Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. desember 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 235 - 6. desember 2002 Nr. 235 - 6. desember 2002 13 Tað er eitt sera óheppið samantreff, tá landsstýriskonan í sjónvarpsmálum um somu tíð sum Televarpið leggur til brots, hækkar gjaldið til SVF við 500 kr. Hetta er ein beint frammaná til Televarpið, sum hevur sett sær fyri at víðariføra tað so vælumtóktu Rás Tórshavn. Og bara at langa út við eini so stórari hækking til almenna sjónvarpið uttan at seta hetta í samanhang við gong- dina á sjonvarpsøkinum og uttan at stinga út í kortið eina ætlan fyri almenna sjónvarpið virkar frustrerandi og óprofessionelt. Skulu vit hava eitt gott føroyskt sjónvarp, og tað skulu vit, so eigur og skal tað á fíggjarlógina so ella so. Og hetta leiðir okkum so eisini til spurningin, hvat fólk skulu gjalda 2000 kr. fyri. Føroyingar vilja hava føroyskar sendingar. Hesar kosta. Og tann kostnaðurin kann bert fíggjast yvir fíggjar- lógina. Hyggja vit so at skránni, sum Sjónvarp Føroya varpar inn í hvørja stovu, síggja vit, at meginparturin er danskur. Kanska so mikið sum 90%. Onkuntíð meir onkuntíð minni - endursent danskt tilfar. Hetta tilfar er longu frammanundan framleitt og goldið fyri danskar lisenspengar. Skulu føroyskir lummar enn einaferð rinda fyri at sama danska tilfar verður sent út í føroyskt luftrúm, so má talan verða um menningarhjálp. Hjálp frá føroyskum hyggjarum til danskar hyggjarar, so danskar sjónvarpsframleiðslur kunnu verða fíggjaðar tvær ferðir. Kanska kunnu vit halda fram til Svalbard og fáa danskar sendingar trífalt fíggjaðar...nei, vilja vit hava eitt føroyskt sjónvarp, so mugu vit fyrst gera okkum greitt, hvat eitt føroyskt sjónvarp ER og hvussu vit skulu rinda fyri tað og síðani gera tað sum vit megna. Her mugu myndugleikarnir ikki sleppa undan. Tað kann ikki vera meiningin, at Sjónvarpið sjálvt, ella onkur tilvildarligur persónur, eitt tilvildarligt tíðs- punkt, skal siga hvat føroyskt sjónvarp í eitt stokkut tíðarskeið er og skal verða. Her má bæði vitbornin gransking (Fróðskaparsetur), fyrsiting (Mentamála- stýrið) og politiska skipanin uppí. Og vónandi eisini eitt komandi brúkarafelag, ið kann taka kvalifiseraða støðu til tilvildarlig útspøl frá tilvildarligum politik- arum, so føroyskt sjónvarp ikki verður bukka millum sengur, men far ein forsvarliga loysn. Vit tosa jú um ein almennan lógarásettan miðil, ið eingin eigur at sleppa at skalta og valta við so sum hann vil...Hinvegin kann hetta eisini skjótt blíva ein spurningur, um vit hava ráð til ein "danskan" innfluttan miðil her á landi. Hevði føroyski blaðmarknaðurin orkað at sæð bløð fylt av Jyllandsposten upp til eini 90%? Ella hvussu hevði verið um Útvarpið fór at senda danskar sendingar stórsta partin av degnum? Tað ber jú saktans til. Valið er stjórans. At vit hoyrdu Hjorting ístaðin fyri Elis? Keld Heick fyri Niels Una? Nei, at reka fjølmiðlar, bæði prentaðar og luftbornar, snýr seg um fakligan stoltleika og integritet. Tann viðferð, sum Sjónvarp Føroya hevur fingið í føroysku Tingskipanini og frá teimum, sum vara av, ber ikki boð um hesa áskoðan og kann ikki halda fram. Tað má verða eitt fólkakrav. DAGSINS MEINING Sosialurin Sjónvarpsóskil VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ivaleyst hevði tað verið skilabetri av tær Høgni Hoydal, at tú als ikki gjørdi viðmerkingar til grein mína í Grønlands- postinum, tá tú ert so í uppisetri við argument- um og sakligum atfinn- ingum, sum tú so týðiliga avdúkaði í greinini við skemtiligu yvirskriftini "Vónandi hevur tú etið bláseym, Jóannes." Eftir øllum at døma er tín ráðgeving ikki nóg dygg, og tað at Sjúrður Skaale leyp á bláman, átti ikki at fingið teg at gjørt tað sama. Jóannes Eidesgaard Tjóðveldismenn og serliga Høgni Hoydal, Torbjørn Jacobsen og Sjúrður Skaale hava átikið sær uppgávuna at fáa grønlendingar at síggja tað geniala í før- oyska fullveldisprosjektin- um, sum endaliga leiddi okkum føroyingar inn aftur gomlu heimastýrisleiðina. Og tað er í grundini harmi- ligt, tí sjálvandi áttu hesar nýggju politisku útgávur- nar av Egede heldur at sagt grønlendingum, hvat teir áttu at gjørt øðrvísi, soleið- is at sjálvstýristilgongdin í Grønlandi kom væl frá byrjan. Men í staðin hava teir brúkt Grønland sum eitt royndarlabaratorium, so- leiðis at tað, sum teir ikki megnaðu her heima, tað royna teir so hjá øðrum. Ja, onkuntíð so ágrýtnir, at tað vóru fleiri føroyingar, sum hildu, at føroyska loysingin fór at verða framd í Grøn- landi í staðin fyri í Føroy- um. Og nú dittar ein javnað- armaður sær til at fortelja grønlendingum nakrar veruleikar um føroyska fullveldisskútuna, sum kollsigldi hin várdagin, tá fólkaatkvøðan varð avlýst, tí teir tordu ikki at fáa veruleikan at vita frá velj- arunum. Og líkt er til, at hetta verður næstan fatað sum halgibrot av tjóðveldiselit- uni, tí teir hava uttan iva hildið seg einsamallan átt grønlendska leikpallin. Mangt er í neyðuni nýtt Eg hevði hug at taka synd í Høgna, tá eg las hasa grein- ina, tí eg veit, hann dugur at skriva, um hann hevur okk- urt at føra fram. Og hvat er so til ráðar at taka? Jú, hann kryddrar greinina við, at hetta, sum eg hevði skrivað í Grønlandspostinum, tað høvdu hugsjónarmenninir Viðstein, Dammurin og Danbjørg ongantíð gjørt. Og hann tekur hesar skila- menn fram fyri á tann hátt at fáa lesaran at halda, at so man Jóannes Eidesgaard hava gjørt okkurt spinnandi skeivt. Men her undirmetur tú blaðlesaran, Høgni. Longu aftan á innleiðingina um handan bláseymin, so hevur lesarin sæð, at her er talan um ein politikkara, sum stendur spillnakin. Her eru eingi argumentir ímóti, og her eru ongar sakligar atfinningar. Og so ger Høgni ta mis- gerð, sum má sigast at vera ótrúliga ósaklig og ótrúliga ódámlig, at hann letur meg skriva greinina av nýggj- um, men nú gjøgnum penn- in hjá sær sjálvum. Nú havi eg knappliga sagt, at grøn- lendingar ikki mugu velja loysingarflokkarnar, eg havi lagt meg út í grøn- lendska valstríðið, og eg havi sagt, at føroyingar einki nytta. Og aftur her undirmetur Høgni lesaran. Tað var nevniliga so heppið, at báðar greinarnar - tann, sum eg skrivaði í Grøn- landspostinum - og tann hjá Høgna, stóðu lið um lið á somu síðu. Hvar í gein míni ávari eg ímóti at velja ávísar flokk- ar? Eg hvørki ávari ella heiti á nakran um at velja nakran flokk, tíansheldur eg nevni grønlendsku flokkarnar. Hvar í grein míni sigi eg, at føroyingar einki nytta? Hvar í greinini leggi eg meg út í grøn- lendsk viðurskifti? Hvar í grein míni sigi eg, at grøn- lendingar skulu ræðast frælsið? Hvar í grein míni tosi eg niður til grønlend- ingar? Nei, tíverri fyri teg Høgni, eg skrivaði nevni- liga ikki ta greinina, sum tú ivaleyst ynskti, eg fór at skriva. Eg kann eisini siga tær so mikið, at eg vigaði míni orð gjølla, og eg hugsaði meg væl um, áðrenn eg skrivaði greinina, tí eg var fullvísur í, at sen- sururin frá tær og Sjúrða og møguliga øðrum fór at vera náðileysur. Og tí hevði eg hvørki etið bláseym, ella hevði nakar spælt mær eitt puss. Eg hevði stutt sagt hugsað meg væl um, so- leiðis at eisini Viðstein, Dammurin og Danbjørg kundu góðtikið tað, eg skrivaði. Tá veruleikin gerst ein marra Vinaráðini til grønlending- ar eru stutt sagt, at teir ikki lata teirra sjálvstýristil- gongd fáa eina so vánaliga byrjan sum okkara fekk. At teir ikki gera sjálvstýris- politikkin til ein eksklusiv- an politikk fyri tey fáu, men at teir royna at fáa alt fólkið við. At teir byggja henda politikk á breiða semju, sum er einasta trygdin fyri, at verulig úr- slit kunnu spyrjast burturúr. Vit endaðu jú i heima- stýrislógini. Lat meg taka eitt brot úr greinini: "På Færøerne gjorde koalitionen og specielt de to partier Republikanerne og Folkeflokken selvstænd- ighed til en sag for netop deres vælgere og netop deres partier. Man baserede politikken på det smallest mulige flertal i Lagtinget. Man glemte simpelthen at tage hensyn til, at andre borgere på Færøerne og andre partier på Færøerne måske havde en anden op- fattelse, selv om man sam- tidig kunne konstatere, at samtlige partier var ind- stillet på at opnå større selvstændighed. Kon-sen- sus lå lige om hjørnet. Men desværre viste landsstyret i bund og grund en meget ringe forståelse for demo- kratiets fundamentale vær- dier." Men uttan iva hevur tykkara boðskapur í Grøn- landi verið ein annar, enn tann veruleiki, sum eg havi dittað mær fram við. Eg spurdi forrestin eisini í greinini, hvat orsøkin var til, at Sambandsflokkurin var størsti flokkur í Føroy- um? Var tað kanska, tí at fullveldismálið var ein succes? Ella var tað tí, at man hevði lopið óneyðuga øði í millum vejararnar? Svarið kennur tú Høgni. At tú so ikki vilt viður- kenna egna ómegd, tað er so bara harmiligt. Men tað gevur tær tó ikki rætt til at uppfinna ein nýggjan veru- leika. Veruleikin er veruleikin, sjálvt tá hann er ein marra. Høgni í uppisetri Mikkjal Helmsdal sjónvarpsstjóri "Sjónvarpsgjald skapar ónøgd - eisini í sjónvarpin- um". Hendan yvirskriftin koma at standa yvir for- síðugrein í Dimmalætting, ið varð bygd á viðtal mill- um meg og blaðkvinnuna Sonju Jógvansdóttir. Tað var ein rímiliga lang sam- røða, og eg má hava úttrykt meg heldur fleirtðýðugt at døma eftir teirri niður- støðu, sum verður løgd mær í munnin. At sjón- varpið sum stovnur er ónøgt við hækkingina av hyggjaragjaldinum, havi eg ikki sagt. Sjónvarpinum tørvar peningin og fer ikki at vísa hann frá sær. Men tað er eingin loyna, at hendan politiska loysnin av málinum, skapar misnøgd millum fólk og leggur stórt trðýst á stovnin. Hetta hava vit longu merkt í blað- leiðarum, lesarabrøvum og á trðýstinum á telefonir stovnsins. Greinin gevur ta fatan, at Sjónvarp Føroya tekur av- stand frá hækkingini, og at landsstðýrismaðurin hevur handlað heilt uttan samráð við sjónvarpið. Hetta er ikki rætt. Blaðkvinnan spurdi, um SvF hevði søkt um at fáa sjónvarpsgjaldið hækkað við 500 kr. Til hetta var svarið nei, tí SvF hevur ikki sent inn nakra beinleiðis umsókn um hækking av sjónvarpsgjald- inum. Men tá tað er sagt, vil eg leggja fylgjandi afturat við- víkjandi gongdini í málin- um: Tá Sjónvarp Føroya lat inn rakstrarætlan sína í sambandi við fíggjarlógina 2003, søkti stovnurin um at fáa eina rakstrarjáttan upp á 5 mill. krónur og eina játtan til loypandi tøkniíløgur upp á 3,5 mill. krónur. Gjørt varð vart við, at stovninum tørvar umleið umleið 3 mill. krónur afturat verandi inntøkum í 2003 fyri at halda somu framleiðslu sum í 2002. Stovnurin hevur, sum er, onga rakst- rarjáttan á fíggjarlógini, men fíggjar virksemið við hyggjaragjaldi, lýsingar- inntøkum og eydnuspæli. Í august fór Annlis Bjarkhamar mentamála- ráðharri undir at arbeiða við málinum um fígging av virkseminum hjá Sjónvarpi Føroya. Í tí sambandi legði undirritaði sum sjónvarps- stjóri fram eina langtíðar- ætlan fyri, hvussu virksemi sjónvarpsins kundi verið útbygt yvir eitt 4 ára skeið, soleiðis at tað í framtíðini kundi gerast eitt veruligt meginsjónvarp. Ætlanirnar at fáa eina breiða politiska semju um eina langtíðar- menning av sjónvarpinum vóru kortini lagdar til viks eftir nakrar vikur. Tíðliga í oktober skrivaði sjónvarpið til Mentamála- ráðið og gjørdi vart við, at varð einki gjørt fyri at bøta um fíggjarligu viðurskiftini hjá stovninum í 2003 fór at verða neyðugt at siga upp minst einum fimtingi av starvsfólkinum og at skera framleiðsluna niður við 30- 50%. Í hesum brævi vísti SvF á, at Mentamálaráðið hevði møguleika til, sum ein seinasta útveg, at út- vega stovninum pening við at hækka hyggjaragjaldið. Tal var tó ikki sett á hesa hækking frá sjónvarpsins síðu. Mentamálaráðið arbeiddi tá við einum uppskoti um kringvarpsgjald, sum varð lagt fram fyri politisku flokkarnar miðskeiðis í oktober. Hetta uppskot vildi givið sjónvarpinum nakrar milliónir afturat ár- liga at arbeiða við, men vann tó ikki politiskan frama. Sum eina aðru stra- tegi royndi Mentamála- ráðið síðani at fáa politiska undirtøku fyri at taka av MVG'ið fyri sjónvarps- og útvarpsgjaldið. Hetta skuldi eftir ætlan geva SvF umleið 5 mill. kr. Heldur ikki hetta vann politiskan frama. Eftir hetta valdi menta- málaráðharrin, sum í øllum málinum hevur havt forstá- ilsi fyri torføru fíggjarligu støðuni hjá sjónvarpinum og sýnt vilja til at finna eina loysn so at sleppast kundi undan einum fíggjar- ligum skrædli, at hækka sjónvarpsgjaldið við 500 kr. SvF varð kunnað um ætlaðu hækkingina framm- anundan, og hevur ikki mælt frá henni. Sjónvarp Føroya kundi sjálvandi havt ynskt sær, at onnur av teimum fyrru loysnunum, sum vóru politiskt frammi, høvdu komið ígøgnum. Tað hevði verið lættari -og hugaligari- at farið undir tær ábøtur av tænastum sjónvarpsins, ið sjálvandi skulu fylgja við eini hækk- ing av inntøkunum, uttan ta flóðalduna av misnøgd og ábreiðslum, sum hevur skolað inn yvir stovnin frá illum hyggjarum seinastu dagarnar. Men vit eru ikki ónøgd. Tað kundi verið so nógv verri. Vóru ikki fingnar stovn- inum hækkaðar inntøkur so ella so í 2003, hevði niður- skurðurin av bæði starvs- fólkahópinum og virksem- inum verið so ógvusligur, at rættast hevði verið at tikið málið upp, hvørt tað yvirhøvur gevur eina mein- ing framhaldandi at hava eitt alment føroyskt sjón- varp. Hvørki eg ella nakar annar í Sjónvarpi Føroya fara tí at brigsla menta- málaráðharranum, at hon hevur nðýtt einasta útveg, ið hon hevði eftir, at tryggja at stovnurin ikki legst í sor komandi ár. Hækkingin í hyggjara- gjaldinum fer lutvíst til at fylla tey hol, sum útlit eru til í rakstrinum fyri 2003. Men vit á stovninum vilja gera alt fyri, at so nógv sum gjørligt fer at síggjast aftur í fleiri, betri og fjølbroyttari føroyskum sendingum. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum við gávum, fjarritum, blómum, uppringingum og vitjan gleddu meg á 85 ára føðingardegi mínum 14. november 2002 Marianna Hjalt, Sandur Jóhan á Plógv á Heygnum Mikla 1, Tórshavn Mikukvøldið 3. desember kl 17.00 hendi tann fyrsta skutaraólukkan á Heygs- vegnum, Tórshavn. Hesin vegurin sum blívur brúktur sum rasarabani, bæði av bilum, skutarum og motor- crosssúklum, má fyrr ella seinni blíva eitt ólukku- stað. Ólukkan sá ræðulig út, og vónandi fær hesin ungi drongurin ikki var- andi mein, og heldur ikki tann unga gentan sum koyrdi bilin. Um summarið verður Heygsvegurin brúktur sum rasarabani av knallertum, ikki bara um kvøldið, men eisini langt út á morgni til kl 05.00. Eg síggi henda ungdómin pimpa undir lyktapelunum, eg skal ikki siga, at teir sum koyra pimpa, men teir eru í hvussu so er uppøstir av onkrum, tí teir koyra sum svakir aftur og fram við ávirkaðum fólki aftanfyri. Av tí at eg veit hetta kemst av, at sovikamari hjá mær vendir út ímóti vegnum, og um summarið fái eg ikki sovið vegna henda larm. Tað er ikki bara tí at eg ongan náttarfrið fái, at eg skrivi hesi orð, men eisini fyri at fyribyrgja, at tað sum hendi 3. desember ikki skal henda aftur; og tað at eg havi børn, sum lættuliga kunnu enda undir einum bili ella knallert. Mín áheitan til býráði er tann um at koyra »bump« ella okkurt annað á vegin sum ger, at bilar og knallertir ikki koyra ov skjótt eftir Heygsvegnum. Eisini skal sigast, at ljósið fram við vegnum ikki er sera »lýsandi«. Eg veit eisini av roynd- um, at »bump« og aðrar forðingar ikki koma fyrr enn mannalív eru kravd. Vónandi verður Heygs- vegurin undantakið. VIÐMERKINGAR Fríggjakvøldið skipar unga Tjóðveldi í Norðoyggjum fyri einum kafé-kvøldi í Klaksvík. Formaðurin í felagnum Gunhild Dahl Niclasen sigur, at felagið bleiv stovn- að fyri stuttum og nú fara tey at royna at fáa limir og vekja áhuga millum ung KAFÉ-KVØLD Solby A. Eliasen Klaksvík: Felagið unga Tjóðveldið í Norðoyggjum bleiv sett á stovn fyrr í ár, men ikki hevur verið nógv at hoyrt til tey. Men nú hava tey ætlanir um at skipa fyri ymiskum tiltøkum, sum skulu verða við til at gera felagið sjónligari. Og tey byrja við at skipa fyri einum kafé kvøldi fríggja- kvøldið. Kafé kvøldið verður í hølunum hjá Klaksvíkar Bridgefelag á Biskopstø. Gunhild sigur, at tá ber eisini til at tekna seg sum lim, men hon leggur eina við, at øll eru hjartaliga vælkomin á gátt. Hon heldur, at fríggjakvøldið er eitt gott høvi til at leggja út við eini kafé, tí tá er Open by Night í Klaksvík, og tað merkir, at handlarnir hava opið til klokkan 23. Og verður veðrið gott, so kann tað væntast, at mong fara at nýta høvi til at keypa jólagávur. Og tá kann tað verða gott at kunna fara inn og fáa ein heitan kaffi- munn. - Endamálið við hesum er fyrst og fremst at hava eitt hugnaligt kvøld saman, sigur hon og leggur aftur at, at tað ikki bara skal snúgva seg um politikk og full- veldi. - Vit ætla okkum eisini at hava tað hugnaligt og stutt- ligt á fullveldisleiðini, og tað kann gerast við millum annað at skipa fyri ymisk- um tiltøkum, heldur Gun- hild. Hon heldur eisini, at tað kundi verið ein góður møguleiki fyri at skipa fyri onkrum størri tiltaki, um felagið í Norðoyggjum samstarvaði við felagið í Suðurstreymoy. Gunhild tók sjálv fyrsta stigið til at seta eitt tílíkt felag á stovn, tí hon helt, at tað var tørvur á tí. - Tað er onki tílíkt felag í Klaksvík, og so vóru vit fýra, sum settu okkum nið- ur og stovnaðu unga Tjóð- veldi við tí fyri eyga at menna tjóðveldisáhugan millum ung í Norðoyggj- um, sigur hon og leggur skemtandi afturat, at tað ikki bara eru tey gomlu, sum hava áhuga fyri poli- tikki. Gunhild Dahl Niclasen sigur, at tey hava gjørt nógv við fyrireikingararbeiðið, og nú meta tey so, at tey eru til reiðar at traðka fram og gera vart við, at tey eru til. Hon greiðir frá, at tey mill- um annað hava arbeitt við at fáa eina heimasíðu upp á beinini. Eisini hava tey gjørt visitkort og innlim- ingarseðlar. Kafé kvøldið hjá unga Tjóðveldinum í Klaksvík verður frá klokkan 19 til 23 fríggjakvøldið. Viðmerking til forsíðugrein í Dimmalætting hósdagin Tjóðveldiskafé í Klaksvík Tað verður kunngjørt fyri ætt, vinum og kenningum at okkara elskaði sonur, beiggi, svágur, mammubeiggi og pápabeiggi Karl Hansen Glyvrar andaðist í Grindavík í Íslandi 3. desember, 35 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinri. Hanni, Inga, Katrin, Niels Pauli við familju Góðu býráðslimir, so hendi tað C M Y K 13 12