Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Framstig NÚ sær tað endiliga út til, at nak- að verður gjørt við tey vånaligu viðurskiftini á Deild 2 á psykiatr- isku deild á Landssjúkrahúsinum. Í áravís hevur henda deild virkað undir ótolandi viðurskiftum bæði hvat hølum og starvsfólkum við- víkti. Fýramansstovur, starvs- fólkatrot og onnur vanræði áttu at hoyrt fortíðini til á einum nú- tímans sálarsjúkrahúsi, men hes- um viðurskiftum hava politisku myndugleikar og sjúkrahússtýrið higartil verið blind og deyv fyri. MEN NÚ er so vend komin í og ein veruligur glotti er at héma fyri framman. Hetta fegnast vit um! EIN ANNAR GLOTTI er eisini fyri stavn. Leingi hevur sæð svart út fyri arbeiðs- og bústaðarmegu- leikum hjá evnaveikum í Føroy- um. Men eisini á hesum øki tykist nú verulig gongd at vera komin á eina skilagóða útbygging. Vardur verkstaður byrjar skjótt í Klaks- vík og farið verður at byggja bú- stovn í Runavík. Hetta er gott og bara gott, men tað eigur ikki at verða steðga her. Henda umsorg- an eigur sum skjótast at verða út- bygd — fyrst og fremst í Suðuroy, men annars eisini úti um landið. HER er við ðrum orðum veruliga við at henda nakað innan tvey umsorgargki, ið leingi hava ligið á láni. At tað veruliga er við at koma gongd á er ikki uttan polit- iskan týdning. Tey fýra árini hitt illa kenda borgaraliga alternativið hjá Óla Breckmann og Paula Ell- efsen ríkti her á landi, kom stígur í, einki hendi og seint munnu fólk fara at gloyma, tá blaðið Javni kom út við svartari forsíðu. Hetta var ímyndin upp á tað dapur- skygni og vónloysi, ið ráddi mill- um teirra, hvørs lagna lá í hond- unum á slíkum sum Breckmann og Ellefsen. Ábyrgdarblaðstjóri: Útgevari: Jan Miller Krisjan Dahi Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Kalmar Lindenskov P'f Sosialurin P/f Pressan 1981 Fyritaksstjóri: Blaðfótk : Ljósmyndari: Uppseting: Prent: oddagrein NÚ ER týðiliga talan um eina vend. Her er talan um ein annan politikk, ein politikk, sum hevur allar samfelagsins borgarar í huga — nakað sum skuldi verið sjálv- sagt í einum demokratiskum samfelag. HETTA SJÁLVSAGDA — hesa sjålvsøgdu ábyrgd fyri øllum menniskjum í samfelagnum royndu Breckmann og Ellefsen at fáa fólk at gloyma. Teir kappreyp- aðu um, hver teirra var mest líkur Schliiter og um hver nú var best- ur til at reka ein líka harðrendan politikk sum Schløter mótvegis teimum veikastu í samfelagnum. Har konservatisman fyribils hev- ur vunnið fram — eitt nú í Dan- mark, Bretlandi og Vesturtýsk- landi er tað »in« at happa tey veikastu — at spara upp á al- manna- og heilsuverkið, meðan gjarað verður út við rundari hond til tey, sum hava ríviligt framman- undan. HENDA politiska mótadilla slóg ikki igjøgnum her. Fólk fingu meira enn nóg mikið av fýra árum við Breckmann og Ellefsen. Tað fer at taka enn fýra ár at bóta um tann skaða, teir hava forvolt og tí eru teir settir uttan tær politisku dyrnar, har teir vónandi koma at sita leingi. A GG SÆDEN SK STA J Nr. 13 — 31. januar 1987 Javnadarflokkurin fer ongantíð at samvinna við Fólkaflokkin — so leingi hann er domineraður av Ola Breckmann og hansara fascistoiudu idéum sigur Thomas Arabo, tingmaður í hesi greinini. Thomas Arabo vísir á, at stoðan hjá Fólkaflokkinum til bergholsgerðina millum Oyrareingir og Kaldbaksbotn er krystallklár. Fólkafloksborgmeistarin í Havn sigur BUMSNET til bergbol, tí hann ber ótta fyri, at tað fer at lata dyrnar upp fyri desentralisering. politisk viðmerk- ing Nærmast ovfarin av at síggja ta blaðrúmd eg havi fingið í Dagblaðnum nú hesar seinastu 14 dag- arnar, meðan eg havi verið burturstaddur. Hatta, sum eg íbyrjan- ini skrivaði, man hava rakt nakað meint, og tað var eisini ætlanin. Eg skal knýta nakrar stuttar viðmerkingar til ta skriving, ið hevur verið. Øssur Dam Jacobsen og Bjarni Djurholm (emi- grantarnir hjá okkum norðstreymoyingum) teir royna at folda seg út. Øss- ur skrivar um figgingina av Blue North. Eg skal visa til grein mina i nr. 4 av Sosialinum, har eg sigi m.a., at við ógvuliga herð- um trýsti, so fingu vit fyrrverandi landsstýrið at ganga við til at byggja Blue North og geva studn- ing, men endalig fígging og endaligt virksemi bleiv ikki stovnsett fyrr enn undir hesum landsstýrin- um. Øssur setir nøkur foto- kopiir av gerðabólkini hjá fíggjarnevndini í bleðini (nokkso óvanligt), har hann skjalprógvar ein studning, sum Blue North hevur fingið. Hatta var 5 tað, sum eg meinti við, og skjalprógva restina av fíggingini. Eg eri heilt vís- ur í, at tað kanst tú ikki. Tað kann eg gera. Hon er fingin til vega í hesum landsstýrisskeiðnum. Viðv. Bjarna Djurholm so eigur hann at læra ein ting, og tað er, at í polit- ikki er nýtiligt at siga hálvar sannleikar, men beinleiðis lygnir, tað er ikki tað, ið ein eigur at grunda eitt å politiskt tjak ara góða Øssur um at » sr. 2 mangur norðstreymingur og kanska serliga kollfirð- ingur korsa seg, nú tað frættist, at tú ert hevuðs- maður aftanfyri stovnset- an av eini deild av tí, sum Dimmalætting kallar fyri »Breckmann jugent« og ti sum eg kalli fyri »haturs- fuglarnir hjå Ola«. Hatta er betur ågjørt, í dag royna vit at skapa fyritreytir fyri ungdómin at vera her á staðnum og gera nakað skilagott. Hig- artil hevur hann verið >