Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 1987síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 14 — 3. februar 1987 ' Pr" Síða 16 Satt umskifti: Frá útróðri undir Føroyum á rækju- veiðu við Svalbard Brødurnir Andreas og Petur Ludvig av Tvøroyri — ættaðir úr Fámjin — vera á brúnni, tá nýggjasti rækjutrolarin í for- oyska flotanum, Faroe Prawns, í dag setir kós eystureftir. Ikki bert fyri Tvøroyri og Suðuroynna fer hetta stóra og snotuliga farið at hava við sær avleiðingar. Eisini fyri teir báðar brødurnar verður hetta skipið at merkja stórt umskifti. Frá at hava ført útróðrarbát í meira enn 20 ár, skulu teir nú til at manna nýggja rækjutrolaran og fiska á heilt nýggjum leiðum — langt heimanfrá. Neyvan er tað gerandis- hending, at menn, sum alt sítt lív hava róð út undir Feroyum, bráddliga gera av, at nú skulu teir vera langfarafiskimenn. Slík hending er júst farin fram á Tveroyri. Tveir av raskastu út- róðrarmonnum, Andreas og Petur Ludvig á Tver- oyri, ættaðir úr Fámjin, hildu tað vera rætt at royna nýggjar leiðir. Best mundi vera at sleppa sær av við útróðrarbátin, sum hevði tænt teimum so trú- liga í skjótt 15 ár, fyri so í- staðin at keypa eitt nýtt skip. — Vit hava leingi hugs- að um at keypa olkum nýggjan bát, men tað er so ikki vorðið til nakað fyrr enn nú. Og ikki høvdu vit ímyndað okkum, at endin skuldi gerast eitt so stórt og stásiligt far. Hetta sigur Andreas Ludvig, og skipið hann tosar um er Faroe Prawns, nýggjasti og helst eintann sneggasti rækjutrolarin í feroyska fiskiflotanum. Fiskaprísir og lágir til at byggja nýggjan útróðrarbát — Men hví ikki byggja nýggjan útróðrarbát held- ur enn at gera eitt so stórt lop? Andreas Ludvig: — Vit hava verið leingi í hesi vinnu og hava hetta verið nekur góð ár. Tað er tó greitt, at tað er ikki hugs- ingur um at lata byggja nýggjan útróðrarbát í dag við teimum fiskaprísum, sum eru galdandi. Ein nýggjur útróðarbátur hevði so kostað einar 5-6 mill. kr. og við lágu fiska- prísunum hevði ein ikki fingið endarnar at rokkið saman. So einfalt er tað. Og tað bleiv so til tað, at breðurnir valdu at royna heilt nýggjar leiðir — rækjufiskiskapin. Teir hildu so eisini, at bygdini tervaði slíkt skip, nú tað bert var ein rækjubátur í allari oynni. 16 ára gamal til Grønlands Líta vit nú fyrst nakað aftur í tíðina, so hava bæði Andeas og Petur ver- Stýrmaður og skipari og um somu tíð eigarar Petur og Andreas Ludvig umborð á Faroe Prawns í gjár, tá skipið var á Havnini ið fiskimenna alla sína tíð. Andreas greiðir sjálvur frá, at hann var bert um- leið 16 ára gamal, tá hann fór til Grenlands at rógva út við Snekkjuni. Hetta var útróðrarbátur breður- nir og pápin, Richard Lud- giv, sáli hevdu keyp. Teir róðu fyrst út við honum úr Fámjin, men seinni úr Feringahavnini í fleiri ár. Andreas fór so á skip- araskúla í Havn í 1966. Har var hann í eitt ár og fór so aftur til Grenlands at rógva út saman við beiggja sínum, sum keypti ein Nordafar-bát. Eitt skifti var Andreas við línubátinum Gud- 2 mundi, sum fiskaði undir Grenlandi og eisini undir Feroyum. Keyptu bát — úr Danmark Men í 1972 gjørdu Petur og Andreas so av at keypa ein 40 tons útróðrarbát úr Danmark. Tað var Vestur- havið Blíða, sum tá kost- aði 250.000 kr. Hann varð bygdur í Hundested í 1944. Hesum bátinum hava teir so róð út við síðani. Teir hava verið 6 til 8 mans við bátinum og hava fiskað við troli, línu og eis- ini við snellu. Báturin hev- Nýggi rækjutrolarin Faroe Prawns ur avreitt til flakavirkið á Tveroyri og man hava ver- ið millum bestu útróðrar- bátar á oynni fyri ikki at siga í landinum. Besta ár- ið var veturin 1985-86. Tá fiskaðu teir frá september og út í mai umleið 500 tons av toski og hýsu. Annars heldur Andeas fyri, at tað er tungt og strævið lív at vera útróðr- armaður í Feroyum. Ar- beiðsdagurin er sjáldan niðanfyri 16 til 20 tímar. Veðrið hevur so eisini alt at siga, hvussu gongst út- róðrinum. Samanlagt munnu teir hava havt ein- ar 160 fiskidagar um árið, heldur Andreas fyri. Nú avgjerdu teir so at selja bátin til Hósvíkar. Teir fingu 1.9 mill. kr. fyri hann og henda peningin og meira aftrat hava teir so sett í nýggja rækju- skipið. Stór broyting Vit spurdu Andreas um tað ikki fer at kennast sum stór broyting at skula fara umborð á rækjubát nú útróðrarbát- urin hevur verið teirra ar- beiðspláss í so nógv ár? — So sanniliga verður tað eitt stórt umskifti. Tað verður ikki tað sama -