Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 1987síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 15 — 5. februar 1987 frost surimi, hevur rættiliga stóra framleiðslu av hesum verum, men sein- astu árini hava japanar mist fiskirættindi í fremmandum sjógvi og hevur hetta m.a. gjert, at teimum tervar ráveru til surimiverksmiðjurnar á skipi og í landi. Japanarar bjóða ov lítlan pris! Spurningurin er so um, hverjar meguleikar før- oysk virki hava at selja surimi til Japan! Hetta verður kannað nú, men prísurin, sum japanarar hava boðið er í lægra lagi. Hans Jacobsen sigur, at teir skulu helst hava einar 22 kr. netto fyri kilo fyri at bera tær stóru ílegurnar í verksmiðjuna, og tann prísur, sum japanarar hig- artil hava boðið, liggur um 18 kr. v Tréndur i Gøtu og Gullfinnur hava landad meginpartin av svartkjaftinum, sum verdur gjørdur til surimi å Bakka- Eitt virki, sum náttúr- liga kann gerast kundi hjá Bakkafrost, er Blue North í Kollafirði. Men enn fyri- liggur so eingin sáttmáli um keyp av surimi millum hesi bæði virkini.Higartil hevur Blue North keypt surimi frá Olaf í Garða- stovu. Hans Jacobsen sigur annars, at teir mugu rokna við, at tað fer at taka sína tíð eins og tað hevur gjert hjá Blue North at koma inn á marknaðin við nýggju verunum. Hann heldur ikki, at vit eiga at missa mótið, hóast tað gongur ávís tíð, áðrenn vit gera sterri sáttmálar. Hægri prís til skipini Men aðalmálið er so at byggja upp ein marknað, sum kann lata hægri prísir rs enn teir verandi. Einans vid at fåa hesar prisir upp kunnu vit lata skipunum meira fyri svartkjaftin. I løtuni fåa skipini 70 oyru fyri kilo av svartkjafti frå Bakkafrost. Kann Bakka- frost so fåa 22 kr. fyri kilo av surimi, so heldur Hans Jacobsen, at tad er møgu- leiki fyri at hækka råvøru- prisin til skipini upp i 1.20. At enda spurdu vit Hans Jacobsen, hvussu skilagóðar hann metir hesar stóru ílegurnar, teir hava gjørt i surimifram- leiðslu vera! — Eg skal viðganga, at vit ongantíð hava tikið ein sterri tjans á Bakkafrost enn við júst hesum iløg- unum. Men eg rokni við, at framtíð er í hesi vinnu. Nú er so spennandi at vita, hvussu fer at ganga og nær vit hava teir fyrstu keypararnar. RE Surimiframleidsla umborð å japonskum trolara. Tad eru m.a. hesar vørurnar, sum Bakkafrost nú skal til at kappast við. Tað vis- ir seg, at Bakkafrost kann fáa 1. floks góðsku, hóast japanarar hava mett, at tú fært bert 1. floks surimi umborð á skipi | pre Lysing um fritid vid løn Eftir løgtingslåg nr. 30 frá 7. april 1986 | um fritid vid løn verður mint á, at fritid- arlønin er 11% av vunnari løn i innvinn- ingaråri, sum byrjar i 1987. Innvinning- arårid er åvikavist 1. januar til 31. des- ember 1987 ella 1. april 1987 til 31. mars 1988. Samstundis verður sagt frá, at talið av fridøgum í fritidarårinum 2. mai 1987 til 1. mai 1988 er 26 dagar fyri fulla | starvstíð í innvinningarári, sum byrjaði i | 1986. | { Tórshavn, 28. januar 1987 LÍKNINGARRÁÐ FØROYA