikið,
um tað kemur at kosta
510 ella 800 ella kanska
1.000 kr. pr. íbúgva.
=
Tit ringja
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Men kommunurnar
hava fingið eina ringa við-
ferð leiðsluni í IRF
7 lv
veruligar upplys-
ingar um kostnað, og ong-
fra
r veruligar upplýsingar
i nógv skal set
ast av til ruskmálið, á ti
árligu rakstrarætlanini
hjá kommununum.
Men eg trúgvi, tað verð-
ur rok, tá kommunurnar
uppdaga, at tað verða ikki
510 men 800 ella kanska
1.000 kr. pr. íbúgva tær
skulu av við um árið í
ruskútreiðslum. Tí tað
tað
at ávísa
Hetta upp-
hæddir, og eg trúgvi íkki
bygdaráðslimirnir í Fer-
oyum eru líkaglaðir um
hetta. Teir hava rætt til
eina nekulunda álítandi
kostnaðarmeting frá IRF
Tað hava teir ikki fingið
Tað teir fáa er villleiðandi
tvætl, sum Eyðfinnur Eg-
holm kom við í Sjónvarpi
Feroya týskveldið 6. janu-
Hetta er lætt
verður
eru stórar
"ar
Til seinast hetta: Tað
eru nakrir bygdaráðsfor-
menn ið hava gjegnum-
skoðað telini hjá IRF.
Tann eini, ið eg talaði
við, hevði longu fyri ein-
um ári síðani við útrokn-
ingum gjert sær sína egnu
meting um prísin av IRF-
ætlanini, og kom hann
fram til ein prís uppá 25
mill. árliga, svarandi til
800 kr. pr. íbúgva um árið.
Ein annar kom við meira
leysligum metingum fram
til ein prís uppá 25-30
mill. árliga, svarandi til
800 til 1.000 pr. íbúgva
um árið.
Í Tórshavn 9. jan. 1987
Jóannis Eliasen
vit skriva
Ringið telefon