fríggjadagur 6. desember 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 6. desember 2002
15
15
14
Nr. 235 - 6. desember 2002
Hvat heldur tú um,
at sjónvarpsgjaldið
hækkar úr 1500
til 2000 krónur?
Majbritt Hellisdal,
23 ár
Tað er nógv at gjalda
2000 krónur fyri Sjónv-
arp Føroya – helst fyri
gomul fólk, sum hava
nógv at gjalda framm-
anundan.
Eg havi parabol, og
hevði eg havt møgu-
leika fyri tí, so hevði eg
valt Sjónvarp Føroya
frá. SvF er stórt sæð
bara endursendingar frá
øðrum
útlendskum
sjónvarpsrásum, og tí er
tað eitt sindur mein-
ingsleyst at gjalda so
nógv, tá tú hevur para-
bol.
Tey siga, at skatturin
hjá okkum skal niður,
men hetta er ein hækk-
ing, so tað gongur út
upp á eitt.
Tað verður saknur í
Rás Tórshavn, tí har var
nógv fyri tey ungu,
bæði í TV3, MTV og
Eurosport.
Hákun Jensen,
65 ár
2000 krónur er alt ov
nógv. Sjónvarpið verð-
ur onki betri av hesum.
Her verður bara tikið
inn og onki latið aftur-
fyri, og vit fáa onki
gjørt við tað. Eg haldi
at SvF skuldi dugað
betur at savna sær
pengar inn, líka sum
ÚF hevur gjørt.
Tað er nógv fyri, at
ein landsstýrismaður
kann gera hetta av, utt-
an nakað kjak. Hetta
skuldi verið diskuterað
væl ígjøgnum fyrst.
Hvat eru hesar útvarps-
og sjónvarpsnevndirnar
til, tá hetta bara verður
trumlað ígjøgnum pol-
itiskt?
Eg
haldi,
at
vit
skuldu kunnað valt
millum SvF og allar
hinar rásirnar. Vit vistu,
at Rás Tórshavn fór at
sløkkja, men eg havi
ikki avgjørt, um eg taki
av tilboðnum hjá Tele-
varpinum.
Tað
er
spurningurin, hvussu
nógv tú kanst gjalda
fyri at síggja sjónvarp.
Solveig Johansen,
70 ár
Hetta líkist ongum.
Prísurin verður bara
settur upp, uttan at
hyggjarin fær gjørt
nakað við tað. Hetta er
ein eyka skattarokning,
sum vit fáa.
2000
krónur
fyri
sjónvarp er alt ov dýrt,
tí vit skulu jú eisini
gjalda fyri útvarp. Eg
sakni eisini Rás Tórs-
havn, nú tað er tikið av
skíggjanum.
Tað
er
beinleiðis
svínarí, at Televarpið
skal kappast móti okk-
ara egna sjónvarpi. Tað
skuldi heldur verið SvF,
sum
fekk
hendan
møguleikan at senda
fylgissveinasjónvarp.
Alt skuldi sjálvandi
verið undir einum. So
kundu pengarnir, sum
komu inn, verið brúktir
til at gjørt SvF betri.
Rúni Vesturklett,
21 ár
Hetta kunnu politikar-
anir ikki loyva sær at
gera, tí hetta er alt ov
nógv.
Sjónvarpið hevur alt
ov lítið at bjóða uppá.
So skjótt Televarpið
rættiliga er komið í
gongd, so fáa fólk alt
frammanundan,
tí
meginparturin av send-
ingunum hjá SvF er
sendur frammanundan í
DR.
Hevði eg sloppið, so
hevði eg valt SvF frá og
heldur valt Televarpið.
Eg brúki bara SvF til
Dag og viku, og ov fáar
sendingar eru á før-
oyskum.
Eg umhugsi at fáa
mær mína egna para-
bol,
men
møguliga
verður tað Televarpið.
Eg haldi bara, at tað er
ótrúliga dýrt, um tú
skalt gjalda 2000 krón-
ur fyri SvF, yvir 2000
krónur til eina boks og
aðrar 2000 krónur fyri
rásirnar.
Fólk ilskast inn á sjónvarpsgjald
Hyggjaragjaldið er
hækkað við 500 krón-
um, men fólk vænta
sær onki afturfyri, og
tey kalla hækkingina
ein duldan eykaskatt.
Summi høvdu valt
føroyska sjónvarpið
frá, kundu tey, tí nógv
fleiri pengar skulu á
borðið nú, um fólk
skulu hava eitt lík-
inda útboð av rásum
HYGGJARAGJALD
Ingi Rasmussen
Svínarí. Ein grovur eyka
skattur. Alt ov nógv.
Fólk á gøtuni, sum Sosi-
alurin hevur tosað við, eru
alt annað enn nøgd við
hækkingina av sjónvarps-
gjaldinum, sum Annlis
Bjarkhamar
landsstýris-
kvinna hevur kunngjørt.
Hyggjaragjaldið hækkar
eftir einum degi úr 1500
upp í 2000 krónur komandi
ár. Hetta hendir samstund-
is, sum sløkt er fyri Rás
Tórshavn, har fólk í høv-
uðsstaðarøkinum
fingu
fimm eyka rásir umframt
Sjónvarp Føroya fyri onki.
Væl dýrari
Sløkt er fyri BBC Prime,
BBC World, Eurosport,
TV3 og MTV. Skulu fólk
fáa somu líka fjølbroyttar
sjónvarpsrásir sum áður,
mugu sostatt nógv fleiri
pengar á borðið.
Hyggjaragjaldið, ið er
lógarkravt, verður sum
nevnt 2000 krónur. Ein
móttakari, sum er neyðugur
fyri at móttaka Televarpið,
kostar minst 2200 krónur.
Biligasta
árshaldið
hjá
Televarpinum kostar eisini
umleið 2200 krónur. Og so
skalt tú eisini gjalda fyri
Útvarpið, sum kostar 1500
krónur um árið.
Við øðrum orðum skulu
gjaldast
knappar
8000
krónur fyri tað, sum áður
kostaði 3000 krónur, tá Út-
varp Føroya og móttakarin
verða íroknað.
Fólk í øðini
Hyggjarin er í øðini, kunnu
vit róliga siga út frá teimum
fólkum á havnargøtum,
sum Sosialurin prátaði við
mikudagin. Ongin av teim-
um umleið 10 fólkunum,
vit fingu orðið á, helt at
hækkingin var hóskandi
ella í lagi, og onkustaðni
var nærum uppreistrarhug-
ur.
– Eg haldi ikki, at lands-
stýrið kann loyva sær hetta
uttan víðari. Hvussu kunnu
teir tosa um skattalækking,
tá teir samstundis hækka
hyggjaragjaldið? Hevði eg
kunnað valt Sjónvarp Før-
oya frá, so hevði eg gjørt
tað, men tað kann eg jú
ikki, sigur 21 ára gamli arb-
eiðsmaðurin Rúni Vestur-
klett.
Hetta var niðurlagið.
Landsstýrið lovar skatta-
hækking við aðrari hondini,
men skundar sær at taka
teir innaftur við hinari.
Økt krøv
Umleið 13.700 fólk rinda
sjónvarpsgjald, sum er.
Hækkingin skuldi givið
sjónvarpinum
góðar
5
milliónir krónur í meirinn-
tøku, hóast tað kann hugs-
ast, at hækkingin eisini ger
tað truplari at fáa lógar-
kravda peningin til høldar.
Ein partur av peninginum
skal brúkast til lønarhækk-
ingar og rakstraríløgur, og
sostatt fær hyggjarin altso
ikki fullan valuta fyri peng-
arnar við einum betri før-
oyskum sjónvarpi.
Peningurin kemur á eitt
turt stað og sleppur stjóra-
num undan at siga fólkum
úr starvi, men hann ásannar
í somu vending, at tað verð-
ur trupult at liva upp til
krøvini, sum fylgja við.
Men tað er ikki líkt til, at
øll fólk vænta sær nakað
aftur fyri meirkostnaðin.
– Sjónvarpið verður onki
betri av hesum. Her verður
bara tikið inn og onki latið
afturfyri, og vit fáa onki
gjørt við tað, sigur Hákun
Jensen, 65 ár, og somu
støðu høvdu hinir í Undir-
húsinum í Vágsbotni.
Endursenda tilfar
Hjá teimum, sum hava
parabol
frammanundan,
verður tað ovmikið at
síggja og gjalda í framtíð-
ini.
– SvF er stórt sæð bara
endursendingar frá øðrum
útlendskum sjónvarpsrás-
um, og tí er tað eitt sindur
meiningsleyst at gjalda so
nógv, tá eg havi parabol
frammanundan, sigur 23
ára gamla Majbritt Hellis-
dal, sum var úti og trillaði
við nýføðinginum.
Líka lítið hjálpa mótmæl-
ini. Hyggjarin hevur onki
val. Hann skal gjalda økta
sjónvarpsgjaldið, tí tað er
lógarásett. Men tað vóru
eisini fleiri fólk í havnar-
gøtum, sum søgdu seg um-
hugsa at lata vera kortini.
Samstundis sum fólk í høvuðsstaðnum hava mist fimm ókeypis kanalir, skulu tey gjalda meira í sjónvarpsgjaldi, og tað hóvar
teimum lítið.
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
14