Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Stuðlið A.I. AMNESTY international er farið í hernað móti deyðarevsingini í USA og verður um allan heim roynt at ávirka myndugleikarnar í hesum stórveldi til at taka av aft- ur hesa ræðuligu revsing. NÚ kann verða spurt, hví júst USA eigur at vera mál fyri eini slíkari herferð fram um onnur lond, sum nýta barbariskar revsi- hættir. Svarið er fyri tað fyrsta, at A.I. hevur longu frammanundan rikið kampanjur móti deyðarevs- ing t.d. í Kina og Iraq. Fyri tað annað eru serstakar grundir til at venda einari slíkari herferð móti júst USA. Hetta land bjóðar seg í heilum fram sum verji av manna- rættindum og frælsinum. Fyri nøkrum árum síðan tók USA deyðarevsingina av, eftir at hægsti rættur í einum úrskurði var komin til ta nidurstødu, at deyðarevsing er ein ómenniskj- anslig revsing, sum ikki kann verða brúkt í einum demokratii og annars als ikki eigur at verða nýtt. Men so kom Reagantíðin við sínum barbariska, primitiva og miðaldarliga hugsunarhátti og broytti støðuna aftur til tað verra við at tilnevna dómarar i hægsta- rætti, sum eru fyri deyðarevsing. ÚRSLITIÐ hevur verið eitt vaks- andi tal av avrættingum og deyðadómum, soleiðis, at tað nú sita yvir tveytúsund fólk og bíða eftir deyðanum í USA. Ein send- ing í norska útvarpinum í fyrra- dagin avdúkaði, at nýtslan av deyðarevsing eisini hevur sterka rasistiska slagsíðu — nakað, sum t.d. sæst av, at enn er eingin hvít- ur tikin av døgum fyri at hava myrt ein svartan. Umvent er oddagrein deyðadómur so at siga vísur, um ein svartur tekur ein hvítan av døgum. Annars eru mong dømi um, hvussu tilvildarliga deyða- revsing rakar fólk í USA. Hetta hevur td. nakað at gera við, hvussu góð ráð fólk hava til ad- vokathjálp, við húðalitin og ikki minst við, hvar í USA ein býr, at gera. SOSTATT eru allar grundir til at virka fyri avtøku av deyðarevs- ingini. Tann tyngsta og mest av- gerandi grundin er og verður hon, at deyðarevsing er ein ræðulig revsing, ein óbetilig revsing, ein revsing, sum einki land, ið vil nevnsat mentað og civiliserað kann nýta í sínari rættarskipan. Hetta eiga øll lond, sum fremja deyðadómar at fáa at vita, og í hesum føri, snýr tað seg fyrst og fremst um USA. FØROYA løgting avtók de facto deyðarevsingina i 1706 aftan á blóðbaðið við Skælingssystkin- unum yvir á Skansa. Vit hava so- statt eina langa siðvenju fyri ikki at dáma órímuliga harðar revsing- ar og hava soleiðis allar grundir til at gera okkara lítla sindur til at leggja trýst á USA. Hetta kunnu vit gera við at skriva undir áheit- anina hjá Al. og harvið fylgja milliónum av humant hugsandi menniskjum um allan heim. jd Nr. 22 — 21. februar 1987 Ruskmálið Oddagreinin í Sosialinum 17/2-87 er heilt burturvið og als ikki í tráð við polit- ikk Feroya Landsstýris og Feroya Javnaðarfloks, sum leiðir hetta landsstýr- ið. Eksperturin í FNU segði um ruskmálið í 1979: 8 smáar brennisteð- ir eru besta loysnin fyri Feroyar. Sami ekspertur segði í 1983: bert tyrving og kompostering eru loysnin fyri Feroyar. Nú sigur sami maður, at ein- asta loysnin er skiljin og endurnýtsla. Spennandi hvat hesin ekspertur sigur í 1990? Eingi ítekilig alternativ eru til at brenna ruskið, tað er púra greitt í dag. Tyrving, kompostering, skiljing og endurnýtsla v.m. eru bert små supple- mentir, ógvuliga små enn- tå, bert nøkur få % i mun til brenning, ti annars stóðu brennisteðirnar í Europa tómar í dag, men so er ikki. Skuldi brennisteðin hjá IRF nú verið steðgað av einumhverjum, so dettur IRF nidurfyri, og felags- skapurin verður helst upp- loystur, men vit fåa tå ikki tvær brennisteðir, men einar tríggjar-fýra, tí ein kemur tá í Norðoyggj- um, ein í Suðuroynni og meguliga aðrar við. Og vit fáa tá ikki eina landsum- fatandi renovering. Latið tí IRF og Tórs- havnar kommung fáa frið loksins at fucker: ið, so verða Feroyar ren- overaðar í 1988 seinra- partin av árinum, og so kunnu vit taka upp eitt- hvert supplement bæði til at skilja, endurnýta, tyrva og kompostera. Men tað er neyðugt at brenna við minst tveimum brenni- steðum í dag, og ruskið veksur í tonsatali fyri hvert ár, ið gongur. Gevið kommunala sjålv- styrinum frið til at virka. IRF-ari Parabolantennur! Alt fleiri og fleiri keypa sær parabolantennur og nú er høvi at síggja »Sup- er Channel«, men ikki gongur long tíð til hvert húski í Feroyum hevur sína parabolantennu. Hetta haldi eg er spell, tí antennurnar skemma ógvuliga nógv. Hugsi um hvussu tey vekru gomlu feroysku húsini fara at síggja út við hesum para- bolunum — úrslitið verð- ur, at tú als ikki leggur merki til húsini, men sær bert hesar dominerandi parabolantennurnar. Er tað nakað, sum vit kunnu gera fyri at fyri- byrgja, at hetta hendir? Ja, tað haldi eg. Seinasta leygardag sóu vit, at tað letur seg gera at upptaka sendingar frá „Super Channel« og senda tær í Sjónvarpi Feroya. Mítt uppskot er tí, at SVF tekur signalini frá »Super Channel« og sendir tey út beinleiðis. Mær vitandi kostar tað einki at mót- taka signalini, og um sendingarnar verða send- ar beinleiðis, standast heldur ongar útreiðslur av at klippa og kuta. Eisini sæð út frá einum landsbúskaparligum sjón- armiði er peningur at vinna við hesum uppskot- inum, tí um øll húski keypa parabolantennur, fer tað at kosta tí før- oyska samfelagnum mill- um 100 og 200 mill. kr. Tað er av stórum týdn- ingi at skjótt verður roynt at loysa hetta málið, tí annars gongur ikki long tíð, áðrenn parabolar mis- prýða hvert einasta hús í Feroyum. Stein Fossá Rúsdrekka og fråhaldsfeløg Fyri at byrja við tí sein- asta. Jeu »Gudsjelov« er líka rættur fyri ell her á landi. Vit liva í einum frí- um og frælsum samfelag, har ell kunnu gera júst, sum teimum lystir. Og so eitt afturat, eingin hevur tað so gott sum vit í Fer- oyum. Tað bæði síggja vit og hovia um bæði í út- varpi og sjónvarpi. Og tá tú nú roknar við at skula fáa okkurt bræv ela fleiri, so veri ta mær loyvt út frá mínum sjónarmiði at svara sum eg nú siggi vera best. Og tá hetta títt innlegg snúði seg um eitt hitt stersta vandamál, sum er í Feroyum í letuni, og sum ikki er lætt at svara uppá. Eg haldi, at tey, sum vilja drekka, fáa tað uttan mun til hver lóg er og verður. Men ein frí- sela í Feroyum, nei, tað líkasum vinnur ikki frama hjá mær. Tað hevði als ikki borið til, ti tá hevði einki eftirlit verið, og tá hevði deyðin verið í dur- unum, um tað kann sigast so. Nei, betri er at binda um heilan fingur, um tað orða- takið kann brúkast. Vit hava so nógvar syndarlig- ar mannalagnur her á landi, sum ikki i nøkrum eðrum landi, men vit hava eisini nógv góð hjálpitil- tek, har vit kunnu hjálpa teimum sum veruliga treingja til hjálp. So góði tú, hví kemur tú við ein- um slíkum tanka og upp- skoti, og hví setir tú inn á fráhaldsfelegini? Tey gera eitt megnar arbeiði, og Gud hjálpi teimum ikki at meðast. Tú skrivar, at so verður bara farið at brúka okkurt sum er ringari, ja sjálvandi, um man bara hevur tað í tankunum. Jú vit hava eisini hoyrt onkra ungdómssending eisini tey vóru ymisk é máli. Nei okkum manglar ikki at fáa fría selu í Fer oyum, men upplýsingar stovnar og fråhaldsfeløg hverji bygd ístaðin. Hetta var so tað, sum lí mær uppá hjarta. Vónand verður tú eisini glaður fyr mítt bræv. Ein limur í fráhaldsfelag