Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. desember 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 235 - 6. desember 2002 Nr. 235 - 6. desember 2002 19 USA trýstir ES Amerikanska stjórnin hevur tikið eitt heldur óvanligt stig. Fyrr í vikuni var amerikanski varaverjumálaráð- harrin, Paul Wolfowitz, í London, og har kunnaði hann bretsku stjórnina um, at USA vil hava ES at geva Turkalandi limaskap sum skjótast. Úr London fór Wolfowitz til Ankara. Wolfowitz sigur, at sjálvandi er tað Evropa, sum skal taka avgerð um turkiskan limaskap í ES, men hann legði afturat, at amerikanska stjórnin er av teirri uppfatan, at ES verður sterkari við Turkalandi sum limi, og at turkiskur limaskapur fer at koma trygdini til góðar. Fleiri ES-lond hava gjørt greitt, at Turkaland er ikki búgvið til limaskap í ES, og summir politiskir leiðarar tykjast eisini ivast í, um tað yvirhøvur er rætt, at Turkaland kemur upp í samveldið. Eitt nú hevur danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, fyrr víst á, at við Turkalandi sum limi fær ES mark við lond sum Iran og Irak, og tað heldur hann avgjørt ikki vera nakran fyrimun fyri evropeiska trygd. Gongur strúkandi Meðan stjórnir víða um kæra sína neyð um búskapar- liga afturgongd, kann russiska stjórnin fegnast um ta øvugta, tí í Russlandi gongur tað væl. Russland arvaði eina stóra uttanlandsskuld frá gamla Sovjetsamveldinum, men tað stendur ikki á at gjalda skuldina aftur. Í ár gjalda russar 102 milliardir krónur av uttanlandsskuldini, og í fíggjarlógini næsta ár eru 131 milliardir krónur settar av til at gjalda uttanlandsskuld við. Kortini kann Aleksej Kudrin, fíggjarmálaráðharri vísa á avlop á fíggjarlógini fyri 2003. Stjórnin í Moskva væntar, at inntøkurnar hjá ríkiskassanum verða 605 milliardir krónur næsta ár, og tað er met. Útreiðslurnar verða 586 milliardir krónur. Avlopið svarar til 0,6 prosent, sum kanska kann tykjast lítið samanborið við summi lond í Vesturheiminum, men sum má sigast at vera ein stór- broyting, tá hugsað verður um, at í nítiárunum var stórt hall á fíggjarlógini ár um ár. Hægri oljuskatt Fleiri politiskir flokkar í Danmark herða nú trýstið á stjórnina fyri at fáa hana at hækka oljuskattin, so ríkiskassin kann fáa meiri burtur úr oljuinntøkuni í Norðsjónum. Orsøkin til tað veksandi trýstið á stjórnina er, at sambært nýggjum tølum hjá búskapar- og vinnu- málaráðnum slapp Dansk Undergrundskonsortium undan at gjalda 6,3 milliardir krónur í fjør, tí tann danska oljuskattaskipanin er so lagalig. Orsøkin er, at reglurnar heimila oljufeløgunum ein skattafrádrátt, sum svarar til hálva triðju ferðir tær íløgur, sum tey hava gjørt í Norðsjónum. Sosialdemokratarnir og Danski Fólkaflokkurin ganga á odda í royndini at fáa stjórnina at broyta reglurnar. Danski Fólkaflokkurin hevur sagt, at vil Dansk Undergrundskonsortium, sum AP Møller eigur 39 pro- sent av, ikki sjálvboðið ganga við til at broyta verandi reglur, mugu myndugleikarnir áseta nýggjar reglur. Mafian hjálpti Berlusconi Ein fyrrverandi mafialeiðari í Italia, Antonio Giuffre, avdúkaði í rættinum mikudagin, at tætt samband hevur verið millum mafiuna og flokkin Forza Italia, sum er flokkurin hjá Silvio Berlusconi, forsætis- ráðharra. Undir avhoyringunum segði mafialeiðarin, at tað var mafian, sum setti seg í samband við Forza Italia í 1993. M. a. beyð mafian sær til at hjálpa valevnunum hjá flokkinum. Afturfyri skuldi Berlusconi, um hann seinni bleiv forsætisráðharri, skipa so fyri, at mafialimir, sum sótu í fongsli, fingu betri umstøður, og at tað almenna skuldi gevast við at leggja hald á fastar ognir hjá mafiuni. Hetta er ikki fyrstu ferð, at italski forsætisráðharrin er settur í samband við mafiuna. Hann hevur sýtt fyri at greiða frá viðurskiftunum, og tað hevur hann rætt til sambært italsku grundlógini. UTTAN ÚR HEIMI Lond, sum sýta fyri at góðtaka uppskotið um felags grundlóg, kunnu missa lima- skapin í ES, og und- antøk verða heldur ikki góðtikin í fram- tíðini. Tað kann fáa avleiðingar fyri Dan- mark ES-BYGNAÐUR Árni Joensen ES-nevndin arbeiðir við einari ætlan um at broyta tann verandi bygnaðin í ES, og sum kann fáa umfatandi avleiðingar. Eitt nú ætlar nevndin at strika ta regluna, sum sigur, at øll limalondini skulu vera samd, áðrenn nøkur broyting kann gerast í ES- sáttmálanum. Sambært donskum fjølmiðlum ætlar nevndin, at lond, sum hava eina aðra støðu enn meiri- lutin, skulu fáa tilboð um eina serskipan ístaðin fyri vanligan limaskap. Hetta hevur vakt ans millum danskar politikarar. Danmark fekk nøkur und- antøk frá ES-reglunum í 1993, men fær ES-nevndin sína vilja ígjøgnum, missa danir undantøkini, taka teir ikki undir við uppskotinum um eina felags grundlóg. Ein talsmaður hjá ES- nevndini segði við Jyllandspostin í gjár, at einki land verður tveitt á dyr, men nevndin kann heldur ikki góðtaka, at eini tvey ella trý lond oyði- leggja møguleikarnar hjá hinum londunum. Sambært Jyllandspost- inum merkir hetta, at lond, sum ikki taka undir við felags grundlógini, kunnu fáa eina skipan sum EBS- sáttmálan, sum Noreg og Ísland hava við ES. Síðani mánadagin hevur aðalverkfall verið í Venesuela, har fakfeløgini krevja, at Hugo Chavez, forseti skal fara frá VENESUELA Árni Joensen Tað hevur verið sera ófrið- arligt í Venesuela seinastu tíðina. Mánadagin byrjaði eitt aðalverkfall, og fakfe- løgini siga, at tey fara ikki at helma í, fyrr enn Hugo Chavez, forseti leggur frá sær. Tá hann kom framat fyri trimum árum síðani, lovaði forsetin at endurskipa sam- felagið og at beina fyri tí ovurstóra sosiala ójavnan- um í landinum, men hetta lyftið hevur hann ikki hild- ið. Tvørturímóti er ójavnin vorðin uppaftur størri, enn hann var, og nú hava tey nógvu mist tolið. Chavez varð koyrdur frá í apríl, men tað eydnaðist honum at taka valdið aftur tveir dagar seinni. Ta ferð- ina var tað ein partur av herinum, sum hjálpti hon- um, men tað er ivasamt, hvørja støðu herurin nú hevur. Hinvegin tykjast tey fátæku framvegis styðja forsetan, tí í teirra eygum er hann framvegis tann ein- asti, sum kann hjálpa teim- um. George W. Bush, for- seti hevur givið fregnartænastuni CIA heimild til at beina fyri yvirgangsmonn- um, sjálvt um teir eru amerikanskir ríkis- borgarar YVIRGANGUR Árni Joensen Avgerðin hjá forsetanum hevur fingið nógva umrøðu í USA, tí fleiri halda, at hon er í stríð við tey grundlóg- artryggjaðu rættindini hjá amerikanarum. Onnur vísa harafturímóti á, at yvir- gangsmenn mugu roknast sum fíggindar, og at for- setin tí hevur gjørt tað, sum rætt er. - Ein yvirgangsmaður, sum ætlar sær at beina fyri tær, ger tað, sama um hann er amerikanskur ríkisborg- ari ella ikki, sigur Richard Shelby, sum er republi- kanskur senatorur í statin- um Alabama. Sambært tíðindastovuni AP skal CIA hava loyvi, áðrenn eitt drepandi skot verður latið av eftir einum amerikanskum ríkisborg- ara, og í summum førum skal sjálvur forsetin geva tað endaliga loyvið. Ein tilburður av hesum slagnum hevur longu verið. Tað var tann 3. november, tá menn hjá CIA skutu eina rakett eftir einum bili í Yemen. Seks mans doyðu í álopinum, og seinni hevur tað víst seg, at ein teirra, Kamal Derwish, var ameri- kanskur ríkisborgari. Amerikansku myndug- leikarnir siga, at Kemal Darwish stóð á odda fyri einum yvirgangsbólki, sum varð avdúkaður í býnum Buffalo fyrr í ár. Tey av- varðandi vísa kortini á, at maðurin varð ongantíð skuldsettur ella ákærdur, og at hann tískil heldur ikki varð funnin sekur. Tey halda tí fast um, at í hesum førinum avrættaðu mynd- ugleikarnir ein ósekan amerikanskan ríkisborgara, og tað er ikki í samsvari við amerikanska lóggávu. CIA hevur nú heimild til at drepa amerikanarar ES skal hava felags grundlóg Krevja forsetan frá Hugo Chavez situr ótryggur í forsetastólinum í Venesuela Mynd: Reuters Hús í Vági Hús í Lágabø til sølu. Tlf. 373874 Til gaman og álvara! Mikukvøldið 11. desember kl. 19.00 verður tiltak í skeiðshølum Føroya Sparikassans,Yviri við Strond. Fyrilestrarhaldarar verða: Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa Finnbogi Ísakson, journalistur Rasmus Magnussen, stjóri í El & Tele Tilmelding í Vinnuhúsinum á telefon 311864 ella um teldupost industry@industry.fo í seinasta lagi mánadagin 9. desember. Til ber at melda seg sum lim í Oljutinginum í Vinnuhúsinum OLJUTINGIÐ Petroleum Association of the Faroe Islands Komandi viku er cafeteria á flogvøllinum opið soleiðis 10/12 Týsdag kl. 9-22 11/12 Mikudag kl. 9-20 12/12 Hósdag kl. 9-20 13/12 Fríggjadag kl. 9-20 14/12 Leygardag kl. 9-20 15/12 Sunnudag kl. 9-18 Vit bjóða: Føroya best Rís a la'mande Jóla Gløgg v/holukøkum og alt gott frá køkinum CAFETERIA Á FLOGVØLLINUM Sosialurini Lesið Sosialin C M Y K 19 18