leygardagur 10. januar 1987síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 4 — 10. januar 1987 |
Skulu
barna-
Hví kemur nú tilboðið um vaksinatión ?
Almenna grundin er væl meint: at verja
fólk frá sjúkum. Og eru vit nóg stutt-
skygd, so er tað kanska rætt. Men við
einum langskygdum sjónarmiði, sum
tekur alt lívið og komandi ættarlið við í
metingar, so eru nógvir ósvaraðir spurn-
ingar í sambandi við vaksinatión móti
meslingum, reydlingum og fárasjúku,
skrivar Elin Henriksen sum viðmerking
til, at oll born frá 1. februar fáa tilboð um
at verða vaksinerað móti barnasjúkunum.
Nú kemur so tilboðið um, at ell born
kunnu verða vaksinerað móti mesl-
ingum, fárasjúku og reydlingum. Ti-
betur er hetta eitt tilbod og ikki eitt
krav; foreldrini kunnu velja, um
børnini skulu vaksinerast ella ikki.
Men skal talan vera um eitt veruligt
val, krevst kunnleiki til bædi fyri-
munir og vansar vid barnasjukum
og við at vaksinera móti teimum.
Higartil er mest tosað og skrivað í
fjølmidlunum um fyrimunirnar við
at vaksinera, og ætlanin við hesi
grein er at vísa á nakrar av teimum
mongu spurningunum, sum mugu
setast, tá farið verður undir eitt so
álvarsligt tiltak sum at beina fyri
vanligastu barnasjúkunum.
Læknar og aðrir serfreðingar eru
ikki á einum máli um týdningin av
barnasjúkum og um, hvert tað er
rætt at vaksinera. Serliga innan tær
greinir av læknavísindini, sum
leggja dent á at uppfata menniskjað
sum eina heild heldur enn á sympt-
om-viðgerð, er stersti ivin um fyri-
munirnar við at vaksinera, ella tað
verður beinleiðis mælt frá vaksinat-
ión.
Foreldur, lærarar og onnur, sum
hava við bern at gera, kunnu leggja
til merkis, hver broyting hendir við
sinum barni, tá ið tað hevur verið í-
gjøgnum eina barnasjúku. Eitt
demi:
Ei 8 ára gomul genta er í skúl-
anum heldur ófriðarlig og hevur ilt
við at konsentrera seg. Gentan fær
2ina barnasjúku, og tá ið hon 5 vikur
seinni kemur aftur í skúla, er tað
sum at fáa eitt nýtt barn í flokkin.
Arbeiðshugur og konsentratións-
evni eru munandi batnað: og í ar-
beiðsheftinum sæst stórt framstig.
Bókstavirnir, sum áðrenn sjúkuna
heltu í allar ættir, standa nú og hella
sama veg. Tað er, sum hevur gentan
við hjálp frá sjúkuni vunnið á nekr-
um av tí, sum forðaði henni í at
fremja tað, hon kundi og vildi.
— Kanska var tað ikki av leið, tá
ið tað fyrr í tíðini varð sagt, at børn
helst skuldu hava havt barnasjúkur-
nar, áðrenn tey komu í skúla. —
Onnur dømi vísa onnur sløg av
menning og framstigum hjá einum
barni. ið kemur igjøgnum eina
barnasjúku. Samanumtikið mugu
vit spyrja: Er tað so, at bern bein-
leiðis hava brúk fyri barnasjúk-
unum í menning síni? Vit hava nú á
degum lyndi til at vilja sleppa und-
an trupulleikum og »6neydugum«
forðingum — sum sjúkur ofta verða
mettar at vera. Men er tað ikki júst
gjøgnum trupulleikar og forðingar,
vit mennast sum menniskju?
Hóast læknavísindin er komin langt
í viðgerð av sjúkum, so vita vit enn
lítið um, hví summi fólk fáa summar
sjúkur og onnur ikki. (Her eru sjálv-
andi undantiknar sjúkur, ið beinleið-
is stava frá umhvervinum.)
Enn er t.d. lítið kannað, hverjar
avleiðingar tað fær fyri heilsuna
seinni, at man ikki hevur havt
barnasjúkur sum barn.
Um tað er so (sum mong vilja vera
við), at sjúkur við hegum fepri eru
neyðugar hjá bernum at hava, ja, so
vita vit enn ikki, hverjar sjúkur
kunnu koma í staðin, um barnasjúk-
ur verða fyribeindar.
Kanningar hava víst, at fólk, sum
hava fingið krabbamein, hava havt
nógv minni av fepur-sjúkum, her-
undir barnasjúkum, enn onnur. Og
hóast tað ikki ber til at venda hesum
við, so má tað, at samband tykist at
vera millum hesi ymsu sløg av sjuk-
um, fáa okkum at hugsa okkum væl
um, áðrenn vit beina fyri sjúkum,
sum hava fepur við sær.
Vit vita, hverjir vandar kunnu
standast av meslingum, fárasjúku
og reydlingum, og vit vita eisini, at
vandin við hesum sjúkum er nógv
størri, um vaksin fáa tær, enn hjá
børnum. Nógv bendir á, at hesar
sjúkur eru álvarsligari, tess longri
tíð er ímillum, at sjúkan gongur.
Besta verjan móti skaðiligum av-
leiðingum av fárasjúku og reydling-
um hjá vaksnum er at hava hesar
sjúkur sum barn. Og tey, sum ikki
hava havt tær, kunnu so vaksin-
erast, um tað gerst neyðugt; vaks-
inatión móti reydlingum og fára-
sjúku er — so vítt tað í dag ber til at
siga — uttan skaðilig hjá-árin.
Ødrvisi er við meslinga-vaksinat-
iónini. Hóast hon frá almennari síðu
verður segd at vera púra óskaðilig,
so eru einstakir læknar, sum m. a. út
frá royndum úr USA, har leingi hev-
ur verið vaksinerað, meta, at tað
ikki ber til at hava yvirlit yvir av-
leiðingarnar av meslinga-vaksin-
atión, og teir ráð tí beinleiðis fólki
frá at verða vaksinerað móti mesl-
ingum. (Her er ikki talan um bein-
leiðis hjá-árin av sjálvari vaksinat-
iónini, men meira um avleiðingarnar
saa?
í størri samanhangi, m. a. við at eitt
nýtt og vandamiklari slag av mesl-
ingum hevur tikið seg upp.) Skaði-
ligu avleiðingarnar av vaksinatión
eru sjálvandi sammettar við vandan
fyri heilabruna í sambandi við mesl-
ingar.
Hví kemur nú tilboðið um vaksin-
atión? Almenna grundin er væl
meint; at verja fólk frá sjúkum. Og
eru vit nóg stuttskygd, so er tað
kanska rætt. Vaksinerað bern verða
ikki sjúk av teimum sjúkum, sum
tey eru vaksinerað ímóti, so leingi
sum vaksinan virkar.
Men við einum langskygdum
sjónarmiði, sum tekur alt lívið og
komandi ættarlið við í metingarnar,
so eru nógvir ósvaraðir spurningar í
sambandi við vaksinatión móti
meslingum, reydlingum og fára-
sjúku. Spurningar, sum seta stór
krev til ábyrgdarkensluna hjá
hverjum einstekum; foreldrum,
læknum — arbeiðsgevarum hjá for-
eldrum.
Í Danmark hevur púra opinskárað
verið fert fram, at fremsta grundin
tiul, at vaksinatión móti barnasjúk-
um nú verður sett í verk, er, at for-
eldur forsema arbeiði alt ov nógv, tá
ið tey skulu vera heima hjá sjúkum
bernum. Barnasjúkurnar kosta ov
nógv, og alla staðni skal sparast.
Vónandi verður tað menniskjans-
ligt umhugsni og ikki fíggjarligt
trýst, sum avger, hvussu tikið verð-
ur ímóti tilboðnum um vaksinatión í
Feroyum.
Elin Henriksen