Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 1987síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Aftaná drúgva royndartíð Blue North fer nú at gera teir fyrstu sáttmálarnar Altíð torfort at fara undir heilt nýggja framleiðslu, sigur Ole Jacob Jensen, stjóri á Blue North Tað eru nú gingnir meira enn átta mánaðir, síðani nýggja fiskavirkið Blue North í Kollafirði gjørdi tær fyrstu krabbasneisur- nar. Kortini hevur virkið enn ikki gjørt sáttmála um keyp av krabbasneis- um. — Orsekin til hetta er fyrst og fremst hon, at vit hava havt byrjunartrupul- leikar, og haraftrat tekur tað longri tíð enn vit høvdu roknað vid at fara undir eina heilt nýggja framleiðslu sum hesa, sigur stjórin á Blue North, Ole Jacob Jensen Hann viðgongur, at tað tekur meiri tíð enn mett at marknaðarfera slíkar ver- ur í Europa. Somuleiðis er talan um heilt nýggjar maskinur, sum ikki eru royndar í Feroyum fyrr, og tað tekur so eisini tíð hjá fólkinum at læra at brúka hesar maskinurnar og síðani at framleiða eina góða fyrsta floks veru. Eisini er hetta tengt at dygdini á sjálvari ráver- uni, surimi. Góðar vónir Men hvussu og ikki, so hava leiðslan og starvs- fólkið á Blue North góðar Blue North í Kollafirði Ole Jacob Jensen, stjóri á Blue North hevur goðar vónir vónir, tí nú tykist nógv benda á, at teir fyrstu sáttmálarnir fara at verða undirskrivaðir. Tað snýr seg fyrst og fremst um nakrar stórar keyparar í Danmark og Sveríki. Men haraftrat er stórur áhugi fyri verunum hjá Blue North bæði í Fraklandi, Hollandi, Belg- ia og Týsklandi. Ein keyp- ari í Týsklandi hevur sagt seg vilja keypa 200 til 300 tons. Men hetta skulu vit sjálvandi taka við fyri- varni, tí hetta er alt so nýtt ikki bert fyri okk- um, men eisini fyri keyp- kundarnar í Tað tekur tíð hesar ararnar og handlunum at arbeiða upp nýggju verurnar á markn aðinum, men eg ivist ong antíð í, at tað var rætt at fara undir hesa framleiðsl- una í Feroyum, sigur Ole Jacob Jensen Ein av orsøkunum til at teir enn ikki hava fingið sáttmálar er so eisini tann, at bíðað hevur verið eftir pakkitilfari til verur- nar. Nú er hetta pakkitil- farið klárt og somuleiðis maskinurnar sum skulu gera tað. A Blue North vænta teir at fáa maskinurnar til pakkitilfar og royndar- tramleiðslu av detailpakn- ingi ein av fyrstu døgun- um. Her er talan um pakkitilfar å fyra ymisk- um målum. Ole Jacob Jensen leggur sera stóran dent á, at just AS Surimiverksmiðjan umborð á Olaf í Garðastovu. Her verður ráveran hjá Blue North gjerd pakningurin og útsjóndin á honum er tann rætti, áðrenn nýggja veran fer á marknaðin Søluarbeidid! Vit spurdu hann, hvi teir ikki hava gjørt meira vid søluarbeidid! Til tad sigur tad hevur sinar Fyri tad fyrsta hann, at orsøkir so heldur hann teir hava gjørt tað, sum hevur verið gjørligt. Nevniliga at senda royndir til ymsar fyritøkur i útlandinum. Hesar skulu so sjålvar taka smakkiroyndir og analysera vørurnar. So tad tekur sina tid. — Men hvi hava tit ikki sett fólk, sum burturav kann selja veruna? — Tað fara vit helst at gera nú, men higartil hava vit klárað hetta við eitt nú at senda royndir til kund- arnar og at tosa við teir Nú vit vita at bjóða kundunum, og nú hvat vit hava vit hava fingið neyðuga pakkitilfarið, so er grund fólk at arlag fyri at seta taka sær av seluni Men hvi hava tit av gjørt at selja sjålvir og ikki sum so nógvir aðrir fiskaframleiðarar gjøgn um eitt nú Fiskasøluna? Vit hava valt ikki at binda okkum til nakran ávísan seljara. Heldur vilja vit royna at selja sjálvir og annars lata aðr- ar, sum hava áhuga fyri tí, vita, um teir kunnu fáa okkum keyparar. — Var tað ikki so, at Fiskaselan longu áðrenn Blue North byrjaði, gjerdi royndir at selja krabbasneisir, sum komu úr Japan? — Tað er rætt og skal eg ikki úttala meg so nógv um úrslitið av tí seluar- beiðinum. Bert kann eg siga, at tað gekk ikki so gott. Meguliga hava teir ikki lagt alla ta orku í seluarbeiðið, sum ein kundi vónað, og haraftrat hava teir helst verið í fyrra lagi á marknaðinum við hesum verum — so ókendar vóru tær í Eur- opa tá. Ole Jacob Jensen heldur tað annars ikki vera nakra vanlukku fyri virkið sum so, at teir enn ikki hava gjert sáttmálar um krabbasneisur. Hann vísir við hesum til, at virkið eis- ini hevur annað arbeiði. Eitt nú takast teir við at reinska og pakka lask fá alarum. Higartil hava teir ann- ars gjert tríggjar ymsar verur úr ráveruni surimi. Tær eru Blue Sticks (krabbasneisir), Blue Flak- es og Scallops. — Eg veit væl, at tað ber til at gera hópin av surimi, hava so hildið tríggjar at byrja við, sigur Ole Jac verum burtur úr men vit okkum til hesar ob Jensen Teir leida lidnari veru um árið. Til rokna við at fram 500 til 550 tons av hetta tørva teimum góð 300 tons av surimi Surimi! Surimi hava teir higartil keypt frá Olaf í Garða- Góðskan hevur tí- verri verið nakað skift- andi, men hetta vóna teir á Blue North fer at koma í rættlag, nú báturin fær gjørdar ymsar umvæling- ar í Noregi. Hvat viðvíkir prísinum á verunum, so hevur Blue North higartil goldið 30 kr. fyri kilo av surimi. Fyri at kunna fáa endar- nar at rekka saman við hesum ráveruprísi skal virkið hava einar 50 kr. fyri kilo av lidnari veru, og tað rokna teir so við at Men ber til at fáa surimi bíligari, so er greitt, at virkið kann klára seg við minni enn teimum 50 kr. fyri kilo av lidnari veru. Vit spurdu at enda Ole Jacob Jensen, um hann heldur, at landið eigur at lata studning til slíka framleiðslu? Vit eiga at góðska okk- ara fiskaverur meira, og virkið í Kollafirði er so bert ein leið. Eg haldi ikki, at tílík framleiðsla eigur at fáa studning. Hon eigur at standa seg uttan stuðul frá tí almenna. stovu jan