hósdagur 29. januar 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SA SOSÍalUrin = Nr. 12 — 29. januar 1987
Forordning af 21. mai 1777 noktaði fátækum foroyingum
at giftast og tók, sum Rasmus á Háskúlanum tekur til,
„tey mest sjálvfylgiligu mannarættindi« frá teimum.
Fyri føroyingin, serstakliga sjålvstyrisfølki, hevur
henda låg altid stadid sum eitt grefligt dømi um tey
vesælu og undirbrotligu kor, føroyingar fyri 200 árum síð-
ani máttu lata sær lynda.
Kortini skrivar Dagblaðið í ár, 1987, at lógin var eitt
gagnligt tiltak, sett í verk av »åbyrgdarfullum monn-
um... teimum veikastu... til fyrimuns«.
Niðurstoðan er, skrivar Hanus Andreassen í hesi grein,
at Dagblaðið og tann partur av Fólkaflokkinum, tað um-
boðar, hevur slept bæði fólkaræðis- og sjålvstyrishugtak-
inum.
1?)
Hanus Andreassen, rithøvundur skriv ar
Í EINUM UMMÆLI av bókini Ur
segn og segu eftir Eyðun Andreassen
nart ummælarin, Óli Breckmann, eitt
sindur við Forordning af 21. Maj 1777,
sum noktaði fátækum føroyingum at
giftast. Viðmerkingarnar hjá blað-
stjóranum á Dagblaðnum undraði meg
eitt sindur. Lógin frá 1777 ásetti, at
foroyingur slapp ikki at giftast, uttan
so at hann átti minst eina hálva merk
ella hevði tænt hjá einum bónda í
minst fýra ár og fingið gott skoðsmál.
Henda lógin hevur altíð verið lítið um-
hildin av føroyingum. Og líka síðan
foroyingurin fór at reisa seg aftur, og
serstakliga eftir at tjóðskaparrerslan
fór at taka seg upp, hevur nettupp
henda lógin staðið sum ein hin sjónsk-
asti vitnisburðurin um tað vesælasta
og ófrælsasta tíðarskeiðið í Feroya
søgu. Hvussu bar tað til, at henda lóg-
in — nevnd trælalógin, tí hon tók tey
dýrastu rættindini frá eini fjøld av før-
oyingum — nú knappliga var hálovað í
einum blað, sum skuldi eitast at hava
okkurt slag av sambandi við sjálvstýri
og frilyndi? Var okkurt broytt? Og um
so var — hvat?
Í hesi grein ætli eg mær at royna at
svara hesum spurningi. Mín hugsan er
tann, at hetta — at ein ófrælsislóg,
smoygd niður yvir føroyingin av ein-
um fremmandum koloniveldi, í dag
verður róst sum eitt gott tiltak — er
tengt at skrivingini í Dagblaðnum tey
seinastu tólv árini og at tí, at Oli
Breckmann nú hevur — at kalla — fult
tamarhald á sínum flokki. Eg fari tí at
tríva í nakrar tættir í hesi skriving.
Umframt tað fari eg at kanna eftir,
Tórshavn 1778. eftir C. Rosenmeyer. Um hesa tíðina kom lógin. sum noktaði
fátækum feroyingum at giftast. Feroyingur kallaðu hesa lóg >trælalógina-. Í
dag verður hon róst í Dagblaðnum sum eitt gagnligt tiltak, sett í verk av »å-
byrgdarfullum monnum:
hverja steðu Dagblaðið og samsvar-
andi tí Fólkaflokkurin í sínum nýggja
breckmanska líki hava til hugtek
sum frílyndi, tjóðskap, fólkaræði og
mannarættindi. Og eg fari at biðja les-
aran fyrigeva mær, um eg fyribils leggi
tað — søguliga sæð — ógvuliga áhuga-
verda hjúnarbandsforboðið frá 1777
til viks. Tað málið verður uppaftur-
tikið seinni
Rasistiskur málburður
OUVERTURAN HJA KOMANDI
slóðara Fólkafloksins á tí feroyska
mentapallinum hevði við fyribrigdið
rasismu at gera. Í svari til eina kritiska
viðmerking hjá undirritaða (Tíðinda-
blaðið 23. aug. 1974) tók tað nýggja
opið hjá Fólkaflokkinum soleiðis til
„Eg havi sjálvur sæð, at grønlendingar
nærum hava yvirtikið Skarv og sig-
ur tú nú, at blámenn eisini eru farnir at
kenna seg vælkomnar ímillum tykk-
ara. Ná, men væl gagnist... ein hópur
av toleransu krevst, skal ein kenna seg
heima í tí miljónum.“ (Dagblaðið 31
august 1974)
Eg hugsi, at mangur lesari gjørdist
skakkur, tá hann las hesi orðini. Ras-
isma er óbroytt hin sama, líkamikið
hverjum ættarbólki hon er vend ímóti
Eitt álop á ein blámann ella ein grøn-
lending er samstundis eitt álop á ein
jeda. Og hóast alt vóru í 1974 ikki
meira enn tríati ár liðin, síðan rasist-
iskur málburður og hugsunarháttur
hevði íbirt óhugnaligt fólkamorð
Skuldi sáðið longu sáast aftur? Og
hann, sum hevði slíka hugsan um
fremmand folkasløg, hvussu virdi
hann feroyingin? Hann, sum fór á glid
so skjótt og so dyggiliga
nakrantíð at fóta sær aftur?
fór hann
Sannleikin svanglig kor
TAÐ NÆSTA SUM eg hefti meg við
— eftir at Dagblaðið í 1975 hevði fingið
nýggjan blaðstjóra og nýggjan ham
var tann — hvussu skal eg málbera
meg — »serliga« viðferð, sannleikin
fekk i hesum blad. Menniskjad er ein
ófullkomin skapningur, og tey flestu
munnu ásanna, at fáur sigur sann-
leikan alla tíðina. Kortini hugsi eg,
flestu føroyingar i 1975 mundu vera
samdir um, at sannleikin var eitt ov
týðandi hugtak til at verða vrakað
Hann er, hóast menniskjans lýti og
brek, eitt grundsteði í okkara mentan
Hann gongur hjartatáttur
igjøgnum orðatek, kvæði og segur
Kortini sást skjótt, at Dagblaðið — tað
nýggja ofta einki samband hevði
ella ynskti at hava við sannleikan
Hetta »kadalslitid« hevur eyðkent
skrivingina í Dagblaðnum tey seinastu
tíggju árini. Blaðstjórin hevur skapt
eina á mangan hátt fiktiva verð, har
sannleikin verður broyttur, snaraður
ella vendur við, so at hann lagar seg
eftir ynskjunum, hatrinum og fordóm
unum hjá blaðstjóranum og skó
sveinum hansara. Í hesi verð ber til
at skriva um tíðarritið Brá, at tað er
»marxistiskt stríðsrit<. (Brá er ikki
og var ongantíð ætlað at vera —
ideologiskt stríðsrit, tað er eitt upp-
lýsandi tíðarrit við bókmentaligum,
mentunarligum og samfelagsligum
innihaldi). Í hesi verð ber til at lýsa
sjúkuna AIDS sum eitt fyribrigdi,
íkomið av m.a. javnaðarmanna ávum
(AIDS hevur gjørt mest um seg í USA,
og hálvonnur millión av amerikanarum
hava nú smittuna. Í USA er eingin
javnaðarrersla og eingin javnaðar
flokkur). Í hesi verð ber til at illteinkja
okkara fræga rithevund William
Heinesen fyri at »renna erindin fyri
beðlarnar í sovjettiska eiturkoppa-
reidrinum« (Dagblaðið 22. juni 1983)
sum ein
Føroyingurin vanæraður
HAR SUM SANNLEIKIN verður
virdur sum gólvsóp, verða menniskj-
uni tað eisini. Og eftir tann rasistiska
málburðin og tann avsagda sannleikan
kemur sum triðja hevuðseyðkenni
hjá tí nýggja Dagblaðnum — tann ser-
liga viðferð, foroyingurin hevur fingið í
hesum blað tey seinastu tíggju árini
Oli Breckmann breyt upp úr nýggjum
á tann hátt, at hann dró tann ókenda,
friðarliga foroyingin — sum ikki hevði
gjørt vart við seg og ikki ynskti at
koma í bleðini — fram á blaðsins teig-
ar. Hetta var, i føroyska blaðheim-
inum, eitt risastórt afturstig. Gamalt