Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. desember 2002síða 25

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 236 - 7. desember 2002 Nr. 236 - 7. desember 2002 49 Spælistovan í Meinigheitshúsinum er opin frá kl. 9.00-12.00 mánadag, mikudag og hósdag fyri foreldrum við børnum uttan ansing. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 9. des.: kl. 10 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10-18 Gera jólaprýði og dekoratiónir kl. 14-18 Kortspæl, telving, bobbspæl, dart og onnur spøl. Týsdagin 10. des.: kl. 10-12 Vit baka kl. 10-11.30 Vit syngja, jólasangløtan. Kakao og bollar (tilhaldskokkarnir) kl. 15 »Misskiltar føroyskar/danskar skemtisøgur« Mikudagin 11. des.: kl. 10-15 Opið hús kl. 15 Suomi – Finland, Hanna Niinimaa Hósdagin 12. des.: kl. 10-10.30 Jólafimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen Fríggjadagin 13. des.: kl. 10-15 Opið hús kl. 14 Stásið vísir stás Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg væl- komin. Losjan í Havn Tinghúsvegur 18 Sunnudagin 8. des. kl. 17.00 verður jólahugni. Eysturoyar Gongufelag Í sambandi við gongutúrin undir Vestmannasund, skipa Kunningarstovurnar í Eystur- oynni fyri bussi aftur og fram. Bussurin fer frá Kunningar- stovuni í Saltangará kl. 12.30 og steðgar á Skipaneskross- inum, í Skálabotni og á Oyra- bakka. Neyðugt er tó við til- melding á tlf. 444860/225224 (Fuglafirði) ella 449449/211449 (Saltangará). Kostnaður 50 kr. Frá felagnum Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn. Nærri fæst at vita frá Annvør Nielsen tlf. 317261 ella Sólgerð Foldbo, tlf. 422184 Heilaskaðaráðgeving Spyr um alt innan heilaskaða. Fyri bæði heilaskadd, avvarð- andi og tey, ið arbeiða við afturvenjing. Sendið okkum eitt meyl til neozone@neozone.dk NeuroPlan, BellaVista, Bellevuevej 7, 2. tv., 2930 Klampenborg, Danmark. Tú kanst eisini ringja til: tlf. +45 39902665 (Jón) mobil: +45 24430903 (Jón) www.neozone.dk AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Roykfríur fundur í morgun kl. 9-10. Fundur verður í kvøld kl. 17-18 og sunnudagin kl. 11-12. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy/Vágur AA-fundur verður í Vágs skúla hvønn leygardag kl. 19. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu- dag kl. 15 Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 í Reinsaríinum, Tórsgøta 5, Tórshavn. www.aca-danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com Opin roykfríur fundur fyri øll áhugaði er hvønn sunnudag kl. 16.00-17.00, í Mariu- kirkjuni, Varðagøta 16. Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív lim- ur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552 Føroya Heimavirkisfelag Postboks 1209 - 110 Tórs- havn. Teldupostur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband við felagið fæst við at ringja til formannin: Nigro Hermansen tlf. 314304 / fartlf. 288304. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hós- kvøld eftir avtalu. LFÚ-skrivstovan hevur opið mánadag og mikudag millum kl. 12 og 16 og týsdag kl. 16-18. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16- 18. LISA Skrivstovan Listafólkasam- band Føroya í Pætursarstovu, er opin allar gerandisdagar frá kl. 9-12. Limir eru vælkomnir inn á gólvið. tlf: 320197 teldupostur:lisa@lisa heimasíða: www.lisa.fo Amnesty International, Føroya deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Tlf. 315816 Skrivstovan er opin mánadag frá kl. 13.00-17.00 og mikudag frá kl. 9.30-17.30. Heimasíðan: www.amnesty.fo Teldupost: Amnesty-Amnesty.fo MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) heldur til í húsum Hans Andrias Djurhuusar undir Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins er at stuðla áhugaleiklist og menna hesa mentunargrein í Føroyum. 16 sjónleikarafeløg eru limir í MÁF. Formaður: Hilmar Joensen, Nólsoy. Dagl. leiðari: Malan Matras Joensen. Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøríki, Dan- mark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10 C FO-100 Tórshavn T-post: gikt@gikt.fo www.gikt.com Skrivstovan: Tlf. 31 02 37 Opið: týs- og hósdag kl. 11.00-14.00. Fibromyalgibólkurin: Opið mánadag kl. 11.00-13.00. Foreldraumboð: Nicolina Højgaard, heilsusystur tlf. 31 47 50 Ungdómsumboð: Sára Tummassardóttir tlf. 37 31 06. Lymfødemfelagið Box 2113, FO 165 Argir Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð. Samband fæst við felagið á tlf. 448454, Fía í Túni, ella tlf. 313424, Arnhild Johannesen. Parkinsonfelagið MBF-húsið, Íslandsvegur 10C Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið hjá Tórhild, e-mail: torhildm@post.olivant.fo Hildebjørg, tlf. 313897, e-mail: jwimport@post.olivant.fo Nakað av bókum eru til láns hjá felagnum. Felagið Føroyar-Kuba P. O. Box 2055, 165 Argir. Tlf./fax 312098 · Teldupostur: far_cuba@hotmail.com Viðtala eftir avtalu. MBF – Meginfelag teirra brekaðu Skrivstovan er opin allar gerandisdagar millum kl. 09.00 og 16.00. Íslandsvegur 10C, FO-100 Tórshavn. Tlf. 317373. Fartlf. 264839. Faks: 310813. t-postur: mbf@post.olivant.fo Heimasíða: www.mbf.fo Alzheimerfelagið Tórsbyrgi 16 100 Tórshavn Heimasíða: www.alzheimer.fo t-postur: sigmo@post.olivant.fo Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið á tlf. 313102. Demenslinjan er telefonráð- geving í øllum viðvíkjandi demens. Tlf. 313102 svarar týsdag kl. 18–20. Heilafelagið, MBF-húsið Íslandsvegur 10C tlf./fax 321520 Telefontíð hvønn týsdag kl. 18.00-20.00. TILTØK EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Báðir prædikutekstirnir til í morgin, 2. sunnudag í advent, snúgva seg um dómadag. Vit hoyra um, at ein dag kemur Jesus aftur. Tað vita vit øll. Sunnudag eftir sunnudag standa vit uppi í kirkjum okkara og játta okk- ara trúgv, har eitt av liðunum er: Hann skal koma aftur at døma livandi og deyð. Tað er ein partur av okkara kristnu trúgv, at hesin heimur skal ikki standa allar ævir, men skal ganga undir. Pætur ápostul skrivar, at Harrans dagur skal koma eins og tjóvur, og tá skulu himnarnir ganga undir við miklum duni og eldur skal koma í frumevnini, og tey skulu skiljast sundur, og jørðin og øll tey verk, sum á henni eru, skulu brenna upp. Einaferð varð flent hart at hesum boðskapi. Tí tað kundi eins og hvør skilja, at h etta als ikki læt seg gera, at jørðin kundi ganga undir. Tað var fullkomuliga óhugsandi, at øll jørðin skuldi brenna og fara til grunda, soleiðis sum vit hoyra um tað í Halgubók. Í dag er tað eingin longur, sum flennur at hesum. Enn ikki størstu gudloysingar ella mætastu vísmenn. Í dag vita vit bara alt ov væl, at hetta avgjørt liggur innanfyri møguleikans mark, ja, at tað ikki er neyðugt at trýsta á so nógvar knøttar, og alt stendur í einum loga. Men Jesus sigur, at tá ið alt hetta hendir, annaðhvørt tað so hendir á hendan ella hendan hátt, so er tað ikki tilvild- arligt, so er ikki talan um eitt menniskjaligt brek, nei, tá ið hesin heimur gongur undir, er tað tí, at Gud sjálvur hevur avgjørt, at soleiðis skal tað ganga. Hann hevur sjálvur ásett ein dag, sum ikki verður broyttur – hvørki útsettur ella framskundaður. Tað kemur ein dagur tá ið nakað fer at henda, sum er tað størsta og ófatuligasta, ið hugsast kann, nakað, sum ikki verður boða frá í Degi og viku, í útvarpstíðindum ella við yvirskriftum í bløð- unum, tí stundir verða ikki at siga frá tí, ella skriva um tað. Tá kemur Jesus á skýggjum himmalsins at døma livandi og deyð. Men tann dag lyftir hitt kristana kirkjuliðið við gleði og væntan høvur móti himli, og bjóðar sínum frelsara og loysnara vælkomnum. Fyri teimum er tað ikki dómadagur, men frelsudagur. Tí ljóðar seinsata rópið í Halgubók: Eg komið skjótt. Amen, kom, Harri Jesus! Amen. John S. Myllhamar BRÚDLEYP Í dag, 7. desember kl. 15.30 giftast í Sjóvar kirkju Atli D. Nattestad, Miðvágur og Sóley í Selvindi, Strendur. Veitsla verður fyri innbodnum í Leguhúsinum í Nesvík. 14. desember kl. 16.00 giftast í Gøtu kirkju Noomi Sig- urðsdóttir Sørensen, Norðragøta og Petur Reinert, Leir- vík. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið, kunnu tekna seg á tlf. 441363 ella 443215 í seinasta lagi 8. desember 2002. 21. desember kl. 16.00 giftast í Fuglafjarðar kirkju Mimi Steintórsdóttir og Jan Otto Straagaard Holm, bæði úr Fuglafirði. Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 7. des.: Runavík tlf. 44 80 16 Sunnudagin 8. des.: Runavík tlf. 44 80 16 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13-14. Tlf. 314544. LÆKNAVAKTIR SILVURBRÚDLEYP Sunnudagin 22. desember hava Elenita og Johannes Han- sen í Kollafirði verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Kollafirði leygardagin 4. januar kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 421309 í seinasta lagi 18. desember. Týsdagin 31. desember hava Marita og Andras E. Olsen í Norðragøtu verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin leyg- ardagin tann 4. jan. í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.30. Tey, ið vijla gleða silvurbrúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin at tekna seg á tlf. 441671 ella 441042, inn- an 20. des. Týsdagin 31. desember hava Jógvan Elias og Edith á Løg- mansbø verið gift í 25 ár. Silvurbrúdleypsdagurin verður hildin 28. desember kl. 19.00 í Pálsstovu í Tórshavn. Tey, sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at siga frá í seinasta lagi 15. des. á tlf. 317686 ella 217686. RÁÐIÐ FYRI BREKAÐ Tíðindaskriv Tommy Petersen, fyrrver- andi almannastjóri, verður nýggjur formaður í Ráð- num fyri brekað. Hetta varð samtykt á ráðsfundi í seinastu viku. Limirnir í Ráðnum fyri brekað vóru á einum máli um at mæla landsstýrismanninum í al- mannamálum, Páll á Reynatúgvu, til at velja Tommy Petersen til for- mann. Ráðið fyri brekað metti, at Tommy Petersen hevur gott innlit í almannaøkið sum heild, eisini holla vitan um spurningar, sum við- víkja brekaðum. Hesa vitan hevur hann frá einum long- um arbeiðslívi innan al- mannamál. Tommy Petersen er føddur í 1949. Hann er út- búgvin sosialráðgevi og cand.jur. Hann hevur verið leiðari á Andveikradeildini, stjóri á Almannastovuni, og var eitt skifti leiðari á Kærustovninum. Frá 1999 til 2002 hevur hann starvast sum ráðgevi í spurningum viðvíkjandi miðspjaðing í Nepal. Arbeiðsgevari var Danida. Tommy Petersen hevur síðani august 2002 verið ráðgevi í Oljumála- ráðnum. Tommy Petersen fegnast um tað álit, honum er víst við hesum sessi. Hann átekur sær hesa uppgávu við stórum áhuga og gleðir seg til at fara til verka sam- an við hinum ráðslimunum. Hann kemur sostatt at ganga á odda fyri Ráðnum fyri brekað, sum sambært reglugerð m.a. hevur til uppgávu at geva landsstýr- inum ráð í øllum almenn- um málum av týdningi fyri viðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum, og at geva almennum myndugleikum ráð í málum, sum nema við livikor teirra brekaðu. Hetta skal gerast fyri at tryggja, at tað verður víst umhugsni til brekað í allari samfelagsráðlegging. Ráð- ið kann eisini av sínum ein- tingum seta fram uppskot um tiltøk ella broytingar innan øki, ið viðvíkja brekaðum. Tey, ið manna Ráðið fyri brekað, eru Marjun S. Ol- sen, kommunustýrislimur í Vestmanna fyri Føroya Kommunufelag, Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík fyri Kommunu- samskipan Føroya, Leila Solmunde, formaður í Giktafelagnum fyri MBF, og Marjun Sigurðsdóttir, ið sum formaður í MBF er føddur limur í ráðnum. Harumframt situr Barbara á Tjaldrafløtti í ráðnum sum umboð fyri Løgmansskriv- stovuna, og Kristjan Árna- son sum umboð fyri Trivn- aðarmálaráðið. Hesir seks limirnir hava gjørt tilmæli til landsstýrismannin um val av formanni, og hetta valið fall á Tommy Peter- sen. Ráðið fyri brekað hevur sín næsta fund 19. de- sember 2002. SJÓNLEIKUR Tíðindaskriv Komandi sunnudag kl 18 verður frumframførslan av Leikhúsjólum í Sjónleikar- húsinum í Havn. Leikhús- jól er afturvendani tiltak, sum Havnar Sjónleikar- felag skipar fyri á hvørjum ári í jólamánaðinum. Til- takið vendir sær serliga til børn, men ung og vaksin kunnu eisini vænta sær eina sera hugnaliga løtu í Sjón- leikarhúsinum. Í ár verður tiltakið skipað í tveimum pørtum. Sjón- leikaraskúlin hjá Havnar Sjónleikarfelagi og Tórs- havnar Kvøld- og Ung- dómsskúla við Hedvig Westerlund sum lærara, skipa fyri einum parti, meðan onnur úr Havnar Sjónleikarfelag skipa fyri hinum partinum. Tiltakið varar í umleið ein tíma og spælt verður fram til 18. desember. Atgongumerkir á 50 kr. fáast í Kunningarstovuni í Havn, sigur Havnar Sjón- leikarafelag. Tommy Petersen er formaður í Ráðnum fyri brekað Leikhúsjól í Sjónleikarhúsinum C M Y K 49 48