leygardagur 31. januar 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
0 5
Nr. 13 — 31. januar 1987
Jákup Lindenskov
tingformaður til
týsdagin — tá tekur
Hergeir Nielsen við
Sverre
Midjord verður
2. næstformaður
jákup Lindenskov er
framvegis tingformaður
Ætlanin var, at Hergeir
Nielsen ur Tjóðveldis-
flokkinum skuldi taka við
formanssessinum, tá ting-
ið kom saman aftur hós-
dagin. Men fleiri ting-
menn gjørdu vart við, at
hetta umskifti er ikki í
samsvar við tingskip-
anina, sum sigur, at slíkt
skifti skal verða fráboðað í
tinginum nakrar dagar
frammanundan. Tað var
tað ikki.
Tingformaðurin av-
gjørdi ti at útseta hetta
umskifti til týsdagin. Tá
tekur Hergeir Nielsen so
við sum tingformaður og
Sverre Midiord verður
2. næstformaður. Jákup
Lindenskov verður |.
skrivari umframt at hann
gerst fastur limur í Norð-
urlandaráðnum. Tiltaks-
maður hansara verður Jó-
annes Dalsgaard.
Hetta býtið varð avtal-
að longu, tá samgongan
varð gjørd fyri tveimum
árum síðani.
Annars var framlega á
skránni. Ein hópur av
nýggjum málum varð
lagdur framt umframt
álitið í nøkrum málum.
M.a. legði Atli Dam
sínamillum fiskiveiðisátt-
málarnar fyri tingið. Teir
eru fimm í tali. Enn restar
so bert sáttmálin við ís-
lendingar.
Vit fara í blaðnum týs-
dagin at viðgera tey mál,
sum vórðu framlegd á
tingi hósdagin.
jan
Jákup Lindenskov varðveitir formanssessin til týsdagin. Tá tekur Hergeir Nielsen við
Hendrik Old, løgtingsmadur:
Vegur Våg — Lopra
— Pengarnir brúktir!
Síða 5