týsdagur 20. januar 1987síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 17
Í Hoyvíkarbýlinginum skulu vera meguleikar fyri at velja hvat slag av bústaði tú ynskir tær sum hetta dømid. sum
er individuell raðhúsabygging millum Gilja
ringvegur verður gjerdur
nærhendis Hvítanesi, so-
leiðis at tveir vegir føra til
og frá Havnini og ikki bert
ann eini.
Ein tílíkur ringvegur
verður helst einar 2 km.
langur og fer at kosta ein-
ar 20—30 mill. kr. Poul
Michelsen helt tað vera
natúrligt, at landið og
kommunan, samráðast
um hesa neyðugu vega-
gerðina, soleiðis at hon
kann vera veruleiki sam-
sjundis sum bergholið
verður tikið í brúk.
So eg vóni, at lands-
myndugleikarnir = saman
við okkum vilja loysa ring-
vegaspurningin, skulu vit
sleppa undan uppaftur
størri = ferðslutrupulleik-
um, segði hann.
Tørvurin å
grundstykkjum
Men hvat meira snyr so
bóklingurin um framtíðar
Havnina seg um!
Ein hevuðsorsekin til at
hesin bóklingurin er gjerd-
ur, er tann, at býráðið í
Havn ynskir at nekta
tørvin á grundstykkjum. Í
dag eru næstan 1000
umsóknir um grundstykki
í kommununi og er komm-
unan bert fer fyri at nekta
ein part av hesum stóra
tervi. Við teirri nýggju út-
byggingini, har eki verða
løgd av til bústaðarbygg-
ing, skal vera meguligt
ennan stutta tíð at kunna
nekta henda terv ella um-
leið 500 grundstykki. Hó-
ast talið á umsóknum er
millum 900 og 1000, so er
reelli tørvurin bert 30% av
hesum, upplýsti for-
maðurin í byggi- og býar-
skipanarnevndini, Essa
Arge.
Hann helt annars ikki,
at vit eiga at leypa framav
men heldur fara hóvliga
fram. Hann helt eisini, at
neyðugt er at hava eina
regiónsplan fyri alt Suður-
streym, tí við tíðini fara
allir borgararnir í hesum
at vera meira sum ein
kommuna.
Suðurstreym er so eisini
ein hóskandi eind fyri eina
regiónsplan, sum tann
lagt er upp til at tjakast
um.
Býr heldur enn
sethúsagki
Fyri yvirhevur at kunna
fremja ætlaðu útbygging-
ina so eru ávísar grund-
leggjandi meginreglur
sum mugu lúkast. Her
verður so m.a. sagt í bók-
linginum, at veksturin á
Tórshavnar-leiðini skal
ikki vera at leggja eki
uttan á Havnina. Har-
afturímóti skulu gerast
framtíðar býarpartar sum
vera so sjálvsteðugir sum
meguligt. Hver býling-
urin skal hava síni sereyð-
kenni.
Her hava teknikarar
brúkt verandi gomlu
Havnina sum grundarlag
fyri sínum metingum.
Ætlanin er nevniliga ikki
at byggja sovibýlingar
nærhendis Havnini, men
harafturímóti at byggja
heilt nýggjar býareindir,
sum hava nógv av tí, sum
í dag serkennir Havnina.
T.v.s. at her skulu vera
fjølbroyttir bústaðir, við
virksemi sum nú einaferð
hoyrir til.
Í uppskotinum eru tí
vald út 8 nýggj bústaðar-
eki í Suðurstreymi. Eitt
teirra er Hoyvíkshagi
norðanfyri skúlan í Hoy-
vík. Har er ætlanin at
byggja ein heilt nýggjan
bý við ellum teimum hent-
leikum ein býur skal hava.
Ætlanin er her at hava
500 bústaðir av ymsum
slag. Tað veri seg sethús,
raðhús og hvat annað, ið
hugsast kann. Her verður
bylingamidstød við handl-
um 0.ø. Vegirnir skulu
verda gjørdir soleidis, at
teir forða fyri ov skjótari
koyring. Bussarnir fara at
steðga nærri bustødunum
0.s.fr. Samanumtikið verð-
ur dentur lagdur á eitt
meira fólkavinarligt um-
hvørvi.
Tad verdur gjørligt hjå
fólki at velja sær slag av
bustadi og tad fyri meira
rimiligan pris eisini. Hetta
at fólk sjálv kunnu velja,
hvussu tey skulu búgva,
leggur býráðið stóran dent
Men umframt bústaðar-
ekini so er eisini lendi lagt
—
av til onnur endamál. Eitt
nú flogvell á Glyvursnesi.
Her verður sagt, at Før-
oyar mugu sum skjótast
fáa betri flogvallarum-
stødur, at flogvellur á
Glyvursnesi má órógva
Tórshavn minst meguligt,
og at hann kann eisini
verða grundarlag fyri ser-
merktum byarøki o.s.fr.
Eisini verður tosað um
útbygging av havnamøgn-
leikum. Her verður Glyv-
ursnes nevnt sum ein góð-
ur framtíðar havnamøgu-
leiki.
Men eisini vegakervið
hevur stóran týdning fyri
framtíðarætlanina. Spurn-
ingurin um nýggjar og
betri landsvegir eigur tí
eisini at vera tvinnaður
saman við restini og vera
við í orðaskiftinum um
framtíðar útbygging í
Suðurstreymi.
jan
| CONTAINARAR
Vanligir containarar. Frysti- og/ella køli-
containarar 20 ella 40 fót.
Somuleidis eisini
containarahus til
flest oll endamál kunnu útvegast.
Leasing, keyp, ella leiga eftir ynski.
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til
'
| P/F DL-International Trading
Gerdagøta 28
700 Klaksvik
Telefon 5 6625 - Telex 81 346 - Telefax 56 825
ev ————-%8%8
?
Uppskot um framtidar høvudsferdsluvegir. Serliga
tydningarmikil er nyggi ringvegurin vid Hvítanes, nú
bergholid kemur
z
|
Í
%
% % Í
Á j
ann — Å - —wd
Nýggjur ringvegur eigur at verða gjørdur rundan um
Havnina í samband við bergholið í Sicr:be
LEYST STARV
Á gjaldstovuni er eitt stan
søkja.
Talan er um skrivstovustarv i
skapardeild gjaldstovunnar.
Í deildini verður arbeitt við framkornn-
um edv-systemum.
Fólk við útbúgving í skrivstovuarbeiði
hava fyrimun, men at seta skrivstovu-
næming kann eisini koma upp á tal.
Lon sambært sáttmála millum Føroya
Landsstyri og Starvsmannafelagið.
Umsóknir við prógvum og møgulig-
um viðmælum verða at senda gjaldstov-
uni í seinasta lagi 28. januar 1987.
leyst at
rokn-
! FØROYA GJALDSTOVA
LL Tórshavn
ps