Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. desember 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 235 - 6. desember 2002 – Ein orsøk til styttu avgreiðslutíðina hjá Hjálpartólamiðstøð- ini er, at fleiri løtt mál verða avgreidd nú enn áður. Hinvegin fáa tey tungu málini møguliga loyvi at liggja longri, enn gott er, sigur Páll á Reyna- túgvu, landsstýris- maður HJÁLPARTÓL Vilmund Jacobsen Kári P. Højgaard, løgtings- maður, setti herfyri Páll á Reynatúgvu nakrar fyri- spurningar um Hjálpartóla- miðstøðina. Í fyrsta lagi spurdi Kári, hvussu langa bíðitíð, ein brúkari skal rokna við, um hann hevur tørv á einum hjálpitóli, t.d. eini el-song. Er tað rætt, at bíðitíðin í summum førum kann vera meira enn eitt ár? Raðfestingar Í svarinum, sum Páll fer at geva Kára, sigur hann, at Hjálpartólamiðstøðin rað- festir umsóknir í bráðmál, snarmál og vanlig mál – alt eftir, hvussu langa tíð, um- sóknirnar taka at avgreiða. – Ein umsókn um eina el- song, er at meta sum eitt snarmál, og hesi eiga at verða avgreidd í seinasta lagi 10 dagar eftir skráset- ing. Landsstýrismaðurin leggur aftrat, at bráðmál eiga at verða avgreidd 2 dagar eftir skráseting. – Restin er vanlig mál, og hesi kunnu taka frá 10 døg- um og uppí eitt ár ella meira, men hetta er tíbetur bert í fáum førum, sigur hann. Fleiri løtt mál Í øðrum lagi vísti Kári á, at á fíggjarlógini fyri 2001/2002 varð ein góð miljón játtað aftrat til at økja starvsfólkatalið á Hjálpartólamiðstøðini. Í hesum sambandi spurdi hann, um bíðitíðin eftir hjálpitólum er stytt mun- andi av hesi orsøk. Her vísir Páll á Reyna- túgvu í sínum svari á, at hálvt fjórða fólk er sett í fulltíðarstarv aftrat í ár. – Bíðitíðin er stytt mun- andi í mun til 2001. Um hetta er tí, at fleiri fólk eru sett í starv, er ilt at meta um. Hjálpartólamiðstøðin metir, at ein orsøk til styttu avgreiðslutíðina er, at fleiri løtt mál verða avgreidd nú enn áður, meðan tey tungu málini møguliga fáa loyvi at liggja longri enn gott er, sigur Páll á Reynatúgvu. Í blaðnum í morgin venda vit aftur til spurning og svar, 3. og 4. Páll svarar Kára um Hjálpartólamiðstøðina – Úrtøkan er tann sama í dag, sum hon vanliga er hesa tíðina av árinum, sigur Jason Johannesen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mánadagin var lemmatrol- arin, Vesturvarði í Saltang- ará. Teir høvdu fult skip, eini 220.000 pund, harav sløk 200.000 pund var upsi. Hetta er einasta landing, sum hevur verið í Saltang- ará hesa vikuna, men Fiskavirking hevur fingið fisk úr Vestmanna og Mið- vági. Nakað lá eisini niður- fyri frá vikuni fyri, so nóg mikið hevur verið at tikist við hvønn dag. Frægari upsi Jason Johannesen, virkis- leiðari, sigur, at upsin, sum Vesturvarði hevði, var hel- dur frægari í stødd, enn upsin er annars, sum virkið keypir. Eini 20% av veiðini var upsi 2, og tað hevur verið meira óvanligt sein- astu tíðina. Onkrar túrar telja 3’arar og 4’arar heili 80-90% av veiðini. – Upsin heldur sær ann- ars á sama støði enn, og úr- tøkan er hin sama, sum hon plagar at vera hesa tíðina av árinum. Úrtøkan er ikki størri, men hon er heldur ikki minni. Fellir 5% Virkisleiðarin sigur, at sum vanligt er hesa tíðina, byrj- ar tann størri fiskurin, sum fer at gýta til várs, at gerast meira rak. – Tá ið vit koma út í hálvan januar og í vármán- aðunum verður fiskurin rak, og tá fellir úrtøkan á upsanum vanliga eini 5%. Út í mai mánaða plagar fiskurin at fitna aftur, sigur Jason. Á Fiskavirking í Saltang- ará eru tey til arbeiðis hvønn dag. – Í dag er úrtøkan úr toski 5% lægri, enn tá ið fiskurin var bestur fyri tveimum árum síðan, sigur Birgir Nónsgjógv, virkisleiðari FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Á Fiskavirking á Toftum verður nógvur toskur virk- aður til saltfisk. Birgir Nónsgjógv sigur, at seinastu tvey árini er úr- tøkan úr toskinum minkað eini 5%, og hetta er í mun til, tá ið toskurin var bestur. – Gongdin hevur verið jøvn, ikki ógvuslig. Í dag er toskurin ikki feitur, men kortini væl nýtiligur í fram- leiðsluni. Hørð kapping Hann vísir tó á, at kapping- in um fiskin er hørð, og rá- vøruprísurin er hareftir. – Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, at úrtøkan úr toskinum er minkað 5% seinastu tvey árini, men í krónum og oyrum er hetta ikki so lítið. Hetta merkir nevniliga einar 2 kr. fyri kg. av skiftisavlopinum. Virkisleiðarin sigur, at tað er tyngri at fáa nakað burtur úr framleiðsluni, tá ið úrtøkan er minni, og fiskaprísurin er so høgur. – Vit kunnu ikki trýsta marknaðarprísin longur upp, tí frammanundan selja vit saltfisk úti á marknað- inum fyri einar 12 kr. meira fyri kg. enn eitt nú norð- menn. Hann heldur tað vera óhugsandi, at sleppast kann longur upp við prísinum. – Eg haldi tí, at rávøru- prísurin er ov høgur í mun til tað, sum marknaðurin kann bera. Birgir heldur, at í løtuni liggur ein ov stórur partur av prísinum eftir úti hjá skipum og manningum. Lækkandi prísir – Eg trúgvi ikki, at út- lendski marknaðurin í longdini fer at keypa før- oyskan saltfisk fyri ein og hvønn prís, tí tað eru so nógvar aðrar vørur á marknaðinum, sum eru nógv bíligari enn saltfisk- urin. Virkisleiðarin sigur, at hetta er besta tíðin úti á saltfiskamarknaðinum. – Tí er tað ikki óhugs- andi, at prísirnir fara at lækka aftur fyrst í komandi ári, sigur Birgir Nónsgjógv. Upsin er sum hann plagar at vera Úrtøkan úr toski er minkað spakuliga seinastu tvey árini – Í vármánaðunum, tá ið fiskurin gýtir, plagar úrtøkan úr upsanum at fella eini 5%, sigur Jason Johannesen – Tað er ikki óhugsandi, at saltfiskaprísirnir fara at lækka aftur fyrst í komandi ári, sigur Birgir Nónsgjógv, virkisleiðari Hesa ferð var eingin ivi, tá grannauppgerð var á Skálafjørðinum, og StÍF er nú bert tveir dystir frá triðju steypafinaluni á rað HONDBÓLTUR Jákup Mørk Seinastu árini hevur StÍF uttan nakran iva verið steypaliðið í føroysku hondbóltskappingini. Tvey ár á rað er steypið endað á Skála, og av seinastu fýra finaludystunum hevur StÍF verið partur av trimum teirra. Mikukvøldið leiktu strandingar so fjórðings- finalu ímóti grannunum úr Tjaldri. Einki var at ivast í, at StÍF vóru favorittar. Ikki minst tí Tjhaldur í eitt enn óásett tíðarskeið má vera Dejan Lacock fyriuttan, men hinvegin, so hevur Tjaldur ofta megnað at arga strandingarnar. Bæði í fjør og í ár fekk Tjaldur eina byrjan við fleiri ósigrum á rað, og báðu ferðirnar er henda gongd vend við einum óvæntaðum sigri í Ítróttarhøllini á Skála. Skrædnaði Men so gekk tað heldur ikki meira. Fyrstu tjúgu minuttirnar av dystinum mikukvøldið gekk tað kanska so toluliga javnt fyri seg, men so streyk StÍF avstað. Seinastu løtuna fyri steðgin vunnu teir 8-2, og í seinna hálvleiki kom ongan tíð spenningur í. Strandingarnir hildu alla tíðina fast um leiðsluna, og seinasta korterið ella so skrædnaði at álvara, tó at støddin á sigrinum ikki hevði nakran týdning fyri víðari luttøkuna. StÍF er so- statt fyrsta liðið í hálv- finaluni í steypakappingini, og sum teir hava spælt í ár, so eru teir helst favorittar til finaluplássið, líkamikið hvat mótstøðulið talan verður um í hálvfinaluni. Dysturin í tølum: StÍF-Tjaldur 37-25 (18-12) Málskjúttar: StÍF: Sveinur Justinussen 7, André F. Danielsen 6, Alexandur Johansen 5(2), Leivur Justinussen 4, Kristjan Petursson 3, Bent Djurhuus 3, Jón Rasmussen 3, Costin Dumitrescu 3, Janus Trygvason 2 Tjaldur: Jens Martin Knud- sen 9(5), Dragisa Stojovic 9, Sverri Justinussen 4, Tórhallur Thomsen 2, Arn- finn Langgaard 1 Brotskøst: StÍF 3, Tjaldur 5 Útvísingar: StÍF 1, Tjaldur 1 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuel- sen Nr. 235 • fríggjadagur • 6. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo StÍF-Tjaldur 37-25 (18-12): StÍF syngjandi í hálvfinaluna Dómararnir fóru í mál Vanligi tjaldursmál- verjin hevur tveir daga leikbann, og tí máttu aðrar loysnir finnast til dystin mikukvøldið HONDBÓLTUR Jákup Mørk Sum kunnugt, so hevði vanligi málverjin hjá Tjaldrinum, Dejan Lacock, leikbann, tá fjórðingsfinal- an í steypakappingini var á skránni. Hann varð burtur- vístur, tá Tjaldur spældi móti KÍF seinasta viku- skifti, og nú er bannið ásett til tveir dystir, soleiðis at Tjaldur eisini má vera sterka málverjan fyriuttan, tá teir annað vikuskifitð spæla ímóti VÍF. Dómarar í málið Tí noyddist Tjaldur at finna aðrar loysnir, og valið fall á teir báðar dómararnar hjá felagnum, Trygva Morten- sen og Kára Hansen. Teir hava annars ikki spælt nakað serligt seinnu árini, og Trygvi var eisini skjótur at viðganga, at hetta var meira enn nakað annað ein neyðloysn. - Eg varð uppringdur týskvølidð við boðum um, at eg mátti koma at venja, tí eingin annar málverji var. Og tá talan bara var um tveir dystir, so kundi eg illa siga nei, heldur Trygvi, sum annars letur so hampu- liga væl at dystinum. - Vit hildu teimum hampuliga væl fyrstu løt- una, men tá tað fyrst skrædnaði, so var einki hjá okkum at gera. Sjálvur skal eg ikki siga nakað um, hvussu málverjararnir stóðu, men vit fingu so ein hálvleik í part. Og skal eg meta eftir tí, so verður tað nokk Kári, sum byrja inni næstu ferð. Tað tók kanska eisini eitt sindur av kreftum hjá mær, at eg skuldi venja kvøldið fyri, sigur Trygvi Mortensen at enda. Strandingar høvdu nakað at hevna, og teir lótu ongan iva vera um úrslitið, tá Tjaldur vitjaði mikukvøldið Sum neyðloysn mátti Tjaldur í dystinum mikukvølidð nýta teir báðar dómararnar, Kára Hansen og Trygva Mortensen, sum málverjar C M Y K 17 16